týsdagur 19. februar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2008
27
tíðindi
Grønlandstídindi
Kári við Stein sigur frá metkulda
í Grønlandi. Í heimbýi hansara
hevur verið ísbjarnaávaring!
Hann greiðir frá dag fyri dag
3. februar
Í dag eru – 17 stig og lot av
norði. Ja, eitt er vist, at so
nógvan kava, sum vit hava nú
fyri tíðina, havi eg ikki upplivað
i øll hesi ár, sum eg havi veri í
Sisimiut. Alla staðir, har
maskinur hava dosað kava upp í
nógvar hæddir, eru bilar byrjaðir
at koyra kavan fyri bakka, so tað
ikki kemur at vera til hindurs, tá
Várrharra setur varmaapparatið í
gongd aftur.
Lómur kom inn til Pamiut i
gjárkvøldi vid 120 tonsum. Teir
hava roynt í 2 ½ døgn.
Teir rokna við at sleppa út
aftur í morgin. Markus var eisini
inni her í gjárkvøldið. Har var
okkurt smábrek, sum teir fingu
orðnað beinavegin. Teir loystu
eftir einum tíma.
4. februar
Í dag er stilli og -18 stig. Ísurin
er inni ímóti landi aftur. Hann
segði í radioavísini í dag, at tað
er ongin sigling við ferðafólki til
nakra bygd norðanfyri fyri ís.
Men teir skuldu royna at sleppa
igjøgnun við farmi.
Qaqatsiaq kom inn til Nuuk í
morgun at landa og skifta fólk. Í
morgin kemur Polar Qrasiut til
Nuuk at landa og skifta fólk.
7. februar
Í dag eru – 26 stig og stilli, men
tjúkt í veðrinum. Lómur kom inn
til Pamiut at landa í morgun. Teir
hava 105 tons inni. Teir skuldu
sigla aftur í kvøld. Natarnaq kom
inn til Nuuk at landa í morgun og
skifta fólk. Tarsermiut kom inn
til Nuuk fyrr í vikuni vid
ymiskum maskintrupulleikum.
Teir koma nokk at liggja vikuna
út. Annunguaq II kom higar í dag
eftir tveimun skipum frá sama
reiðarí. Hann skuldi bróta ísin
fyri teimun, so teir kunna sleppa
at fiska rækjur suðuri vid
Pamiut. Eg sá teir fara suður eftir
í konvoy í kvøld um kl 2100. Tað
vóru Annunguaq II, Karina E,
Theodora B og Ittut.
10. februar
Í dag eru – 31 stig og stilli. Ja,
hesir síðstu dagarnir hava verið
kaldir. Vit hava verið niðri á –33
stig. Tað er tó gott, at tað er stilli,
tá tað er so kalt. Søgur siga, at
teir sum fóru hiðani hóskvøldið,
vóru komnir í morgun suður í
móti Kangamiut nakað norðan-
fyri Manitsoq, og har eru
ístrupulleikar. Ocean Tiger var
inni í Nuuk í dag og bunkraði.
Teir loystu seinnapartin og
stevndu til Eysturgrønland aftur.
Søgur siga, at teir føroysku
bátarnir har hava brúkiligt
fiskarí, tá ið teir sleppa framat
fyri ísi. Ja, ísur er nokk av fyri
tíðina. Tað fer at vera eini 15 ár
síðani, at tað hevur verið landfast
ímillum Kanada og Grønland.
Men tað er støðan, sum nú er. Eg
tosaði við ein bát í gjárkvøldið.
Har varð sagt, at ísbjarninar
gingu rundan um skipið. Summ-
ar koma heilt nær, og aðrar hildu
seg longri burtur.
11. februar
Í dag eru – 30 stig og stilli.
Akamalik kom inn at landa í
morgun. Teir hava gott og væl
500 tons inni. Teir hava sett
siglitíð í morgin tíðliga. Polar
Nagtoralik er inni í Nuuk og
landar, og Mano skuldi landa í
morgin.
Í heyst skrivaði eg um tríggjar
serligar kavafannir, sum eru
norðantil á Kjellingahettini. Um
tær tvær svunnu um summarið,
so bleiv tað ein kaldur vetur. Tað
var tað, sum teir gomlu her í
Sisimiut hildu seg eftir. Men tað
svunnu tríggjar fannir í alt í
summar. Tað bleiv spennandi at
bíða til veturin kom at síggja,
hvat úrslitið bleiv burtur úr
fonnunum. Ja, eitt er so vist, at
her er komin ein øgiligur kavi
niður i vetur og fyri ikki at tala
um kulda hesa seinastu tíðina.
Hesar seinastu dagarnir hevur
kuldin ligið frá – 38 stig til -31
stig. Tað er eisini munur á ymsa
staðni í býnum. Tað er seks stig á
muni hjá okkum, sum liggja við
sjógvin og longri uppi í býnum.
12. februar
Ov kalt at landa og
bjarnaávaring
Í dag eru – 30 stig og stilli.
Akamalik bleiv ikki liðugur at
landa fyrr tíðliga í morgun. Har
var nógv sortering, og so var ov
kalt hjá landingarfólkinum at
landa. Tað vóru – 38 stig í nátt,
og eftir arbeiðsreglunum hjá
arbeiðarafelagnum SIK er ikki
loyvt at arbeiða, tá tað er kaldari
enn – 30 stig, so tað nógva fólkið
fór til hús í nátt. Men teir sigldu
nakað undan middag. Eitt veit
eg, og tað er, at Akamalik hevur
ongantíð siglt út úr Sisimiut í so
nógvum ísi. Lómur kom inn til
Pamiut í morgun at landa. Teir
høvdu um 100 tons inni. Teir
loystu longu aftur í kvøld
nýggjan túr. Sum teir siga eru
ongar rækjur at fáa við kaikantin.
Aftan á, at eg hevði fest hesar
reglur niður, segði okkara lokala
radio, sum vit hava her, at tað
var frá politinum komin ein
ávaring, og hon ljóðaði soleiðis:
”Isbjørneadvarsel for Sisimiut
by.” Tað skuldu vera sæddar seks
ísbjarnir her um okkara leiðir, og
løgreglan var bangin fyri, at
onkur kundi finna uppá at koma
inn í býin at finna sær føði, tí
tann dagin var nógvur ísur her
um okkara leiðir.
Sisimiut hevur verið inni í
Noreg og landa. Teir høvdu um
400 tons inni.
Regina C. hevur verið í
kanadiskum sjógvi og roynt. Teir
áttu eina kvotu har. Hana hava
teir so fiskað og eru komnir aftur
í grøndlendskan sjógv at royna.
Teir skulla inn Nuuk at landa í
morgin 13. februar, og tað sama
skal Polar Amaroq.
13. februar
Í dag er -11 stig og stilli. Nú er
so allur ísurin í sori og siglandi
er aftur suður og norð. Einir fýra
trolarar liggja nú aftur í
Holsteinsborgdýpinum og royna.
Tarsermiut liggur framvegis í
Nuuk. Tað ganga nokk nakrir
dagar, áðrenn hann verður klárur
at sigla.
Føroyskir fiskimenn veiða
saman við ísbjørnum
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Akamilik, har Jógvan Tróndarson er skipari
Ísbjarnir tiknar av Akemilik nakað uttanfyri Sisimiut