fríggjadagur 15. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2008
13
viðmerkingar
Í samband við kjakið, sum
er íkomið orsakað av, at vit
27 nýútbúnu pedagogar
fingu 11,3 í miðal til
okkara endaligu próvtøku,
halda vit, at vit sum flokk
ur vilja koma við okkara
íkasti. Ikki tí at vit halda,
at vit skulu verja okkara
úrslit, men sum orðafellið
sigur: “Tann sum tegir,
hann samtykkir”. Í odda
grein í Dimmulætting 11.
februar verður sagt, at ein
ikki hevur hoyrt nakað frá
okkum tey árini, vit hava
lisið, men nú fáa tit
heiðurin.
Hetta høga miðatal hevur
vakt ans og sett eitt kjak í
gongd viðvíkjandi pedagog
útbúgvingini í Føroyum,
og fleiri eru, sum seta
spurnartekin við dygdina í
okkara útbúgving.
Dimmalætting hevur í
oddagrein 11. februar 2008
eina heldur speiska odda
grein um okkum “yvirkvali
fiseraðu pedagogar”. Sam
stundis sum kritisku eyg
uni venda sær móti skipan
ini og próvdømingini, so
sigur skrivarin: ”Her skal
ongin gleði takast frá
teimum, sum hava fingið
eitt gott prógv. Tey hava
tað ivaleyst uppiborið”.
Ja, vit hava uppborið okk
ara prógv, tað ætla vit ikki
at lata nakran iva vera um.
Sambært teimum gald
andi kunngerðum og reglu
gerðum, sum skapa ramm
urnar fyri pedagogútbúgv
ingini, so hava vit klárað
okkum so væl til endaligu
próvtøkuna, at 7 lesandi
fingu 10, 13 lesandi fingu
11, og 7 lesandi fingu 13.
Tá vit søktu inn á Føroya
Læraraskúlan, vóru vit 25,
sum byrjaðu 1. árið á
pedagogútbúgvingini. Vit
vóru vald út millum 136
umsøkjarar. Hetta vilja vit
vísa á, tí tað sigur, at tað
var ikki lætt at sleppa inn á
útbúgvingina. Aldurin hjá
okkum, tá vit byrjaðu, lá
millum 21 og 45 ár, um
framt at fleiri av okkum
høvdu aðrar útbúgvingar
og nógvar royndir.
Sambært kunngerð K. nr.
13 frá 24.01.1990 um
námsfrøðiliga útbúgving
stendur um
endapróvtøkuna:
§ 21. Grundarlagið
undir próvtøkuni er ein
synopsa.
Stk. 3. Til próvtøkuna
skal tann lesandi kunna
prógva, at hann hevur
ognað sær
– innlit í sambandið
millum námsfrøðiligar/
sosialfrøðiligar spurningar
og samfelagslig viðurskifti,
og í verumáta og lívsviður
skifti hjá tí einstaka
menniskjanum,
førleika í – bæði eftir
ástøðiligari vitan og vitan í
royndum – at greina
námsfrøðiligar og
siðalagsligar spurningar,
og taka avleiðingar av
teimum í verki,
evni og innlit í at draga
allar tættir í útbúgvingini
inn í námsfrøðiligu
avgerðirnar undir skiftandi
umstøðum.
Hetta eru krøvini til okk
ara endapróvtøku, og hava
vit klárað væl at liva upp
til hesi krøv, síðani vit hava
fingið so frálík próvtøl.
Tað hevur eisini verið
frammi, at vit bara hava
eina próvtøku, men tað er
ikki heilt rætt. Hvørt ár, vit
hava lisið, hava vit verið í
starvsvenjing, og hevur
okkara starvsvegleiðari
skula góðkent okkum. Vit
hava sostatt verið viðgjørd
hvørt ár, um vit eru egnað
at halda áfram. Í samband
við hvørja starvslæru hava
vit skrivað eina starvslæru
uppgávu og havt eina fram
løgu. Í hesum sambandi
verður okkara avrik bara
góðkent ella ikki góðkent.
Hóast tað hava vit arbeitt
sum hestar, sum um tað var
ein avgerandi próvtøka við
karakteri! Hví gjørdu vit so
tað? Jú, tí hvør einstakur
av okkum ynskir veruliga
at gera sítt besta, og ikki
bara koma sovandi ígjøgn
um, sum onkur vil vera
við, at vit gera!
Seinasta hálva árið hava
vit skrivað eina serlestrar
uppgávu ella høvuðsupp
gávu, har vit eru farin í
dýpdina við sjálvvaldum
evni. Vit løgdu lív og sál í
hetta arbeiðið, men fyri
síðani at uppliva at fáa ein
felags mail, at allir
serlestrar vóru góðkendir.
Aftur tá spyr ein seg
sjálvan, hví ein leggur so
nógva orku í tað. Tá vit so
koma til endapróvtøkuna,
vita vit, at vit langt um
leingi fáa eitt tal, ein
karakter, sum vit føla
næstan skal umboða alla
okkara tíð á Føroya Lærara
skúla. – Hóast tað vita vit,
at karakterurin bara er fyri
avrikið próvtøkudagin. – Tí
løgdu vit um nakrantíð alla
orku í at fyrireika okkum
til endaligu próvtøkuna!
Eisini vita vit, at hesin
karakterur er avgerandi,
um vit ynskja at útbúgva
okkum víðari.
Ja, vit halda, tað eiga at
vera fleiri próvtøkur á
pedagogútbúgvingini, tí
tað hevði skapt meira
nøgdsemi fyri tað arbeiði,
ein ger. Men høvdu fleiri
próvtøkur gjørt okkum til
betri pedagogar? Tað halda
vit ikki, tí vit hava arbeitt,
sum hava framløgur o.a
verið próvtøkur.
Tað, at vit hava bólka
próvtøkur, hevur eisini
verið eitt evni, sum hevur
verið nevnt. Jóhannes
Hansen rektari, segði í
viðtali í Dimmalætting 12.
februar, ”at í framtíðini
skal hvør einstakur taka
meira ábyrgd”. Vil tað
siga, at vit ikki hava tikið
nóg stóra ábyrgd? Hvør
einstakur tekur ábyrgd,
hóast hann er í bólki! Tað
er í tí innanhýsis kjakinum
í bólkinum, at ein mennir
sína vitan og kunnleika um
evnið! Í bólkapróvtøkuni
verða vit dømd sum
einstaklingar, øll skulu
koma líka nógv framat, og
í kjakinum millum lærara,
lesandi og próvdómarar
skulu øll taka lut og vísa,
at tey hava fatað tann
ástøðiliga og tann praktiska
partin. (Annars høvdu vit
onki havt ímóti at farið til
einstaklingapróvtøku.)
Í samrøðuni við rektaran
verður sagt, at bert ein av
próvdómarunum hevur
hægri útbúgving, meðan
teir námsfrøðiligu próv
dómararnir bert hava van
liga pedagogútbúgving.
Her vilja vit vísa á, at báðir
námsfrøðiligu
próvdómararnir hava tikið
eftirútbúgving.
Vit skilja væl, um rekt
arin nýtir hetta høvið til at
fáa myndugleikarnar til at
seta broytingar í verk. Vit
kunnu vera samd í, at vit
eiga at diskutera verandi
kunngerð fyri pedagog
útbúgvingina, og at tíðin er
komin til at dagføra skipan
ina. Vit kunnu eisini vera
samd í, at vit kunnu kjak
ast um bólkapróvtøkur ella
einstaklingapróvtøkur, ella
eina kombinatión av báð
um. Vit halda, at okkara
høga miðaltal vísir, at
pedagogútbúgvingin kann
væl fara upp á hægri støði.
Men tann mytan, vit vilja
gera av við, er, at dygdin í
okkara útbúgving skal vera
verri enn tilsvarandi
útbúgving í t.d. Danmark.
Tað kann væl vera, at
kunngerðin fyri útbúgv
ingina ikki er dagførd
síðani 1990, men tað
merkir ikki, at innhaldið í
útbúgvingini enn byggir á
ástøðiligar fatanir frá
80unum. Nei, undirvísing
in á Føroya Læraskúla
hevur fylgt væl við tíðini,
og er dygdin í tí námsfrøði
ligu og sálarfrøðiligu fatan
ini á líka høgum støði sum
í okkara grannalondum.
Okkara uppgáva til
próvtøkuna var at prógva,
at vit duga at tvinna nútíð
ar ástøði saman við tí
dagliga pedagogiska
arbeiðinum, og tað hava vit
gjørt til fulnar. At tað fær
onkran at pástanda, at vit
eru ”yvirkvalifiserað” til at
”ansa” eftir børnum, sigur
meir um tey enn um
okkum. Hevði nakar
funnið upp á at tosa um ein
yvirkvalifiseraðan lærara,
ella skulu børnini ikki hava
tað besta, meðan tey eru
smá. Hevur tað ikki
týdning fyri menningina
hjá børnunum, at tey møta
kvalifiseraðum fólki,
áðrenn tey koma í skúla?
Tað, at vit fáa ávikavist
10, 11 ella 13 til endaligu
próvtøkuna á pedagogút
búgvingini, ger ikki okkum
til serfrøðingar innan
psykiatri, men tað sigur, at
vit eru ein árgangur av
dugnaligum pedagogum,
sum vónandi koma at ríka
føroyska samfelagið við
okkara vitan og okkara
ágrýtni eftir at gera eitt
gott arbeiði. Hvørki meir
ella minni. Vit eru errin av
okkara avriki og kunnu
hyggja ein og hvønn í
eyguni, tí vit hava arbeitt
fyri tí og ikki fingið nakað
forerandi.
Nú gleða vit okkum til at
fara til verka í vøggustov
um, barnagørðum, viðgerð
arstovnum, frítíðarskúlum,
bústovnum og aðrastaðni,
har vit fáa gjørt brúk av
okkara fakliga førleika, at
vera um menniskju.
Vegna 27 nýútbúnar
pedagogar
Elin. n. W.
TausEn
Yvirkvalifiseraðir pedagogar?
Nýggja landsstýrissam
gongan hevur í sínum
skjaldarmerki m.a. sam
haldsfesti, rættartrygd og
íverksetan. Men tó smæð
ist samgonguleiðarin ikki
við, áðrenn samgongan
byrjar virki sítt, at fyri
sláa, at áleggja eysturoy
ingum og norðoyingum
ein serligan sandoyar
skatt, broyta lóg við aftur
virkandi kraft og taka
hugskot frá íverksetarum
Eitt av bestu og mest gjøgn
umarbeiddu hugskotum frá
íverksetarum í føroyskari
søgu sá dagsins ljós við
framløguni av prosjekti
num um Skálafjarðartunn
ilin. Prosjektið bygdi á, at
privatir skuldu gjøgnum
føra ætlanina uttan eitt
klovið oyra ella nakra sum
helst trygd frá, ella váða
hjá tí almenna. Haraftur
ímóti skal tað almenna fáa
íløguna forerandi, tá ið hon
er afturgoldin.
Øll politisku
veljarafeløgini mótmæltu
Hesum tók eisini ein stórur
meiriluti (220) undir við
og ongin var ímóti fyri
sløkum ári síðan, tá ið
uppskot til samtyktar var
fyri í løgtinginum, um at
táverandi landsstýrismaður
í vinnumálum, Bjarni Djur
holm, fór undir samráð
ingar við íverksetararnar
av Skálafjarðartunlinum
um neyvari ásettar treytir.
Men Djurholm súltaði
málið og hesum mótmæltu
øll politisku veljarafeløgini
í Eysturoynni í juli mánaði
í fjør. Djurholm bedýraði,
at hetta ikki var so og hann
fór til val uppá, at “royndir
skapa úrslit” uttan at nakað
úrslit hevði sæð dagsins
ljós hvat Skálafjarðar
tunlinum viðvíkti.
Samgongan snarað 180 stig
Tí er tað nú gjørligt hjá
nýggju samgonguni at
snara 180 stig og taka
málið frá íverksetarunum.
Soleiðis kunnu “royndir
nar” hjá Djurholm vera
orsøk til, at tunnilin verður
seinkaður ella í ringasta
føri als ikki verður gjørdur!
Men fyri at kunna taka
hugskotið frá íverksetar
unum má nýggja sam
gongan fyrst avtaka
uppskotið til samtyktar ella
samráðast soleiðis, at onki
úrslit fæst.
Samhaldsfesti, rættar
trygd og íverksetarar
settir til viks
Úrslitið av hesi nýggju støðu
hjá samgonguni er, at:
Ætlanin verður seinkað
ella í ringasta lagi dettur
heilt burtur
Samfelagssparingin upp
á fleiri 100túsund krónur
um dagin verður mist í
óneyðuga tíð ella verður
heilt mist
Tunnilsgjaldið verður
munandi hægri enn
neyðugt
Serliga eysturoyingum
og norðoyingum verður
harvið álagdur ein serligur
sandoyarskattur
Rættartrygdin er í vanda,
tá ið lóggivið verður við
afturvirkandi kraft
Álitið hjá íverksetarum á
landsmyndugleikarnar er
vekk
Samgongan setur sostatt
bæði samhaldsfesti og
rættartrygd til viks og
vanvirðir íverksetarar.
Íverksetarar kunnu ikki hava álit á
føroyskum myndugleikum
Johan
PETErsEn
sum annars ikki hevur ætlanir um at "blanda
seg" í politikk
Í dag frættist í tíðindunum á middagi, at nú er
okkurt á breddanum millum donsku stjórnina
og Føroya Landsstýri.
Hettar fær undirritaða at seta fram spurningin:
Er danska grundlógin galdandi fyri
yvirtikin sermál eftir 1948??
Og hvat hendir, um heimastýrið lóggevur í
sermálum kontra donsku grundlógina, um
hendan er galdandi?
Danska Grundlógin/
Føroyska
Stýrisskipanarlógin
Tórshavn
Johan M.
rEsTorff