týsdagur 12. juni 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 12. juni 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Meðan Todi og teir í
FCK hildu veitslu, sat
ein skaddur Jákup
Mikkelsen og hugdi
at, tá Herfølge
ruddiliga tapti
seinasta heimadystin
DANMARK
Jákup Mørk
Meðan tey í FCK hátíðar-
hildu
meistaraheitið
framman fyri 41.000 gar-
villum áskoðarum, var lag-
ið í Herfølge øðrvísi, tá
seinasti heimadysturin á
árinum skuldi fáast frá
hondini. Leingi var annars
líkt til, at dysturin móti AB
fór at verða avgerandi fyri
niðurflytingarspurningin,
men soleiðis var kortini
ikki.
Niðurflytingin var stað-
fest longu í undanfarna um-
farinum, og tómu áskoðara-
plássini vóru nógv í tali, tá
leikararnir skuldu siga far-
væl við heimaáskoðararnar.
Fyri Jákup Mikkelsen
gjørdist talan enntá um eitt
sera skjótt farvæl, tí longu í
upphitingini varð hann
skaddur, og tí slapp før-
oyski málverjin ikki at
heilsa áskoðarunum fyri
seinastu ferð.
Um sjálvan dystin er ann-
ars lítið at skriva. Herfølge
er niðurflytari í ár, og teir
spældu eisini sum slíkir
sunnudagin. Viljin at vinna
var púrasta burtur, og AB
leikararnir, sum veruliga
hava fingið sjálvsálitið aft-
ur, fingu sera lætt spæl í
knúsandi 3-0 sigrinum.
Silkerborg á silvurkós
Sum tað sæst aðrastaðni á
hesum síðum, so er spurn-
ingurin um gullið nú av-
greiddur, men dysturin um
plássini beint undir FCK, er
tó framegis harður.
At Brøndby tapti fyri
FCK viðførdi, at Silkeborg
nú stendur við bestu kort-
unum undan seinasta um-
farinum. Teir vunnu torføra
útidystin móti Viborg, sum
við tapinum misti sam-
bandið til FC Midtjylland,
sum soleiðis hevur vissað
sær atgongd til europeiskan
fótbólt komandi ár. Ikki so
galið hjá liðnum, sum fyri
fyrstu ferð roynir seg í
superliguni.
Sostatt skal Herfølge
komandi ár spæla í fyrstu
deild, har Hvidovre við Óla
Johannesen telist millum
mótstøðuliðini. Skal Hvid-
ovre gera álvara av ætlan-
unum hjá Schmeichel um at
koma fram í oddin, so
skulu úrslitini tó verða
betri, enn tey hava verið
seinastu umførini.
Sunnudagin taptu teir í
Hvidovre 3-1 fyri botnliðn-
um, FC Aarhuus, men úr-
slitið var kanska eisini ein
avleiðing av, at Hvidovre
ikki longu hevur nakað at
spæla fyri í ár.
Tað hevur liðið hjá Atla
Gregersen, Randers Frejam
heldur ikki. Niðurflytingin
hevur annars hótt leingi,
men nú er tó greitt, at liðið
eisini verður í deildini
komandi kappingarár. Um
tað fer at hilnast betri enn
tað, sum nú rennur út, er
sjálvandi ilt at siga. Tað er
ein spurningur, sum ikki
verður svaraður fyrr enn
um eitt ár.
Leygardagin spældi FC
Zwolle triðja dystin í upp-
flytingarspælinum í Hol-
landi. Úrslitið gjørdist ein
1-1 javnleikur móti Telstar,
og hetta merkir, at Zwolle
at kalla hevur mist møgu-
leikan fyri uppflyting. Lið-
ið hjá Súna Olsen hevur
bert fingið tvey stig í trim-
um dystum.
Súni Olsen byrjaði dystin
á beinkinum, og varð ikki
skiftur inn fyrr enn átta
minuttir restaðu at spæla
jm
Á leið 60 fólk eru
handtikin í danska
høvuðsstaðnum
undir og eftir dystin
millum FCK og
Brøndby
ÁSKOÐARAR
Jákup Mørk
Tað gekk ikki friðarliga
fyri seg, tá FCK sunnudag-
in tryggjaði sær heitið sum
danskur meistari.
Í vikuni hava donsku
miðlarnir gjørt nógv burtur
úr væntaða rokinum mill-
um áskoðararnar, og tíverri
tóktist sunnudagurin bert at
prógva hetta.
Av politistøðini verður
sagt, at megin parturin av
fólkunum eru tikin fyri brot
á politiviðtøkurnar. Løg-
reglan er annars væl fyri-
reikað til hendingarnar í
dag. Sagt verður, at vaktar-
haldið er hitt sama, sum tá
Arsenal
og
Galatasary
spældu eruopa-cup finalu í
fjør.
Herfølge er liðugt
Støðan, danska superligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
FCK 32
16
-
12
-
4
54
27
27
60
2
Silkeborg
32
15
-
11
-
6
48
34
14
56
3
Brøndby
32
16
-
7
-
9
69
41
28
55
4
FCM32
14
-
10
-
8
53
42
11
52
5
Viborg
32
13
-
7
-
12
51
40
11
46
6
OB 32
13
-
7
-
12
49
44
5
46
7
AaB 32
12
-
10
-
10
49
49
0
46
8
Lyngby
32
12
-
8
-
12
40
51
-11
44
9
AGF 32
13
-
4
-
15
52
56
-4
43
10 AB 32
8
-
14
-
10
42
40
2
38
11 Herfølge
32
6
-
9
-
17
39
64
-25
27
12 HFK Sønderj.32
1
-
7
-
24
28
86
-58
10
Støðan, danska 1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
Esbjerg
29
19
-
8
-
2
77
25
52
65
2
Vejle29
16
-
8
-
5
69
35
34
56
3
Køge29
16
-
8
-
5
59
34
25
56
4
Frem29
16
-
7
-
6
64
33
31
55
5
Farum
29
15
-
5
-
9
62
44
18
50
6
AC Horsens
29
11
-
10
-
8
41
36
5
43
7
B 1913
29
11
-
9
-
9
40
43
-3
42
8
B93 29
12
-
5
-
12
50
45
5
41
9
Brønshøj
29
12
-
2
-
15
50
57
-7
38
10 Hvidovre
29
9
-
8
-
12
52
53
-1
35
11 Randers F.
29
9
-
6
-
14
40
54
-14
33
12 Skive
29
8
-
8
-
13
49
69
-20
32
13 FC Aarhus
29
7
-
9
-
13
41
65
-24
30
14 Fremad A
29
7
-
7
-
15
39
61
-22
28
15 Ølstykke
29
7
-
6
-
16
36
76
-40
27
16 Birkerød
29
2
-
4
-
23
39
78
-39
10
Støðan, norska tippeligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
Viking
10
8
-
2
-
0
24
9
15
26
2
Rosenborg
10
8
-
1
-
1
30
10
20
25
3
Lillestrøm
10
6
-
1
-
3
20
15
5
19
4
Brann
10
5
-
2
-
3
27
17
10
17
5
Molde
10
5
-
2
-
3
22
15
7
17
6
Odd. Grenl.
10
5
-
2
-
3
18
11
7
17
7
Stabæk
10
5
-
1
-
4
13
19
-6
16
8
Moss10
4
-
1
-
5
13
16
-3
13
9
Tromsø
10
3
-
0
-
7
8
15
-7
9
10 Strømgodset 10
2
-
3
-
5
14
24
-10
9
11 Sogndal
10
3
-
0
-
7
9
23
-14
9
12 Bryne
10
2
-
2
-
6
10
20
-10
8
13 Lyn 10
1
-
4
-
5
12
16
-4
7
14 Bodø/Glimt
10
1
-
3
-
6
8
18
-10
6
Rok í Keypmannahavn
Zwolle fer ikki upp
Noreg: Bæði Julian
Johnsson og Kurt
Mørkøre vórðu
skiftir inn, tá Sogndal
tapti 3-0 á heimavølli
ímóti botnliði
Tað hilnaðist heilt illa hjá
Sogndal sunnudagin. 1804
áskoðarar sóu á heima-
vøllinum
Fosshaugane
Tromsø, sum hevur staðið
seg stak illa í fyrstu umfør-
unum, vinna 3-0.
Málini komu í 23., 52. og
63. minutti. Tað fyrsta eftir
langt innkast, og tað síðsta
eftir at Jørgen Tengesdal,
sum eisini hevði skorað til
2-0, kom ímillum aftur-
legging.
Sogndal hevði lítið at
bjóða uppá, og Tromsø
misnýtti brotsspark aftaná,
at teir vóru komnir framum
3-0.
Hvørki Julian Johnsson
ella Kurt Mørkøre vóru
ímillum teir fyrstu ellivu
hjá Sogndal, men teir komu
báðir inn í 2. hálvleiki. Tá
35 minuttir vóru eftir, kom
Julian Johnsson á vøllin
fyri Kristian Ystaas, og
Kurt Mørkøre varð inn-
skiftur fyri Anders Stad-
heim, tá 21 minuttir vóru
eftir.
Hvidovre og Óli Johannesen
hava ikki longur nakað at
spæla fyri, og hetta sæst
eisini aftur í úrslitunum
Sogndal tapti stórt
23
22
Nr. 109 - 12. juni 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Tá FCK tryggjaði sær
gullmerkini sunnu-
dagin, var hetta sam-
stundis ein dreymur,
sum rann út, hjá
stjóranum í felagnum
DM-GULL
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk - Parken
Í leikskránni til dystin
skrivaði Flemming Øster-
gaard, at um FCK nú gjørd-
ist meistari, so var tað ein
dreymur, sum rann út. Eftir
dystin var hesin dreymur
runnin út, og tað var eisini
ein sera fegin Flemming
Østergaard, sum vit hittu
eftir dystin.
- Hetta er so avgjørt ein
dreymur, sum nú rennur út
hjá mær. Tá eg kom til
felagið í 1997 settu vit
okkum mál um, at vit
skuldu gerast meistarar, og
tað eru vit so eisini nú. Tað
er sjálvandi nakað, sum eg
eri bæði fegin og errin um.
Heldur orð
Stjórin hevur eisini leingi
verið vísur í, at tilfarið var
veruliga til nakað stórt í
liðnum. Tá yvirritaðu fyri
einum ári síðani vóru á
vitjan í Keypmannahavn,
tóktist stjórin sera vísur í
síni søk, tá hann segði
»verða vit ikki meistarar í
ár, so verða vit tað næsta
ár«. Nú hetta er vorði ein
staðfesting, spurdu vit hann
eisini, hvørjar orsøkirnar til
gullmerkini vóru.’
- Eg plagi jú at halda tað,
sum eg lovi, sigur hann
fyrst við einum smíli.
- Uppskriftin er fyri tað
mesta hart arbeiði. Vit hava
eitt sera vælvirkandi felag,
og ein av størstu orsøkun-
um er helst, at vit undan
hesum árinum fingu Roy
Hodgson til felagið. Hann
hevur veruliga fingið liðið
at virka sum eina eind, har
allir stríðast fyri hvørjum
øðrum. Vit hava sjálvandi
eisini stórar profilar á lið-
num, so sum Toda og
Zuma, men fyrst og fremst
riggar liðið nú nógv betri
sum ein eind.
Stórfelag
Tað vóru eisini mong, sum
ikki trúðu sínum egnu eyg-
um, tá tað í fjør frættist, at
Hodgson skuldi verða venj-
ari hjá FCK. Áður hevur
hann roynt seg hjá nøkrum
av veruliga stóru feløgun-
um í Europa, og tá hann eitt
nú hevur verið venjari hjá
Inter, kundi tað tykjast
løgið, at hann brádliga var
at síggja í FCK. Kanska eitt
stórfelag í Danmark, men
vanliga ikki eitt av teimum,
sum roknað verður við í
Europa. Spurdur um hetta,
svarar Østergaard, at hesum
var hann als ikki samdur í.
- Nei, vit eru eitt stór-
felag. Hyggur tú at umsetn-
ingi, yvirskoti og umstøð-
um annars, so eru vit av-
gjørt millum tey stóru í
Europa, segði ein væl
nøgdur stjóri at enda.
Ein dreymur
Hóast hann sjálvur
varð kosin til ársins
leikari, so heldur
Sibosusu Zuma, at
Todi Jónsson er besti
leikarin á liðnum
DM-GULL
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk - Parken
Tað er einki at ivast í, at
Sibosisu Zuma var í góðum
lag sunnudagin. Undan
dystinum varð hann kosin
ársins leikari hjá FCK, og
málið hjá honum í dystin-
um, mundi vera eitt hitt
besta í superliguni í ár.
Sjálvur hevði hann eisini
ilt við at fata alt hetta, tá vit
fingu orð á hann eftir
dystin.
- Hetta er bara heilt
ótrúligt. Í løtuni eri eg
snøgt sagt alt ov spentur til
at hugsa um nakað sum
helst.
- Fyri meg er hesin
dagurin heilt óveruligur.
Alt hevur gingið upp á stás.
Eg varð kosin ársins leikari
og skoraði eisni hatta
málið. Tað er bara heilt
ótrúligt.
Todi er tann besti
Í mun til nógvar aðrar dyst-
ir, so hevði Zuma ikki van-
liga makkaran við sær
frammi í álopinum. Spurd-
ur, hvat tað er, sum ger at
samspælið millum hann og
Toda riggar so væl, sigur
Zuma, at tað bara er nakað,
sum hevur riggað væl.
- Eg veit ikki akkurát hví,
men tað riggaði bara beinan
vegin. Restin av liðnum
hevur eisini fungerað væl,
og tá verður tað lættari.
Yvirhøvur haldi eg, at vit
hava góðar áleyparar, og
samanspælið
hjá
mær
hevur riggað væl saman við
øllum teirra.
Hetta skal tó ikki skiljast
soleiðis, at Zuma ikki held-
ur nógv um Toda.
- Todi er kalla ein full-
komin spælari. Hann hevur
skjótleika og styrki sum
fáur, og eg haldi meg kunna
siga, at hann er so nógv
tann besti leikarin, sum vit
eiga. Tað er einki sum kann
steðga honum, sigur altso
Sibosusu Zuma at enda.
Hóast hann ikki slapp
á væøllin, so kendi
Todi Jónsson seg av-
gjørt sum ein part av
DM-gullinum
DM-GULL
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk – Parken
Tað var ein tung avgerð,
sum Todi Jónsson varð
noyddur at taka leygardag-
in, tá tað var greitt, at eyma
lær hansara ikki var nóg
sterkt til at spæla dystin
móti Brøndby. Eftir dystin
tóktist hann tó eins fegin
sum allir viðleikararnir, og
hann var als ikki samdur, tá
vit spurdu hann, um hetta
ikki kendist eitt sindur
hálvforkølað.
- Mann hevur jú verið við
alla tíðina, so sjálvandi
kenni eg meg sum part av
hesum. Hevði eg verið við í
dag, so var tað prikkurin
yvir i’num, men eg haldi
kortini, at eg eigi stóran
part av hesum heiðrinum.
Góður dystur
Í fleiri mánaðir hevur verið
greitt, at gulldysturin móti
Brøndby helst fór at verða
størsti dysturin nakran tíð í
donsku superliguni. At
talan fór at gerast um ein av
teimum dystum, sum allir
spælarar droyma um at
sleppa til.
- Sjálvandi hevði eg vilja
upplivað hetta inn á vøllin-
um, men tað kundi eg so
ikki. Hatta er tó stuttligt hjá
teimum, sum vóru á vøllin-
um, men eg má so leggja
afturat, at teir eisini spældu
ein sera góðan dyst. Brønd-
by hevði jú einki at siga
yvirhøvur.
Áðrenn vit sleptu Toda,
spurdu vit hann, um hann
visti, hvat kvøldið annars
hevði at bjóða, nú gullið
var staðfest.
- Tað mást tú bara ímynda
tær sjálvur, var flennandi
svarið, áðrenn hann slapp
sær inn í skiftingarrúmið,
har liðfelagarnir fyri lang-
ari tíð síðani vóru farnir í
holt við eina heila røð av
sigurssangum.
- Vit teljast avgjørt millum stóru feløgini í Europa, sigur Flemming Østergaard
Størsti dagurin í lívinum
Eg varð kosin ársins leikari
og skoraði eisni hatta málið.
Tað er bara heilt ótrúligt,
segði Zuma um óglymandi
sunnudagin
Gjørt sín part
- Mann hevur jú verið við
alla tíðina, so sjálvandi kenni
eg meg sum part av hesum,
sigur Todi
C
M
Y
K
22