týsdagur 19. februar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 35 - 19. februar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Árni Andreasen hevur
framleitt eina fløgu
við nágreiniligari
frágreiðing, ætlað
fyrst og fremst
teimum, sum skulu
taka koyrikortið av
nýggjum
KOYRIFRÁLÆRA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú er hjálp at fáa hjá teim
um, sum hava fingið koyri
kortið frádømt. Árni Andrea
sen, koyrilærari, hevur fram
leitt eina fløgu við frágreið
ing til teirra, sum skulu taka
koyrikortið av nýggjum.
Tað er soleiðis, at um tú
missir koyrikortið, so er tað
ikki eitt krav, at tú skal til
ein góðkendan koyrilærara
til nýggja undirvísing. Tú
kanst bara fara upp til
nýggja roynd, sigur Árni
Andreasen.
Og her er tað, at nýggja
fløgan
kemur
inn
í
myndina.
Nú kanst tú í frið og
náðum sita heima í sofuni
við einum góðum kaffi
munni og lurta og læra –
ella rættari endurfríska –
tað, tær nýtist at vita fyri at
taka koyrikortið av nýggj
um, sigur Árni Andreasen.
Tað eru nakrar orðingar,
sum tú skal duga, tá tú tekur
koyrikortið, og hesar verður
gjølla greiddar frá á fløg
uni.
Eg havi havt ein følara
úti, og eg haldi eg kann
siga, at fløgan fær eina
góða móttøku, sigur Árni
Andreasen, sum longu í
næstu viku kemur við einari
nýggjari fløgu, sum serliga
fer at snúgva seg um veg
krossar og vegstrikur.
Hendan fløgan, sum nú
er á gøtuni, varar í 55 min
uttir, og kann fáast til keyps
í handlunum.
Koyrikortið
á fløgu
Árni Andreasen, koyrilærari, við einum nýggjum hugskoti:
Koyrikort á fløgu
Mynd: Álvur Haraldsen
Vilt tú slóða vegin og skapa
framtíðina saman við okkum, so er
tað júst tær, vit sóknast eftir
FT Samskifti leitar eftir nýggjum deildarleiðara til Rakstrardepilin.
FT Samskifti er eitt livandi og fj ølbroytt arbeiðspláss í støðugum
vøkstri, har góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum
avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.
FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænasturnar, sum
Føroya Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Rakstrardepilin
hevur ábyrgdina av øllum tekniskum loysnum, sum FT Samskifti
bjóðar. Rakstrardepilin er settur saman av eindunum Teletøkni,
Datatøkni og Vinnutøkni, sum hava tilsamans 20 starvsfólk. Ein
bólkaleiðari er í hvørjari eind, og hann hevur ábyrgdina av dagliga
rakstrinum, starvsfólkaviðurskiftum og fíggjarligu stýringini í
eindini.
Avbjóðingin
Tú skalt sum leiðari tryggja miðvísan framburð í Rakstrardeplinum.
Slóða fyri og seta í verk tøkniligar framkomnar tænastur við
tryggum rakstri og høgum tænastustøði. Tú hevur yvirskipaðu
leiðsluna - alt frá strategiskum málum til rakstrar- og fi ggjarstýring.
Vangamyndin
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi, hægri útbúgving,
royndir í starvsfólkaleiðslu og royndir í at leiða verkætlanir.
Framskygni og virkisfýsni eru dygdir, ið rakstararleiðarin hevur,
og sum eggja starvsfólkum og bólkaleiðarum at arbeiða undir
frælsi og ábyrgd. Rakstrarleiðarin hevur evnir at standa á odda fyri
tøkniligari menning uttan at drukna í tekniskum smálutum.
Umsókn og starvsviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og starvstreytir eftir avtalu.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Jan Mortensen, stjóra í FT
Samskifti, á tel. 243301 ella á telduposti jmo@ft.fo. Eisini ber til at
venda sær til starvsfólkadeildina á tel. 303030.
Umsóknir við CV og prógvum skulu vera Føroya Tele í hendi
í seinasta lagi 22. februar 2008. Viðmerk á brævbjálvan
”Deildarleiðari til Rakstrardepilin”.
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 27
FO-110 Tórshavn
Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á
øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina.
FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu,
tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele.
Vilt tú slóða vegin og skapa
vørjari eind og hann hevur ábyrgdina av daglig
bólkaleiðari er í hv
ga
Umsókn og starvsviðurskifti
DEILDARLEIÐARI TIL RAKSTRARDEPILIN Í FT SAMSKIFTI
sansir.fo