Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 36 - 20. februar 2008 Ársins maður & ársins kvinna í Føroyum í 2008 HON og HANN, sum hava gjørt nakað GOTT fyri onnur, fyri síni næstu, sínar vinir, sínar grannar, sítt arbeiðspláss, sítt yrki, sína heimbygd, sítt land ella fyri eina ávísa søk, skulu nú veljast sum ÁRSINS MAÐUR og ÁRSINS KVINNA í Føroyum í 2008. Aftur í ár bjóðar Sosialurin øllum lesar- unum, tvs. øllum Føroya fólki, at velja ársins mann og ársins kvinnu í Føroyum í 2008. Hetta verður afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2006. Tá vórðu Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, og Sofus Olsen, stigtakari til listasavn á Sandi, kosin ávíkavist ársins kvinna og ársins maður. Í 2007 vórðu kosin Ella Müller og Birgir Enni. Vit lata fyrst og fremst tykkum lesarar gera av, hvat tit halda er besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur heiðurin at gerast Ársins maður og Ársins kvinna í Føroyum í 2008. Men vit fara so eisini at leggja dent á hetta: Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti, hava gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið og samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, eitt ávíst felag ella felagsskap, eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur. Veljið tykkara mann og kvinnu og grund- gevið, hví hesi eru tykkara val! Fyllið út lepan niðanfyri og sendið hann við brævbjálva til okkara: Miðlahúsið, Tórsgøta 1, ella Postsmoga 76, við merki- num: »Ársins maður í 2008« og »Ársins kvinna í 2008«. Tit kunnu eisini senda uppskot tykkara sum vanligt bræv. Eisini ber til at senda hetta sum teldupost til post@sosialurin.fo Ein dómsnevnd mannað við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Faroe Ship, Andrasi Róin, samfelagsfrøðingi, Esther Djurhuus, peda- gogi á Landssjúkrahúsinum, og Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi, velur ársins mann og kvinnu millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum í komandi bløðum. Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27. februar 2008 Avdúkingin av ársins manni og ársins kvinnu í Føroyum í 2008 verður á samkomu í Miðlahúsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: J. Paturssonargøta 18 · Tórshavn · Tel 322045 Opið er soleiðis: Mánadag, týsdag og hósdag ......10.00-18.00 Mikudag og fríggjadag ...............11.00-18.00 Hvønn dag í februar mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 10. mars 2008 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Drigið verður aðru vikuna í mars. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. 4 7 9 1 2 8 2 7 3 5 7 6 8 5 9 7 6 9 5 6 4 3 1 4 2 FEBRUAR-KAPPINGIN Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í februar In•tone clinic letur vinningin í februar, sum er eitt gávubræv á 12 viðgerðir, virði kr. 4.200,-. Stramma kroppin uttan skurðviðgerð FEBRUAR-TILBOÐ Kom so ofta tú hevur hug í ein heilan mánað Mánaðarkort bert kr. 3.900,- Vinnari av Januar-kappingini: Johanna Rasmussen Inni í Firði 121, 410 Kollafjørður