fríggjadagur 15. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 • 15. februar 2008
Vikuskifti
20
Íbúð – undir Kongavarða, Argir
Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m² til støddar og
harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum
er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon
er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta,
inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm /
vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala,
hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í
friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi
við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli
og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur
panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin.
Prísuppskot: kr. 1.755.000,00
Raðhús undir Kongavarða, Tórshavn
Innilokaðu raðhúsini eru í 3 hæddum – í alt 209 m2. Harafturat er bilskýli. Húsini verða gjørd liðug uttan, og alt verður
gjørt liðugt uttan um húsini. Húsini eru klár til yvirtøku uml. 1. oktober 2008. Hetta er gjørt við yvirtøku: Miðhæddin:
Betondekk er lagt í, trappuveggirnir eru beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, vatn-, hitarør og ljósleiðari er lagt inn, har bryggersið er ætlað at vera. Ovasta hædd:
Betondekk er lagt í, trappuveggurin er beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, loftið er bjálvað og klárt at revla til gipsklædning. Niðasta hædd: Gólvið er stoypt,
trappuveggirnir eru beton, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara tekningum og dósir settar upp. Søkjast kann um
afturrindan av mvg. tó í mesta lagi kr. 150.000,00. Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera
gott útsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin.
Prísuppskot 2.297.000,00
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum.
Hevur tú hug til at selja?
– Vinaliga, set teg í samband við okkum
Sethús : Grønlandsvegur 60, 100 Tórshavn
Hugnalig sethús við stórum ”atelieri” og garasju. Húsini
eru í einari hædd á 167 fermetrar og hartil er garasja á 25
fermetrar. Húsini eru klødd við timbur, hava trævindeygu
og aluminiumtak. Har er inngongd, durur, gongd, 2 wc,
stova, køkur, bryggers, hjúnarrúm, stórt baðirúm við
brúsu og baðikari, 2 kømur, atletier, og hjallur. Húsini eru
væl egnað til bústað eins og til vinnuligt endamál so sum
teknistovu o.a. Urtagarður er niðanfyri húsini, sum standa
stutt frá miðbýnum við sera góðum útsýni yvir Havnina
og Nólsoyarfjørð.
Prísuppskot : 2.500.000,00
Sethús : Folagerði 5, 100 Tórshavn
Húsini eru í einari hædd á 100 fermetrar. Grundøkið er
698 fermetrar. Byggiár 1960/2003. Húsini eru gjørd av
nýggjum frá 2003 til 2008. Tað einasta, sum stendur eftir
av tí gamla húsinum, er grundin, undirsløgini, sperrurnar
og ketilin. Tað er drenað av nýggjum bæði frammanfyri
og aftanfyri húsini, umframt at alt er steinsett av nýggjum
omanfyri húsini. Allar rørinnleggingar eru eisini gjørdar
av nýggjum, og oljutangin er skiftur. Húsini eru stoypt
heilt upp, klødd við timbri, hava trævindeygu og dekra-
tak. Innrætningur: durur, fýrrúm/ vaskirúm, gongd,
baðirúm, køkur/ stova og 2 kømur. Núverandi eigarar
hava fingið játtandi svar at byggja út omanfyri húsini.
Húsini standa í sera veðurgóðum umhvørvi.
Prísuppskot : 2.500.000,00
Sethús : Argjavegur 12, 160 Argir
Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd 114 fermetrar.
Grundøkið er 314 fermetrar. Byggiár: 1954. Húsini eru
stoypt heilt upp, eru klødd við timbri, træ vindeygu og
aluminiumstak. Ymiskar umvælingar hava verið, tey
seinastu árini. Húsini blivu bjálvað og klødd við timbri í
1995 og takið bleiv eisini skift tá. Í 2003/04 varð niðasta
hæddini innrættað og oljufýringin og vindeyguni í
niðastu hæddini skift. Køkurin varð skiftur 2004. Í mið-
hæddini er gongd, køkur og stova. Í ovastu hæddini er
gongd, baðirúm og 3 kømur. Í niðastu hæddini er 2
kømur, vaskirúm/brúsirúm, wc, kjallararúm/fýrrúm.
Prísuppskot : 1.700.000,00
Sethús - Argjavegur 41B, 160 Argir
Húsini eru í 3 hæddum, miðhædd og kjallari 67 m2 hvør,
umframt óinnrættað loft uml. 35 m2. Grundøkið er 543
m2. Í miðhæddini eru nýmótans køkur, stova, 2 kømur,
baðirúm, gongd, hjallur og vindfang. Í kjallarahæddini er
sjálvstøðug íbúð við køki, stovu, kamari, baðirúmi og
gongd, umframt kjallara-/fýrrúm. Loft sum er óinnrættað
kann innrættast. Húsini eru í góðum standi, standa í
friðarligum, barnavinarligum og veðurgóðum umhvørvi,
og hava rímiligt útsýni. Byggiár: 1964
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Virkisbygningur: Norðadalur, 178
Norðradalur
Talan er um eina 1500 m2 stóra nýggja høll sum kann
nýtast til ymisk endamál. Høllin er í løtini útgjørd við
biofiltur og stórum smolttangum. Høllin stendur á
leigaðum økið, 11.321 m2 . Á sama øki eru eisini lutir og
aðrir bygningar sum hava verið nýttir til alivirksemi,m.a.
vatnhús,byrging, startfóringshøll við køki, skrivstovu, wc,
eisini eru kør,tangar, biofiltur og eltalva. Væl egnað til
ymiskt virksemi, sera gott til hestar. Høllin kann nýtast til
ríðuhøll, stødd og hædd kann sammetast við eina stóra
ítróttarhøll. Ferðavinna, ítróttur, er eisini ein møguleiki.
Økið liggur í sera vøkrum góðum og sløttum umhvørvi,
ein hugnalig á rennur framvið økinum og vakurt útsýni
yvir á Hest og Koltur við Sandoynni í baksíðuni.
Verður selt samlað ella hvør sær um nøktandi boð verður
givið.
Sethús: Undir Gøtuni 10, 210 Sandur
Húsini eru í 3 hæddum, herav miðhædd uml. 60 m2 og
loft uml. 30 m2 og kjallari uml. 60 m2. Grundøkið er 690
m2. Á loftinum eru 3 kømur, wc og útloft. Í miðhæddini
eru køkur við kova, stór stova, kamar, baðirúm og gongd.
Kjallarin er partvís uppdeildur í smærri rúm. Kjallur á uml.
8 fermetur niðanfyri húsini. Her er talan um eldri sethús í
barnavinarligum, friðarligum umhvørvi og sera góðum
útsýni. Húsini hava nýggja klæðing á suður og eystursíðu,
umframt nýggj vindeygu. Byggiár: uppr. uml. 1900.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús: Víkavegur 6, 700 Klaksvík
Húsini eru í 3 hæddum - hvør hædd á uml 61,5 fermetrar.
Grundøkið er 295 fermetrar. Byggiár: 1948 . Húsini eru
stoypt heilt upp, klødd við aluminiumplatum, tann
sunnnara síðan av húsini er klødd við timbur í 1994.
Húsini blivu í 1974 total renueraði. Síðani 2002 hevur man
skift vindeyguni út til plastikvindeygu, tey flestu gólvini,
fleiri innveggir og hurðar. Í miðhæddini er gongd, køkur,
stova og trappu niðurgongd. Í ovastu hæddini er gongd,
hjúnarrúm, brúsirúm, wc og 4 kømur. Í niðastu hæddini er
niðurgongd, køkur/ stova, kjallararúm/ fýrrúm. Húsini
hava sera vakurt útsýni yvrir Klaksvíkina.
Prísuppskot : 1.550.000,00
Handils-og
skrivstovubygningur:
Á
Sondum 14, 360 Sandavágur
Kjallari: Handilshøli og trappa uppá miðhæddina + eitt
kjallararúm. Miðhædd: Handilshøli, tekøkur og trappa
uppá loftshæddina. Loft: Handilshøli, wc og klárt til te
køk. Frágreiðing: Bygningur í trimum hæddum, stødd
hvør hæddin 90 m2 + ein garasja 23 m2. 2 leigumál eru í
bygninginum og loyvið fyriliggur at byggja eina hædd
uppá garasjuna. Bygningurin liggur væl fyri mitt í gomlu
bygdini og parkeringsøki er til ognina.
Húsini verða seld um nøktandi boð verður givið!
Virkisbygningur Húsagarður,
513 Syðrugøta
Talan er um Køstin í Syðrugøtu, sum er ein stoypt grund
– 209 fermetrar – sum stendur oman móti sjóarmálanum.
Møðuleiki er at gera ein kantórbygning omaná grundina
og loyvi er til tað.
Prísuppskot : 295.000,00
Sethús : Mouritsarvegur 1, 188 Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum – samlað búvídd uml. 230
fermetrar og ein krúpikjallari á 40 fermetrar umframt ein
garaga á 40 fermetrar. Grundøkið er 538 fermetrar.
Byggiár: 1983. Húsini hava hava stoypta grund, eru klødd
við timbur, hava trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er
inngongd, durur, wc, køkur, stova við brenniovni, gongd,
hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er
inngongd, kamar, baðirúm, stova, vaskirúm / kjallararúm,
hjallur og krúpikjallari / fýrrúm. Garður og urtagarður er
runt húsini. Húsini hava gott útsýni og góðar parkerings-
møguleikar.
Prísuppskot : 2.600.000,00
Tvíhús Skopun, Skopun.
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml: 126
fermetrar. Grundøkið er uml: 72 fermetrar. Byggiár : 1920-
unum. Húsini hava stoypta grund, klødd við zink plátum
og træ, hava trævindeygu og jarn tak. Í miðhæddini er
gongd, baðirúm, køkur/ stova og kovi. Í ovastu hæddini er
gongd og 2 kømur. Í niðastu hæddini er kjallararúm/
fýrrúm.
Prísuppskot: 400.000,00
Sethús : Oysvíksvegur 12, Viðareiði.
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 270
fermetrar íroknað garasju í niðara hæddini. Grundøkið er
uml: 610 fermetrar. Byggiár: 1972. Húsini hava hava
stoypta grund, eru klødd við plastikk plátum, hava
trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er gong, køkur, stór
stova, baðirúm, hjúnarrúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er
gong, 2 kømur, goymslurúm, arbeiðsrúm, fýrrúm, hjallur
og garaga. Giring við grasplenu er kring húsini. Húsini
standa í friðarligum og natúrvøkrum umhvørvi..
Prísuppskot :1.100.000,00