týsdagur 12. juni 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 109 - 12. juni 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
C
M
Y
K
18
Nr. 109 - 12. juni 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Todi hevur allar
dygdirnar at standa
seg í stóru útlendsku
deildunum, heldur
Roy Hodgson
DM-GULL
Álvur Haraldsen/Jákup
Mørk - Parken
Tað var ein sera fegin Roy
Hodgson, sum gav sær
góða tíð til tíðindafólkini
eftir dystin sunnudagin.
Orsøkin
til
hetta
var
sjálvsøgd. í fyrsta ári sínum
sum venjari hjá FCK hevði
navnframi onglendingurin
ført liðið til gull, og sjálv-
andi vildu tíðindafólkini
hava at vita, hvørjar orsøk-
irnar til hetta vóru.
Tá venjarin varð varugur
við, at føroysk fjølmiðla-
fólk eisini vóru á staðnum,
vildi blíðskapurin ongan
enda taka.
Fantastiskur
Við føroyskum eygum er
sjálvandi serliga áhugavert,
hvørja hugsan venjarin
hevur um føroyska álops-
essið hjá sær, og spurdur
um hetta, var svarið púra
greitt, at Todi hevur verið
ein sera týðandi liður í gull-
merkjunum.
- Todi hevur verið fan-
tastiskur fyri okkum í ár.
Hann er ein veruliga stórur
spælari, og hann er eisini
eitt gott menniskja. Hvørja
ferð eg hugsi um Føroyar
ella føroyingar fólkum, so
hugsi eg um Toda. Hann
hevur snøgt sagt verið
fyrimyndarligur.
Spurdur, um hann sakn-
aði Toda undan dystinum
sunnudagin, segði venjarin,
at tað kundi hann neyvan
loyva sær at siga.
- Sigi eg tað, so sigi eg
samstundis, at hinir áleyp-
ararnir ikki eru nóg góðir,
og tað havi eg so onga
orsøk til at siga. Tað er tó
einki at ivast í, at Todi eigur
sín stóra part í hesum. vit
hava spælt 32 dystir fyri at
røkka hesum, og Todi hevur
jú verið við í einum 25 ella
26 av teimum, so hansara
partur liggur so avgjørt ikki
eftir.
- Eg kann tó ikki siga
nakað um, at eg saknaði
hann. Simpson, Fernandez
og Zuma gjørdu jú allir eitt
ótrúliga gott arbeiði í dag.
Vit hava fýra sera góðar
áleyparar til tvey pláss á
liðnum,
men
sjálvandi
royndu vit at fáa Toda
kláran. At vit arbeiddu so
nógv við skaðanum hjá
honum, sigur eisini nakað
um, hvussu fegnir vit vildu
hava hann kláran, men tað
gekk so ikki. Tíverri.
Hevur allar dygdirnar
Sum kunnugt, so er FCK
venjarin ein royndur harri,
sum hevur verið víða hvar
sum venjari. Royndirnar úr
m.a. Inter og Blackburn eru
sjálvandi nógvar, og tí átti
hann eisini at vita, hvat
hann tosar um, tá metast
skal um ymsu leikararnar.
Spurdur, hvussu tað ber til,
at hann er at síggja í einum
felagið sum FCK, sum í
altjóða høpi er eitt hampu-
liga lítið felag, sigur hann,
at so lítlir eru teir heldur
ikki.
- Vit hava 41.000 áskoð-
arar í dag, og tað er í øllum
førum tekin um, at vit ikki
eru heilt so lítlir. Um vit
kunnu standa okkum í
Europa, er so ein onnur
søga, men við at vinna
okkara egnu deild, hava vit
so syrgt fyri, at talan verður
um europeiskan fótbólt í
heyst.
- Tað at vinna sína egnu
deild, er so fyrsta stigið í so
máta. Tað fer undir øllum
umstøðum at taka langa tíð,
áðrenn FCK verður eins
stórt sum Real Madrid, og
kanska verða vit ongan tíð
so stórir. Hinvegin er tað
eingin loyna, at eg gleði
meg til at sleppa at spæla
ímóti slíkum feløgum.
At enda spurdu vit Roy
Hodgson, um Todi Jónsson
eftir hansara tykki er ein
leikari, sum veruliga kann
koma langt í yrki sínum.
- Tað er einki at ivast í, at
hann kundi verið komin til
stóru feløgini í stóru deild-
unum. Nú, tá hann nærum
er vorðin 30 ár, verður hetta
tó sera torført hjá honum.
Eisini tí hann ofta hevur
trupulleikar av skaðum.
- Hinvegin skal eg siga, at
spyrt tú meg, um Todi
hevur tær dygdir, sum
skulu til fyri at standa seg í
ensku premier-league ella í
italsku seriu A, so er svarið
ja. Tað hevur hann so av-
gjørt dygdirnar til.
Hanna Adam Jónsson
var sjálvsagt
ovurfegin, tá tað
sunnudagin var
greitt, at Todi Jónsson
og teir í FCK hava
tryggjað sær
gullmerkini
DM-GULL
Jákup Mørk
Millum mongu føroysku
áskoðararnar, sum sunnu-
dagin vóru í Parkini, var
eisini
mamma
Toda
Jónsson,
Hanna
Adam
Jónsson. Hóast hon ikki
slapp at síggja sonin royna
seg,
frøddist
hon
um
úrslitið, og eins og hinir
áskoðararnir hevði eisini
hon havt eina risa stóra
uppliving.
- Tað var kanska eitt
sindur ringt í byrjanini, tí
Todi ikki var við, men hann
kom so á vøllin seinni, tá
alt
skuldi
feirast.
Spenningurin var eisini
øgiliga stórur hjá mær, tí eg
visti, hvussu glaður Todi
fór at vera, um hetta fór at
lukkast hjá teimum.
Hetta er ikki fyrsta
ferðin, at Hann er í
Danmark at hyggja at
fótbólti.
- Nei, vit plaga at fara
niður soleiðis av og á. Hetta
er triðja ferðin hjá mær
hetta kappingarárið, og
annars
hava
fleiri
í
familjuni verið og vitjað.
Eg haldi eisini, at Todi er
fegin um vitjanirnar, tí so
veit hann, at vit øll stuðla
honum.
Keypti nýggja parabol
Hanna sigur annars, at hon
alla tíðina hevur fylgt sera
væl við, hvussu tað hevur
gingist hjá soninum.
- Nú hevur Todi spælt
fótbólt síðani hann var seks
ára gamal, og eg havi altíð
fylgt væl við. Bæði meðan
hann spældi við KÍ og B36
fylgdi eg altíð væl við, og
sjálvandi havi eg eisini
gjørt tað, meðan hann
hevur spælt niðri.
- Sjónvarpið plagar jú at
senda frá dystunum, men
vit máttu so keypa eina
størri parabol, fyri at síggja
3+. Teir senda jú beinleiðis
frá fleiri dystum, og tá so
er, sita vit øll heima í
stovuni og fylgja við.
Seinni um kvøldið er
Onside, so sunnudagarnir
hjá okkum fara aloftast
fram
framman
fyri
sjónvarpinum.
Eins og flestu hinir
føroyingarnir
í
ferða-
lagnum, so fór Hanna heim
til
Føroya
mánadagin.
Hóast
hon
væl
kundi
hugsað sær at sæð seinasta
dystin í Odense, so hevur
hon ikki stundir til hetta,
men nú hevur hon so fingið
vissu fyri, at sonurin er
vorðin danskur meistari.
Mamman var og hugdi
Tað var ein errin mamma,
sum sunnudagin kundi
staðfesta, at sonurin er
vorðin danskur meistari í
fótbólti. Við liðina av Hannu
stendur versonurin, Georg
Rasmussen, sum eisini var
komin at hyggja at dystinum
Mynd: Jonhard Hammer
Todi hevur verið fantastiskur
Hann er ein veruliga stórur
spælari, og hann er eisini eitt
gott menniskja, sigur Roy
Hodgson um føroyska
álopsessið
19
Hús í Danmark
til sølu
Hesi sera spennandi húsini við stórum nýgjørd-
um hava, við innigyrdum svimjihyli verða seld,
innbúgvið kann fylgja við.
Húsini eru 130 m2 og hava 3 kømur, stovu við
brenniovni, køk, baðirúm við gosbaði, vaskirúm ,
50 m2 úthús/garaga, 12 m2 gestahús við sovi-
plássi.
Grundstykkið er uml. 1.000 m2.
Húsini standa sera væl fyri í Varde, Jylland, uml. 1
tíma frá Lego-land og Løveparkini, 15 min. frá
Vesturstrondini, 15 min. frá Esbjerg.
Prísuppskot: 995.000 Kr.
Tlf. 322 999 fartlf. 225 345
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3170
Navn: Sp/f J. & V.
Adressa: Postbox 3189,
110 Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato:
01.06.2001
Viðtøkudato: 01.06.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnarar: Jón Finn
Olsen, Oman Hoydalar
27, kj., Box 3189, 110
Tórshavn og Vinjard
Johansen, Eystari
Ringvegur 6, ovast, 100
Tórshavn.
Nevnd: Vinjard Johansen,
Eystari Ringvegur 6,
ovast, 100 Tórshavn
(formaður), Jón Finn
Olsen, Oman Hoydalar
27, kj., Box 3189, 110
Tórshavn, Bjarta A.
Olsen, Oman Hoydalar
27, kj., Box 3189, 110
Tórshavn og Ann Maria
Johansen, Eystari
Ringvegur 6, ovast, 100
Tórshavn.
Stjórn: Jón Finn Olsen,
Oman Hoydalar 27, kj.,
Box 3189, 110 Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av
stjóranum- av
nevndarformanninum ella
av allari nevndini í felag.
Grannskoðari: : P/F
Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
01.06.2001 - 31.12.2001
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil
og heilsøluvirksemi og
annað virksemi í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 8.
juni 2001
Kristin Balle
_____________________
SOLAR FØROYAR
Starvsfólk søkist at byrja skjótast.
Starvið fevnir um:
Søla av EDV - Tele - PLC og allar
vanligar el-lutir
Krøv:
· Arbeiða sjálvstøðugt
· Góð samstarvsevni
· Áhuga fyri avbjóðingum
· Kunnleika innan handil hevur fyrimun
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum
uppgávum
Fyrispurningar og umsókn verða at senda til
Solar Føroyar
Postboks 105
Brekkutún 2
188 Hoyvík
Tlf. 357933
Sosialurin - 311820
Tekning til bíbliuskeiðið og hesar vikuskiftislegur
fer fram í Zarepta, á tlf. 332140:
Frá
Til
Lega fyri einlig
Fríg. 22.06.
Sun.24.06.
Lega fyri 18 ár og eldri
Hós. 16.08.
Sun.19.08.
Bíbliuskeið
Sun. 26.08.
Sun.02.09.
Mansstevna
Sun. 14.09.
Sun.16.09.
Kvinnustevna
Sun. 21.09.
Sun.23.09.
Verði vælkomin!
-tað
loysir
seg