mánadagur 18. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2008
Avlopið hjá Føroya
Banka í 2007 var 180
mió. kr. Eftir skatt var
úrslitið 144 mió. kr.
Av avlopinum rindar
Føroya Banki 45 mió.
kr. í vinningsbýti til
partaeigararnar. Í
2006 var avlopið 193
mió. kr. áðrenn skatt
ROKNSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Netto rentu- og tænastuinn-
tøkurnar øktust úr 275 milli-
ónum krónum í 2006 upp í
339 milliónum krónum í
2007 svarandi til ein vøkstur
upp á 23 prosent. Kursvinn-
ingurin hjá bankanum trí-
faldaðist úr 7 milliónum
krónum í 2006 upp í 23
milliónum krónum í 2007.
Útlánini í Føroya Banka
við árslok í 2007 vóru 7,5
milliardir krónum. Økingin
samanborið við 2006 var
2,1 milliard ella 39 prosent.
Innlánini í 2007 vóru 5,5
milliardir samanborið við
4,6 milliardir krónur í 2006.
Økingin var 17 prosent.
Starvsfólka- og umsiting-
arútreiðslurnar øktust úr 154
upp í 206 milliónir krónur.
Ein stór øking stóðst av dótt-
urbankanum undir stovnan í
Danmark. Aðrar økingar
stóðust av, at fleiri fólk
vórðu sett í starv, at lønirnar
hækkaðu, og at bankin hevði
munandi útreiðslur av børs-
skrásetingini og samleika-
skiftinum í 2007.
Samanlagda úrslitið í 2007
á 180 milliónir krónur var eitt
vet lakari enn í 2006, tá av-
lopið var 193 milliónir krón-
ur. Hetta komst av, at mun-
andi færri afturføringar av
burturleggingum
vóru
í
2007.
Rentingin av eginognini í
2007 var 11,1 prosent sam-
anborið við 13,7 prosent í
2006.
Eginpeningurin í Føroya
Banka eftir vinningsbýtið á
45 milliónir krónur er 1.345
milliónir krónur. Við árslok
í 2006 var eginpeningurin
1.246 milliónir krónur. Sol-
vensurin er nú 17,9 prosent
samanborið við 23,8 pros-
ent í 2006.
Fíggjarjavnin í Føroya
Banka er nú 9,6 milliardir
krónur samanborið við 7,2
milliardir krónur í 2006.
Fíggjarjavnin er øktur 33
prosent.
Fyrstur á børsin
Farna árið var søguligt hjá
Føroya Banka. Tann 21. juni
2007 varð Føroya Banki sum
fyrsti føroyski bankin nakran-
tíð skrásettur á virðisbræva-
marknaði. Talan var um eina
tvískráseting á børsunum í
Reykjavík og Keypmanna-
havn. Partabrøvini vórðu
seld fyri 189 krónur stykkið.
Børsskrásetingin
hevði
við sær, at bankin fekk yvir
15.000 nýggjar partaeigarar
og nú støðugt verður virðis-
mettur á børsunum. Hægsti
kursur hjá Føroya Banka
higartil hevur verið 264 og
lægsti kursur 126. Kursurin
lækkaði nógv í heyst, tá
avleiðingarnar av fíggjar-
kreppuni í USA breiddu seg
til Evropa og settu banka-
kursir sum heild undir trýst.
Fyri at tillaga seg nýggju
tíðina skifti Føroya Banki
samleika stutt undan børs-
skrásetingini. Nýggi sam-
leikin ímyndar ein nýmótans
klassikara á veg framá.
Dótturbanki á veg
Annan ársfjórðing í 2008
letur Føroya Banki upp
nýggjan banka í Danmark,
Føroya Bank A/S. Leiðslan
í bankanum er sett, og
arbeitt verður í løtuni við at
fáa seinastu fyrireikingarnar
upp á pláss. Tilsamans
umleið 20 starvsfólk fara
væntandi at arbeiða í nýggja
bankanum.
Dótturbankin í Danmark
fer serliga at taka sær av ogn-
arrøkt fyri múgvandi kundar
og verkætlanarfígging.
Útlit fyri 2008
Føroya Banki væntar eitt
ársúrlit í 2008 fyri skatt á
millum 165 og 185 milliónir
krónur.
Netto rentuinntøkurnar fara
væntandi at økjast 8-14 pro-
sent orsakað av vøkstri í
útlánum. Sami vøkstur í pro-
sentum er væntandi í tænastu-
og provisiónsinntøkunum.
Starvsfólka- og umsit-
ingarútreiðslurnar
økjast
væntandi millum 0 og 5
prosent orsakað av virk-
seminum í Danmark.
Vøksturin í útlánum og
innlánum verður væntandi
millum 5 og 10 prosent í
2008 svarandi til væntaða
búskaparvøksturin
Føroya Banki 180 milliónir í avlopi
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, og Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður, á tíðindafundi í bankanum í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang
Húsarhaldsskúli sýnir fram
Í sambandi við at skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er liðugt,
skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av
handaligum arbeiði. Skeiðið er longt við seks vikum, og tí er
framsýningin í ár størri og fjølbroyttari enn vanligt. Undirvíst
hevur verið í binding, tilskering, seyming, leður og skinn,
patchwork, silkimáling, brodering og føroysk bond. Sum nakað
nýtt verður opið hús á skúlanum, har vitjandi - kanska serliga
komandi næmingar og foreldur teirra - kunnu fáa meira at vita um
skúlan. Framsýningin er opin týsdagin 19. februar frá klokkan 16
til 21. Kaffi og køkur verða at fáa undir framsýningini.
Tey ríku fingu lætta
Skattalættarnir, sum danska stjórnin hevur sett í
verk síðani 2001, hava givið teimum ríku 15 ferðir
størri ágóða enn teimum fátækastu. Tað slrivar
Ugebrevet A4 í dag og vísir til útrokningar, sum
vinnuráðið hjá verkamannafeløgunum hevur gjørt.
Tey trý skattatiltøkini, sum komu í 2001, 2004 og
í 2007, hava givið teimum best løntu 20.500
krónur í lætta um árið, meðan tey lægst løntu hava
fingið 1.400 krónur árliga burtur úr tiltøkunum.