Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 31 - 13. februar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Søkt verður eftir starvsfólki til Radiodeildina hjá FT Net Radiodeildin hjá FT Net hevur høvuðssæti hjá Føroya Tele í Hoyvík, men arbeiðið verður gjørt um alt landið. Nógv útgerð hjá FT Net stendur í náttúruvøkrum umráðum víða um landið, tí er starvið sermerkt á tann hátt, at tú arbeiðir við hátøkni, samstundis sum tú fært møguleikan fyri at vera nógv úti í náttúruni. Vit kunna bjóða einum komandi starvsfelaga eitt arbeiðsumhvørvi við nógvum spennandi og fj ølbroyttum tekniskum uppgávum, har góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Starvsinnihald Sum starvsfólk á radiodeildini verður tú við til at menna og reka tráðleysar skipanir í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar. Arbeiðið fevnir um allar tráðleysar skipanir, so sum: • Mikrobylgju-linkar • Tráðleysu skipanirnar WiMAX og WiFi • Sjónvarps- og útvarpssendinet • Mastra- og antennuskipanir • Fartelefonkervið GSM Førleikakrøv Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. elektronikkmekanikari, elektronikkteknikari, diplom verkfrøðingur ella viðkomandi fakligar royndir. Umframt hetta vænta vit, at tú ert: • ágrýtin og hevur hug at taka við tekniskum avbjóðingum • dugir væl at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur • dugir væl at arbeiða við teldum og telduforritum • ert væl fyri likamliga, sum t.d. at ganga í haganum, tá farið verður at arbeiða í radiosmáttum og mastrum Umsókn og treytir Starvið verður sett 1. apríl ella skjótast gjørligt. Lønin verður ásett samsvarandi royndum og útbúgving. Fleir upplýsingar fáast hjá Jóhan Poulsen, leiðara á Radiodeildini tel 243649 ella á Starvsfólkadeildini á tel 303030. Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. februar 2008, og tær skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postsrúm 27 110 Tórshavn ella starvsfolkadeildin@ft.fo Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina. FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu, tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele. STARVSFÓLK TIL RADIODEILDINA HJÁ FT NET sansir.fo »The Singer« er uttan samanbering mest framsøkna, heilskapaða og væleydnaða útgávan hjá Teiti, skrivar danska Ekstrablaðið í ummæli av nýggjastu útgávuni hjá 30 ára gamla føroyinginum Útgáva Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Talentið hevur ongantíð svitast, skrivar Ekstrablaðið, um nýggjastu útgávuna hjá Teiti Lassen, The Singer. - Tulkingin av »Syner« hjá Nikolaj Nørlund og Pet- er Laugesen er eitt av teim- um bestu sangavrikunum í hesari øldini. Við »The Singer«, har alt fellur upp á pláss, er Teitur av álvara fluttur upp á tungvektsflokk- in, skrivar blaðummælarin hjá Ekstrablaðnum, Henrik Queitsch. - Heitið er ikki tilvildar- ligt, tí ljósa og sorgblíða røddin hjá Teiti er heilt frammi í tí fínu ljóðmyndini við eini perlurøð av undir- spældum, men kortini det- aljuríkum og gjøgnumhugs- aðum arrangementi, sum er merkt av djúphugsaðum brúki av blásarum. Tónleikurin er spældur inn í konsertsalinum á feriu- hotellinum hjá vermóðurini í Gotlandi uttan fyri háárstíðina. Hetta setir sín dám á útgávuna, sum er ein sertøk blanding av »nærmest ende- løst rum og åndløst nærvær. På en gang teatralsk og fuld- stændig nøgent. Mere ord- rige kompositioner end traditionelle sange. Krystall- isk smukt og uendelig vemodigt. Som at høre blad- ene falde af træerne, skrivar Ekstrablaðið, sum gevur Teiti Lassen fimm av seks møguligum stjørnum. Fimm stjørnur til Teit Ummælarin hjá Ekstrablaðnum hálovar nýggjastu útgávuni hjá Teiti Lassen, The Singer Mynd: Playground