Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 34 - 18. februar 2008 Heilt nógv fólk lýddu á, tá Gunnar Hoydal og Märta Tikkanen lósu upp og kjakaðust á bókmentaligum toppfundi í Kristian­ sand og Tvedestrand í Norra um vikuskiftið Bókatiltak Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Aftur í ár skipaði Bókabý­ urin við Skagerrak í norsku Tvederstrand Kommunu fyri sonevnda bókmentaliga toppfundinum í sambandi við, at vinnarin av Bók­ mentavirðisløn Norður­ landaráðsins verður funnin síðst í hesum mánaðinum. Heiðursgestir á tiltakinum hesuferð vóru Gunnar Hoy­ dal úr Føroyum og kendi finski rithøvundurin Märta Tikkanen. Upplestur Endamálið við árliga bóka­ tiltakinum í Bókabýnum í februar mánað er at varpa ljós á norðurlendskar bók­ mentir. Soleiðis fekk Gunn­ ar Hoydal hesuferð høvi at lesa upp úr nýggju skald­ søgu síni Í havsins hjarta, sum kom út í fjør. Sum kunnugt er stóra skaldsøgan hjá Gunnari Hoydal millum annað ein lýsing av menningini í før­ oyska samfelagnum frá 1880’unum fram til seinasta aldarmót. Rithøvundurin nýtti í hesum sambandi høv­ ið at hugleiða um samspæl og mótspæl millum danska og føroyska mentan. Kendi finski rithøvund­ urin Märta Tikkanen valdi at lesa upp úr bók síni Två – scener ur ett konstnär­ äktenskab, ið er ein sjálvævi­ lig lýsing av hennara baldr­ uta hjúnalag við høvundan Henrik Tikkanen. Märta Tikkanen hevur annars eitt heilt serligt samband við norska bókmentaheimin. Tað vóru nevniliga norskar kvinnur, sum tóku stig til at lata henni ”Nordiske kvinn­ ers litteraturpris” fyri savn­ ið, Århundrets kälekssaga frá 1978, ið gjørdi Tikkanen kenda um allan heim, og sum eisini er týtt til før­ oyskt. Bókakjak Mongu áhoyrarnir, ið vóru møttir til bókamentaliga toppfundin, fingu eisini høvi at hoyra Gunnar Hoy­ dal og Märtu Tikkanen kjakast um norðurlendskar bókmentir og peika á teirra persónligu favorittar til Bók­ mentavirðisløn Norður­ landaráðsins. Tikkanen væntar, at finska Leenea Krohn hevur besta møguleika at vinna virðislønina, meðan Gunnar Hoydal heldur, at kappingin serliga kemur at standa ímillum danska Jens Smæ­ rup, norska Carl Frode Tiller og Carl Jóhan Jensen, ið er føroyska uppskotið í ár. Í skaldafótasporum Norsk lokalbløð hava víst vitjanini úr Føroyum og Fin­ landi rættiliga stóran ans um vikuskifti og fyriskipar­ arnir gjørdu eisini ferðina serliga áhugaverda fyri høvundarnar. Millum annað vóru Gunnar Hoydal og Märta Tikkanen á vitjan hjá Hans Antonsen, framsøgu­ manni í Grimstad – Dikter­ nes By, har ungi Henrik Ibsen skrivaði sínar fyrstu tekstir og har Knut Hamsun livdi og skrivaði ein stóran part av sínum langa og virkna lívi sum rithøvund­ ur. Tiltakið varð stuðlað av Nordisk Kulturfond, Norður­ landahúsinum í Føroyum og Nordisk Informations­ kontor í Suður Norra. Keypssamtøkan í Hoyvík Keypssamtøkan í Hoyvík sóknast eftir Starvsfólki til matstovuna Á matstovuna í Keypssamtøkuni í Hoyvík verður sóknast eftir einum starvsfólki til fyrifallandi arbeiði at byrja skjótast til ber Arbeiðið er at ganga til handar í køkinum og matstovuni. Arbeiðstíðin verður 35 tímar um vik­ una. Løn: Sambært sáttmálan við Havnar Arbeiðskvinnufelag Nærri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Maud Matras, tel 314149 Skrivlig umsókn skal, skjótast til ber, sendast til FK Hoyvík Brekkutúni 9 FO 188 Hoyvík Postboks 349 att: Maud Matras RØRSMIÐUR Vit sóknast eftir einum rørsmiði at byrja skjótast gjørligt Tín førleiki Vit vóna, at tú ert dugnaligur, íðin, nærlagdur og sjálvstøðugur. Harafturat skalt tú skilja týdn- ingin av góðum handverki. Afturfyri bjóða vit Tú fært góðar arbeiðsumstøður og eitt menn- andi fakligt arbeiðsumhvørvið. Stutt sagt – eitt starv í einari spennandi og fjøltáttari fyritøku í støðugari menning. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Arthur á tel. 21 96 00 ella 31 20 00. Maria Poulsen pf Postmoga 182 FO-110 Tórshavn Hoydal og Tikkanen á bóka toppfundi Bókabýur Bókabýurin í Tvedestrand er ein býarpartur, har bøkur í allar mátar seta dám á býarmyndina. Í Tvederstrand eru 15 bókahandlar og antikvariat við á leið 400.000 bókum, umframt at skipað verður fyri eini 40 bókatiltøkum um árið. Millum annað er tað siðvenja í Bókabýnum at varpa ljós á norðurlendskar bókmentir í sambandi við, at vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður funnin síðst í februar. Gunnar Hoydal á bókakafé saman við Solveig Røvik, leiðara í Bokbyen í Tvedestrand, og Øyvind Bjorvatn, rithøvundur og fyrrverandi limur í stórtinginum Mynd: Jan Kløvstad Nýtt! Elektroniskt kotulás Ver tryggur við einum elektroniskum lási frá okkum. Heilt nýggj og øðrvísi lás! Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini (1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar. Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu. Kann eisini fáast við alarmskipan. Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo Lásini fáast eisini til fingraavtrykk!