Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2008 37 lýsingar P/F Viking Seafood søkir eftir fólki at taka sær av dagliga bókhaldinum og øllum fíggjarligu uppgávunum á virkinum. P/F Viking Seafood er ein av alifyritøk- unum her á landi. Vit hava alistøðir á Funningsfirði og á Kaldbaksfirði og hava kryvjivirkið og søludeild á Strondum. Fyri at halda skil á fíggjarviðurskiftum okkara, hava vit brúk fyri einum dugnaligum fólki, sum kann taka sær av lønarfyrisitingini, allari bókføringini og at gera tær fíggjarligu uppgerðirnar, sum eru neyðugar hjá dagligu leiðsluni, fyri at hava tey kravdu stýringsamboðini. Tað eru tíðarskeiðsroknskapir og ymiskar hagtalsuppgerðir, sum kunnu fáast frá teimum dagligu skrásetingunum. Í høvuðsheitum væntar leiðslan, at bók- haldarin/fíggjarleiðarin tekur sær av: • lønarfyrisitingini • at føra bókhaldið • at gera tíðarskeiðsroknskapir fyri deildirnar • at gera ársroknskapin fyri felagið • at menna og samskipa innanhýsis mannagongdir á virkinum • at hjálpa dagligu leiðsluni at gera fíggjarætlanir • at fylgja við ætlanunum og samanhalda tær við roknskapin • at hjálpa til á øðrum økjum, tá tað krevst Fyri tann rætta persónin er hetta eitt av- bjóðandi, spennandi og mennandi starv, har tú kemur at arbeiða rættiliga sjálv- støðugt, tó í tøttum samstarvi við arbeiðs- felagum. Vit krevja ikki, at tú hevur lokið nakra ser- liga ástøðiliga útbúgving, men at tú kanst røkja tær uppgávur, ið starvið krevur, og ert lættur/løtt at samstarva við. Lønarviðurskiftini verða avtalaði við leiðsl- una. Tey, ið ætla at søkja, kunnu senda mail til bj@viking-seafood.fo ella senda skrivliga umsókn við prógvum og møguligum um- mælum í seinasta lagi 27. februar 2008 til P/F Viking Seafood Heygsstøð 2 490 Strendur Stílað Brandi Jacobsen, stjóra Um møguligir spurningar eru, kanst tú ringja til Brand á fart. 585051 BÓKHALDARI/ FÍGGJARLEIÐARI VIKING SEAFOOD P/F Heygsstøð 2 · 490 Strendur · Tel 449010 · Fax 449410 Aðalfundurin viðger hesi mál: 1. Val av orðstýrara 2. Ársfrágreiðing formansins 3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins 4. Møguligar lógarbroytingar 5. Limagjald fyri komandi ár 6. Nevndarval 7. Val av grannskoðara 8. Ymiskt Á aðalfundinum greiður Annlis Bjarkhamar, samskipari, frá evnisdegnum og verkætlanini ”At síggja við hjartanum”, ið snýr seg um avvarðandi hjá sálarsjúkum. Øll eru hjartaliga vælkomin Sinnisbati Sinnisbati aðalfund Leygardagin 16. februar kl. 15.00 hevur Sinnisbati aðalfund í Miðlahúsinum miðlahúsið í Vágsbotni INSPIRATION COMES STANDARD 300C TOURING Frá febr. 2006 Umframt motorin hevur hann leðurkabinu við el-setrum við »memory« í førarasetrinum, stórt flott anlegg við 288 watt forstyrkjara og 6 hátalarum, xenon forlyktir, 18” felgur, fartpilot og zonudeilt klimaanlegg. Bilurin er á goymslu kr. 380.000,- Tel. 21 73 82 3.0 V6 diesel, 218 HK við aut. gear. Hetta akfarið við tí ótrúliga flotta sniðinum, hevur ein stóran, men umhvørvisvinarligan motor frá Mercedes-Benz. STUDIO PEGASUS tlf 456500 Studio Pegasus – ein kreativur orkudepil Ljóð- og videolýsingar Videoupptøkur og redigering Tónleika/fløgu-upptøkur