Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2008 Eftir at hava sent sendingarnar á God Channel í mong ár, hevur Televarpið nú skift yvir til norsku rásina TV Visjon Norge. - Hetta verður kortini bert gjørt í eini royndartíð, verður sagt úr Televarpinum Sjónvarp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Byrjað varð við hesum sendingunum seinasta fríggjadag, og líkt er til at fólk eru fegin um sendingarnar. Serliga stór man gleðin kortini vera millum tað eldra ættarliðið, sum dámar væl at hyggja eftir andalig­ um sendingum á sjónvarps­ skíggjanum. Tey á Televarpinum eru vitandi um, at fleiri teirra ikki hava skilt so væl ta ensku taluna sum nýtt verð­ ur á God Channel. ­ Tá vit so royndu at fáa signalið frá Visjon Norge inn ­ og tað eydnaðist okkum ­ ja, so byrjaðu vit bara at senda frá teimum, sigur Laila Hentze, stjóri. Enn hava tey í Televarpi­ num ikki tikið støðu til, hvussu leingi tey fara at senda sendingarnar hjá Visjon Norge í hesum umfarinum. Royndartíð TV Visjon Norge er fyrsta kristna sjónvarpsrásin í Norðurlondum, sum sendir 24 tímar sjónvarp um sam­ døgrið. Hetta hevur verið gjørt síðani í mars mánaði 2003. Rásin verður fyrst og fremst fíggjað umvegis gáv­ ur frá trúføstum stuðlum, sum taka undir við visjónini um at røkka norðmonnum, svium, dønum ­ og nú eisini føroyingum ­ við gleðiboð­ skapinum. Í dag hevur rásin fleiri enn 30 fólk í arbeiði, og arbeiðir bæði innan sjón­ varp, útvarp, neyðhjálp, missión, umsorgan, bíbil­ skúla og kirkjur. Fyrimunurin hjá føroy­ ingum er, at tey skilja norska málið sum verður borið fram í sendingunum, og kenna helst eisini fleiri av talarunum og nógvar av sangunum, sum verða frambornir. Hóast rásin sendir alt samdøgrið í Noregi, Svøríki og Danmark, er ikki vist at føroyingar fáa møguleika at síggja allar sendingarnar. ­ Vit fara nú at hava hesa rásina opna í eina tíð, og so fáa vit at síggja, hvussu vorðið verður víðari fram, sigur Laila Hentze. Á Televarpinum sást God Channel frá klokkan 22 til 18. Visjon Norge sæst nú hjá Televarpinum God Channel er avloyst av TV Visjon Norge í eina tíð á Televarpinum Mynd: Jens Kristian Vang Komandi vikuskifti fáa hvítusunnusam- komurnar Filadelfia og Evangeliihúsið í Havn vitjan úr Íslandi. Tað er fyristøðuparið í Filadelfia, Reykjavík – Ester og Vørdur Traustason – sum koma á vitjan Samkomur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Millum hvítusunnu­ samkomurnar i Íslandi og í Føroyum hevur altíð verið eitt ávíst samstarv, har samkomuleiðarar regluliga hava vitjað hvønn annan. ­ Sum heild kenna før­ oyingar seg tættari knýttar at íslendingum enn hinum norðanlondunum, sigur Tummas Jacobsen, fyri­ støðumaður í Filadelfia í Havn. Og hann leggur aftrat: ­ Tað er eitt betri forstáilsi av hugsunnarhátti og mentan okkara millum, og teir føroyingar, sum hava vitjað í Íslandi hava kent fjálga hjartalag íslendinga til føroyingar. Nú fáa tey í føroysku samkomunum høvið at vísa hetta sama fjálga hjartalagið mótvegis íslendsku gestu­ num, sum fara at prædika og undirvísa um vikuskiftið fyri samkomulimunum og øðrum áhugaðum. Umframt hetta fara tey eisini at greiða frá tí, sum rørist innan íslendskt kirkjulív og hvussu teirra egna hvítusunnurørsla er skipað. Hetta hevur helst stóran áhuga millum føroyingar, tí her á landi finst eingin hvítusunnurørsla, men fleiri hvítusunnusamkomur, sum hava eitt gott samstarv sínámillum. Vitjanin hjá Ester og Vørdur Traustason byrjar leygardagin við undirvísing í Filadelfia, og heldur síðani fram sunnudagin við morgunmøti í Filadelfia og møti um kvøldið í Evangeli­ ihúsinum. Munur á samkomum Hóast vit liggja lið um lið í Norðuratlantshavi, er íslendska kirkju­ og sam­ komulívið nógv øðrvísi enn í Føroyum. ­ Hjá okkum er ein djúp og rótfest gudstrúgv í fólkinum, men soleiðis er ikki í Íslandi. Og tí hava eisini nógvir føroyingar verið í Íslandi fyri at hjálpa til við teirri kristnu boðanini, greiðir Tummas frá. Hóast hetta, hevur Hvítu­ sunnusamkoman í Reykja­ vík staði í støðugum vøkstri hesi seinastu árini, og telist ídag millum tær stóru samkomurnar. Tey hava rættuliga mong tiltøk, t.d. jólakonsertir og almenna innsavnan til at hjálpa fátøkum, bara fyri at nevna nakað. Seinni í vár fara tey at hava ein serstaka konsert, har løgreglusang­ kórið í Reykjavík fer at syngja saman við øðrum sangarum. ­ Hetta tiltakið er gjørt fyri at hjálpa til at økja um ferðslutryggleikan. Í hesum sambandi fara einir 40 motorsúkklukoyrarar at luttaka. Fyristøðumaðurin, Vørdur er ein teirra!, sigur Tummas. Umframt boðanina, fara Ester og Vørdur somuleiðis at greiða frá tí stóra arbeiðinum, sum Filadelfia, Reykjavík stendur í, og øllum teimum mongu til­ tøkum sum tey skipa fyri. Vilja knýta sterk bond við Ísland Savna pening til Bibliarium Danmark: Í hesum døgum verður arbeitt við eini ætlan um at stovnseta eitt mentanarhús einaferð í framtíðini við tí endamáli at siga frá søgunum í Bíbliuni, serstakliga ætlað børnum og ungum. Verkætlanin við heitinum "Bibliarium" fekk mánadagin 500.000 krónur í stuðli frá Den Folkekirkelige Udviklingsfond. Hetta hevur givið fyrireikarunum dirvi at halda á við arbeiðinum, sum er at líkna við vísindaligu ætlanina við Experimentarium í Keypmannahavn. Fríkirkjur geva mest Noreg: Limirnir í fríkirkjunum eru tey, ið gera mest brúk av skipan­ ini við skattafríum gávum. Í miðal gevur hvør limur einar 9000 kónur til Frikirken og Misjonsforbundet, og er hetta nærum tríggjar ferðir so nógv sum limirnir í norsku fólkakirkjuni geva í miðal. ­ Hetta er eitt úrslit av skipaðum arbeiði og stórum engagementi frá samkomunum, sigur skrivstovuleiðarin í Misjonsforbundet, Yngve Brosstad við blaðið Vårt Land. Tað er kortini eingin kirkja ella samkoma sum kann kappast við hvítusunnurørsluna. Bara í fjør lótu limirnir í alt 64 mió krónur í gávum til rørsluna. Ester og Vørdur Traustason vitja í Føroyum um vikuskiftið