Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 1

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Familjutrygging Í neyðini kemur ein vanlig familjutrygging ofta væl við. Til dømis um tú ert so óheppin, at innbúgvið tekur skaða. Ella um tú gjørt skaða á aðrar persónar ella ognir teirra, sum tú mást rinda endurgjald fyri. Familjutryggingar fevna um teg og húskið títt, so sum heimabúgvandi børn og aðrar búfelagar. Tryggingin er galdandi í og rundan um bústaðin. Tá ið innbúgvið fyribils er aðrastaðni enn í heiminum í upp til 12 mánaðir. Tá ið tú flytur uttanlands, fevnir tryggingin upp til 3 mánaðir frá tí tú fert avstað. Meginreglan er, at goldið verður fult endurgjald fyri lutir, til hesir eru tvey ára gamlir. Tað er týdningarmikið, at tú ert rætt tryggjað, so tryggingarvirðið er nóg høgt og fult endurgjald verður latið, um skaði hendir. Av tí, at øll hava ikki sama tørv á trygging, ber til at knýta nakrar ískoytistryggingar afturat familjutryggingini. Eitt nú el- skaða, glas og kummutrygging og ársferðatrygging. Visti tú? Tá tú setir fleiri enn tvey ting saman, til dømis blómur, knappar, myndir ella stearinljós, riggar tað best í ólika tali … 3-5-7… 45 Húsaprísurin lækkar í Havn Meðan prísvøksturin í fjør helt seg eini 20 prosent uttan fyri Havnini, var vøksturin bara 6 prosent í Havn. Ein orsøk til hesa lækking í vøkstrinum kann vera, at talið av handlum setti met í Tórshavnarøkinum við 32 handlum í 4. ársfjórðingi í 2006, og at talið serliga nógvir handlar vóru í øllum økjum í 2007. Eisini skulu vit hugsa um, at rentustøðið er hækkað bæði í 2006 og 2007, og harvið minkar eisini hugurin og evnini at seta seg stóra skuld. Harumframt aftra fólk seg kanska til at læna nógvan pening, nú útlitini á altjóða fíggjarheiminum tykjast vera rættiliga døpur. Miðalprísurin á sethúsum í Havn var 2.3 mió. kr. í 2007. Í størri bygdum 1.2 mió. kr. og í smærri bygdum 1 mió. kr. F A K T A Visti tú? Íbúðir undir 100 fermetrar eru munandi bíligari at tryggja enn tær sum eru yvir Hugnalig heim ongin sjálvfylgja Hjálp til innrætting fæst millum annað hjá: Kurvin v/ Eyðvør Petersen, Sørvágur, 333380 Gávubúðin Li-Wi, Streymnes, 422877 Frú C, Gávubúð, Tórshavn, 312155 Gunnbjørg Rya Gunnbjørgsdóttir, innanduraarkitektur, Vestmanna, 424321 Linda Laksáfoss, dekoratørur, Klaksvík, 457324 Orkis, Glyvrar, 448289 Lagt til rættis: Rigmor Dam