mikudagur 20. februar 2008síða 1
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
- Onkuntíð kann eg spyrja
hana, um hon ikki hevur hug
at mála, og so kann eg fara
í studio, og tá ið vit bæði eru
kreativ, so skilja vit hvønn
annan.
- Ja, og vit motivera eisini
hvønn annan, leggur Edith
afturat.
- Eg haldi bara tað er
positivt, at hann arbeiðir her,
tí tónleikarar eru eitt serligt
fólkaslag, og vit hava fingið
nógvar nýggjar og
spennandi vinir ígjøgnum
studio.
Bæði list og
handilsskapur
Edith er eisini partur av
arbeiðnum hjá Kristoffuri, tí
hon hevur bókhaldið og er
tann, sum krevur pengar
inn.
- Hjá mær fyllir tónleikurin
rættiliga nógv, og um Edith
ikki hevði tikið sær av tí
peningaliga, so hevði eg
ofta bara funnið meg í nógv-
um, sigur Kristoffur. Hann
umskyldar seg við, at mann-
fólk duga ikki at savna seg
um meira enn eitt ting í
senn.
- Men tónleikararnir lurta
eisini betur eftir henni,
flennir hann.
- Um eg ringi og biði
onkran gjalda, so hendir
einki, men ringir hon, so er
alt orðnað beinan vegin.
Edith hevur arbeitt í handli
í níggju ár, so handilsskap-
urin liggur í fingrunum. Hon
lærdi í Timburhandlinum, og
tey seinastu tvey árini var
hon leiðari í Inspiration í
Miðlon.
Kunnleikan til føroyska
marknaðin hevur hon eisini
brúkt til at seta eina kort-
framleiðlsu í gongd.
- Mær hevur altíð dámað
væl at gera gandadeiggj, og
tá eg so fann eitt stað á
internetinum, har mann
kundi printa myndir sum
kort, setti eg framleiðsluna í
gongd.
Kortini selur hon í dag til
handlar kring alt landið, og
sølan gongur væl.
Evropeiskt samstarv
Hóast tey hava fingið studio
at mala runt, so er føroyski
marknaðurin lítil, og prísirnir,
sum bólkar gjalda fyri studio
í Føroyum kunnu ikki saman-
berast við útlendskar prísir.
Kristoffur spurdi tildømis
ein amerikanskan produs-
ara, um hann kundi miksa
eina fløgu, teir eru í ferð við
at framleiða fyri Jens Martin.
Meðan prísurin í Føroyum
fyri hetta arbeiðið liggur um
40.000 krónur, kravdi ameri-
kanski produsarin 75.000
dollarar. Hetta bar ikki til, og
Kristoffur spurdi so ein
kendan týskan produsara,
hvat hann kundi gera tað
fyri. Hann kravdi 160.000
krónur.
- Eg segði, at vit kundu
ikki gjalda meira enn
80.000, meðan hann helt
fast um, at hann ikki kundi
fara undir 100.000. So sendi
eg honum tveir sangir, sum
vit høvdu gjørt, og hann
ringdi aftur beinan vegin og
vildi sleppa at miksa.
So í apríl fer Kristoffur úr
kjallaranum til Týsklands.
Edith hevur eisini sambond
úteftir. Ein danskur framleið-
ari, sum hon kennir frá
sínari tíð sum handilskvinna,
hevur bjóðað seg at keypa
sølurættindini til ganda-
deiggjkortini í Danmark,
Svøríki og Italia. Føroysku
listagávurnar eru soleiðis
endaðar sum altjóða
business, og kjallaraíløgan
má sigast at hava loyst seg
væl hjá unga parinum í
Hoyvík.
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Bæði Edith og Kristoffur hava gjørt teirra áhuga og
ítrív - list og tónleik - til ein góðan vinnuveg. Hetta
hava tey gjørt við basa í teirra egna heimi, har tey
fyri trimum árum síðani innrættaðu eitt atelier og eitt
studio í kjallaranum. Kristoffur hevur arbeitt heima fulla
tíð síðani, og í dag er studio so vælkoyrandi, at Edith
eisini hevur fingið mót at kasta seg út í listina fulla tíð
Kristoffur Mørkøre hevur droymt um at eiga og reka sítt egna studio, síðani hann
var ein smádrongur. - Tá eg gjørdi íløguna, ráddu tey flestu mær frá at gera mær ov
stórar vónir, tí eingin fekk sovorði at bera seg í Føroyum, greiðir Kristoffur frá. Men í
dag, trý ár seinni, hevur hann longu eitt bæði vælkoyrandi og vælumtókt studio
Fyri hálvum ári síðani segði Edith starvið sum leiðari í handlinum Inspiratión
frá sær fyri at halga seg listina. Men hon er tó framvegis handilskvinna. Og
Kristoffur viðgongur, at tað er Edith, sum tekur sær av tí peningaliga og sendir
rokningar út. - Hon fær tað at mala runt, tí hon fær pengarnar inn, sigur hann