Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 1

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 vórðu mong føroysk mynd­ evni skapað úr hesum mongu ymisku litunum. Móðir gav íblástur Spurningur hansara var kortini alla tíðina, um hetta kundi føra til nakað meiri? Ein dagin fekk hann eisini svar uppá tann ivan. Ein av keldum hansara til íblástur var móðir hansara, sum ein dagin kom á vitjan. Við sær hevði hon eina reproduktión av einum málningi frá teimum egypt­ isku kongagrøvunum. Tá Eli hugdi eftir málninginum, gjørdist hann sera bilsin: ­ Eg sá tá, at hesir egypt­ isku litirnir líktust akkurát teimum litunum, sum eg hevði úr føroysku náttúruni. At hetta varð roynt fyri fleiri túsund árum síðani og var framvegis haldgott, gav mær ein tryggleika í at halda fram við royndum mínum. Ein fylgja av hesum var, at hann byrjaði at mála lands­ løg, djór, fuglar, steinar og tey støðini, haðani litirnir stavaðu. ­ Tað var ein sera stór avbjóðing at arbeiða við teimum føroysku litunum. Ein má hugsa seg væl um, áðrenn ein setir litirnar saman, um ein skal fáa ein góðan kontrast. Torførar avgerðir Henda nýggja menningin av list hansara hevur ført við sær, at tann føroyska náttúran er vorðin honum sera dýrabar. ­ Tað er líkasum at eg nú kann taka tær yndisligu upp­ livingarnar úr náttúruni við mær til hús, eftir ein frálíkan gongutúr í haganum. Ja, hugskotini eru ofta so mong, at tað er torført at taka eina avgerð, sigur hann við ein­ um brosi. Men tá talan var um lagn­ una hjá køkinum, var av­ gerðin einføld: Hví ikki royna og vísa í verki, at tað sum ein kann gera sum lista­ maður, kann ein eins væl prýða sítt egna heim við?! Henda fyrsta skápshurðin gjørdist til fleiri – og síðani til allar. Borðplátan skifti lit, tað sama gjørdu skuffurnar í køkinum og karmurin undir vindeyganum fekk eisini sítt serliga eyðkenni. ­ Tað er eitt hav av møgu­ leikum við hesi grótmáling­ ini. Ja, ein kundi eins væl prýtt bæði møblar, gólv, klædning og loft við hesum sama, staðfestir hann. Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Útflutnings­vøra Eli Smith veit ikki um onnur listafólk, ið arbeiða við tí sama sum hann. Men eftir hansara hugsan eigur ein at hugsa longur fram – og nógv størri. Møguleiki er nevniliga at skapa arbeiðspláss á landi, til dømis á útoyggj, um onkur hevur umstøður til tað. - Eg hevði ynskt, at føroyingar framleiddu og vóru meiri kreativir. Nógvar av teimum innfluttu vørunum kunnu vit saktans gera sjálvi. Vit mugu hava fleiri bein at standa á. Her kann okkara egna rávøra, sum finst kring alt landið, koma til heiður og æru. - So kann ein við tíðini menna øll hesi hugskotini enn meiri, soleiðis at ein í framtíðini fer at tosa um Sandoyar-køkin, Svínoyar-sofuna ella Múla-tekjuna, sigur Eli skemtandi. Hugskotið er hervið givið víðari. Og Eli vil fegin geva ráð og vegleiðing til tey áhugaðu! Hjúnini bæði - Brita og Eli Smith - í »nýggja« køkinum. Ein aldri køkur sum skuldi skiftast út er nú sum nýggjur Mynd: Jens Kristian Vang