Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2008 35 lýsingar Leyst starv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Reingerðarfólk til Býlingshúsið millum Gilja Søkt verður eftir einum reingerðsfólki at arbeiða 2 tímar um dagin, eftir kl. 17.15, at byrja 3. mars 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum millum Gilja, Postboks 3165, 188 Hoyvík í hendi seinasta lagi fríggjadagin 22. februar 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara, telefon 31 83 72 ella 27 25 45. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Stuðlar til Stuðulstoymið í Suðurstreymoy Søkt verður eftir 2 stuðlum til Stuðuls- toymið í Suðurstreymoy. Ein til at arbeiða 40 tímar um vikuna og ein fastan avloysara 30 tímar um vikuna. Stuðulstænastan hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan til brúkarar um alt landið. Stuðulstænastan kann bjóða: • Eitt spennandi arbeiðspláss við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning • Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp • Samávirkan á gerandis uppgávur • Kunning í arbeiðinum og supervision Lønar- og setunartreytir: Talan er um føst størv innan Nærverkið og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld-, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært av- varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa hjá økisleiðaranum Odu Jóhansdóttir, tlf. 554021 og deildarleiðaranum Regin Johansen, tlf. 360000. Starvið verður sett 15.03.2008 ella skjótast aftaná. Umsóknir skulu sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan stílað.: Regin Johansen Argjavegur 26 160 Argir Umsóknarfreist: 1. mars 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.