Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2008 39 lýsingar S M S ’ a t í t t b o ð á 1 9 9 1 – l æ g s ta b o ð v i n n u r SMS'a títt boð uppá ferðina til Blok- hus á páskum við Smyril Line og vinn ferðina fyri alla familjuna. Tann, ið SMS'ar lægsta boðið og er einsamallur við tí boðnum, vinnur vinningin. Hava fleiri boðið tað sama, fella hesi boðini burtur. Dømi: Per SMS'ar 100 kr. Hans SMS'ar 100 kr. Ann SMS'ar 125 kr. Petur SMS'ar 150 kr. Per og Hans fella burtur. Ann hevur nú lægsta boð og hevur vunnið. Petur fellur burtur, tí Ann hevur lægri boð og er einsamøll. Var Petur eisini komin við einum boði upp á 125 kr., fullu boðini hjá Ann og Petur burtur og fremsta boðið var t.d. Kári, sum SMS'aði 127 kr. einsamallur. Soleiðis luttekur tú SMS'a á 1991 og skriva »SOS bod« frammanfyri títt boð, t.d. »SOS bod 133« Bert boð í heilum krónum eru galdandi – t.d. kanst tú bjóða kr. 25, men ikki kr. 25,50. Kostnaður Kostnaðurin fyri at vera við í spælinum er 5 kr. pr. SMS. Vinnarin rindar 5 kr. + boðið, t.v.s. um viðkomandi bjóðar 133 kr., er kostnaðurin 133 kr. + 5 kr. = 138 kr. Kostnaður um tú ikki vinnur Vinnur tú ikki, er kostnaðurin bert 5 kr. Vinnarin verður kunngjørdur í Sosialinum í viku 8. vinn familjuferð til blokhus – SMS-kapping Kappingin heldur fram til og við 22. februar 2008 Ársins maður & ársins kvinna í Føroyum í 2008 HON og HANN, sum hava gjørt nakað GOTT fyri onnur, fyri síni næstu, sínar vinir, sínar grannar, sítt arbeiðspláss, sítt yrki, sína heimbygd, sítt land ella fyri eina ávísa søk, skulu nú veljast sum ÁRSINS MAÐUR og ÁRSINS KVINNA í Føroyum í 2008. Aftur í ár bjóðar Sosialurin øllum lesar- unum, tvs. øllum Føroya fólki, at velja ársins mann og ársins kvinnu í Føroyum í 2008. Hetta verður afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2006. Tá vórðu Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, og Sofus Olsen, stigtakari til listasavn á Sandi, kosin ávíkavist ársins kvinna og ársins maður. Í 2007 vórðu kosin Ella Müller og Birgir Enni. Vit lata fyrst og fremst tykkum lesarar gera av, hvat tit halda er besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur heiðurin at gerast Ársins maður og Ársins kvinna í Føroyum í 2008. Men vit fara so eisini at leggja dent á hetta: Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti, hava gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið og samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, eitt ávíst felag ella felagsskap, eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur. Veljið tykkara mann og kvinnu og grund- gevið, hví hesi eru tykkara val! Fyllið út lepan niðanfyri og sendið hann við brævbjálva til okkara: Miðlahúsið, Tórsgøta 1, ella Postsmoga 76, við merkinum: »Ársins maður í 2008« og »Ársins kvinna í 2008«. Tit kunnu eisini senda uppskot tykkara sum vanligt bræv. Eisini ber til at senda hetta sum teldupost til post@sosialurin.fo Ein dómsnevnd mannað við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Faroe Ship, Andrasi Róin, samfelagsfrøðingi, Esther Djurhuus, peda- gogi á Landssjúkrahúsinum, og Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi, velur ársins mann og kvinnu millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum í komandi bløðum. Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27. februar 2008 Avdúkingin av ársins manni og ársins kvinnu í Føroyum í 2008 verður á samkomu í Miðlahúsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: