týsdagur 12. februar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 30 - 12. februar 2008
Vilt tú slóða vegin og skapa
framtíðina saman við okkum, so er
tað júst tær, vit sóknast eftir
FT Samskifti leitar eftir nýggjum deildarleiðara til Rakstrardepilin.
FT Samskifti er eitt livandi og fj ølbroytt arbeiðspláss í støðugum
vøkstri, har góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum
avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.
FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænasturnar, sum
Føroya Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Rakstrardepilin
hevur ábyrgdina av øllum tekniskum loysnum, sum FT Samskifti
bjóðar. Rakstrardepilin er settur saman av eindunum Teletøkni,
Datatøkni og Vinnutøkni, sum hava tilsamans 20 starvsfólk. Ein
bólkaleiðari er í hvørjari eind, og hann hevur ábyrgdina av dagliga
rakstrinum, starvsfólkaviðurskiftum og fíggjarligu stýringini í
eindini.
Avbjóðingin
Tú skalt sum leiðari tryggja miðvísan framburð í Rakstrardeplinum.
Slóða fyri og seta í verk tøkniligar framkomnar tænastur við
tryggum rakstri og høgum tænastustøði. Tú hevur yvirskipaðu
leiðsluna - alt frá strategiskum málum til rakstrar- og fi ggjarstýring.
Vangamyndin
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi, hægri útbúgving,
royndir í starvsfólkaleiðslu og royndir í at leiða verkætlanir.
Framskygni og virkisfýsni eru dygdir, ið rakstararleiðarin hevur,
og sum eggja starvsfólkum og bólkaleiðarum at arbeiða undir
frælsi og ábyrgd. Rakstrarleiðarin hevur evnir at standa á odda fyri
tøkniligari menning uttan at drukna í tekniskum smálutum.
Umsókn og starvsviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og starvstreytir eftir avtalu.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Jan Mortensen, stjóra í FT
Samskifti, á tel. 243301 ella á telduposti jmo@ft.fo. Eisini ber til at
venda sær til starvsfólkadeildina á tel. 303030.
Umsóknir við CV og prógvum skulu vera Føroya Tele í hendi
í seinasta lagi 22. februar 2008. Viðmerk á brævbjálvan
”Deildarleiðari til Rakstrardepilin”.
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 27
FO-110 Tórshavn
Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á
øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina.
FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu,
tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele.
Vilt tú slóða vegin og skapa
vørjari eind og hann hevur ábyrgdina av daglig
bólkaleiðari er í hv
ga
Umsókn og starvsviðurskifti
DEILDARLEIÐARI TIL RAKSTRARDEPILIN Í FT SAMSKIFTI
sansir.fo
postverk.fo
Dámar tær væl at vera uttandura ?
Løn og setanarviðurskifti
Størvini eru lønt sambært sáttmálanum millum Føroya
Postfelag og fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 12,5 tímar
um vikuna. Størvini verða sett skjótast tilber.
Ert tú áhugað / -ur ?
Set teg í samband við okkara HR-lið at frætta nærri.
Vit eru at hitta á telefon 236095 og 236092
Hevur tú longu tikið avgerðina, send eina umsókn
innan tann 22. februar 2008 við telduposti til:
heri@postverk.fo
Vit gleða okkum at frætta frá tær !
Flutningsdeildin í norður- og eysturoyar økinum
søkir eftir 2 avloysarum at byrja skjótast tilber
• Tú ert røsk / raskur og væl fyri
• Tú ert ágrýtin og ábyrgdarfull / -ur
• Tú vilt fegin hava tingini frá hondini, ikki bara
rætt, men eisini rættstundis
• Tú ert vælskipað / -ur og sjálvandi ein toymis
spælari
Kennir tú teg aftur í hesum ?
So hevur tú møguleikan at koma við á okkara postlið.
Vit søkja eftir fólki at ganga við posti, m.a. á Skála.
– okkara samskiftisfyritøka
Stutt um Postverk Føroya
280 fólk arbeiða hjá P/F Postverki Føroya. Tann 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni
til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alla útbering felagsins, er á
Óðinshædd Havn. Saman við samstarvsfeløgum veitir Postverk Føroya bestu flutningstænastu og dygdarbestu
viðgerð úti og heima.
Lesið
-so eru tit við!