Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 34 - 18. februar 2008 ] Gongur væl hjá Súna í Viborg Føroyski landsliðsleikarin, Súni Olsen, er nú av álvara við at brynja seg til donsku Superliguna, sum byrjar aftur um góðan mánað. Higartil hevur tað gingist væl hjá Viborg, sum hevur fingið nógvar nýggjar leikarar á liðið. Fyri viku síðan leiktu teir javnleik 1-1 móti svenska GAIS, og um vikuskiftið megnaðu teir at vinna 2-1 á FC Midtjylland. Súni Olsen var ikki við fyrra dystin, men var við til at tryggja Viborg flotta sigurin í gjár. - Eg má siga, at móttøkan hevur verið fantastisk. Eg havi verið væl móttikin, og tað er sera umráðandi, tá ið skift verður felag. Vit eru nógvir nýggir á liðnum, men at vit eru falnir væl til, haldi eg vit prógva á vøllinum, sigur Súni Olsen við heimasíðuna hjá Viborg FF Steypafinalan hjá kvinnum í flogbólti byrjaði klokkan 13:30 leygardagin, og liðini hjá ÍF og SÍ brustu saman. Talan varð aldri um nakran spenning í dystinum. Til tað var alt ov stórur munur millum liðini. ÍF vant rætt og slætt burturúr unga SÍ liðnum FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Finaluliðini bæði kempa eisini um FM-heitið, og har eru SÍ eitt stig fremri, men støðan er tann, at seinasti dystur á árinum verður í Fuglafirði, har eitt treiskt ÍF lið bíðar, og tar ætla sær onki minni enn at vinna »the double«. SÍ og ÍF hava higartil møtt hvørjum øðrum tvær ferðir, og úrslitini vórðu; í Fugla- firði, tepur 3-2 sigur til ÍF, og í Sørvági, tryggur 3-0 sigur til SÍ. Góð og tøtt byrjan ÍF byrjaði betur í finaluni, og løgdu seg eisini á odda 2-0, men SÍ svaraði væl aftur, og komu uppá 4-2, men so við sum settið leið, hevði SÍ meira og meira trupult við at fáa nakað annað enn spælið mitt fyri, at virka, og trilvandi spæl, merkt av at ov nógvir nervar vóru at hóma, hevði við sær, at ungu sørvágsgent- urnar komu ov langt aftur- um. ÍF kvinnurnar megnaðu at gera sær dælt av støðuni, og vunnu fyrsta settið 25-12. Trilvanin helt á ÍF byrjaðu næsta sett enn betur enn tær byrjaðu fyrsta sett. Tær vunnu sær eisini skjótt eina leiðslu uppá 7-2, og tá gjørdist trupult hjá SÍ at koma aftur í dystin, tí teirra spæl byrjaði at virka krampa- kent, og man hugsaði, um tær improviseraðu, ella hvat tað var, tær gjørdu. Lítið hekk saman, og munurin økt- ist. Men so var tað sum um ein glotti var at hóma. Hepnið var við SÍ eina løtu, og tær komu nærri, men so kom aft- ur steðgur í, og ÍF rann tískil eisini avstað vi øðrum setti 25-17. Lítil uppreisn Um tað var orsakað góðu løt- uni í øðrum setti, og kanska kombinerað við sannroyndini um at triðja sett altíð er tor- ført at vinna, er ilt at siga, men hvussu er og ikki, so komu SÍ væl betur við í triðja setti, men tað var ikki nóg mikið, tí ÍF vóru ikki til at steðga í dagsins finalu. ÍF byrjaði væl betur í bæði fyrsta og øðrum setti, men í triðja setti komu SÍ væl betur inn í dystin, men konstantu villurnar høvdu við sær, at ÍF hevði ein lættan dyst, tá alt kom til stykkis. Royndu til fánýtis SÍ royndu gamaní at kempa seg inn í dystin, men alt ov nógvir feilir høvdu við sær, at tað var trupult hjá teimum at koma nærri einum róligum ÍF liði. ÍF vann tískil ein sannfør- andi 3-0 sigur móti SÍ í dag, og kunnu harvið kalla seg steypavinnarar anno 2008. Rutinan sigraði Tíðuligt var at síggja hvat lið hevði fleiri royndir. ÍF spældu sítt spæl, vóru róligar og bíð- aðu eftir møguleikanum til at loypa á, meðan SÍ hinvegin nærum leyp á við høvdinum undir arminum. Servupressið frá róligu og konsentreraðu ÍF kvinnunum legði somikið av trýsti á mót- tøkurnar hjá SÍ, at tær ongan- tíð veruliga fingu bóltin upp til hevarin, ið hevði eina trupla uppgávu í finaluni. SÍ komu snøgt sagt ongastaðni í dystinum, og er tað sera harmuligt, tí flogbólt duga gellurnar sannuliga at spæla í Sørvági. ÍF-SÍ 3-0 (25-12, 25-17, 25-21) Fult tamarhald Helen á Lakjuni slær her ein bólt framvið SÍ blokkinum, meðan Katrin Olsen hyggur spent eftir, hvussu leikur fer fram. Onki virkaði, sum SÍ genturnar royndu, og tá gerst trupult móti einum rutineraðum liði sum ÍF