Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 1

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 eina góða løtu, uttan at skula forklára hví. - WC’ið er í grundini ein- asta rúmið í húsinum, tú kanst læsa teg inni í, uttan at onkur heldur teg vera sinnisjúkan ella ákærir teg fyri ikki at tíma at vera saman við familjuni, sigur framtíðargranskarin, Lise- lotte Lyngsø, sum mín sann eisini hevur granskað í, hvat tað í grundini er, allir hesir menninir gera so leingi á WC’num. Alt bendir á, at megin- parturin av tíðini fer til at lesa avísina og annars bara njóta friðin og tað, at ongin blandar seg uppí tað, teir gera, staðfestir framtíðar- granskarin, sum eftir øllum at døma kortini ikki veit alt, sum gongur fyri seg á WC’num. Ein av monnunum við- gongur nevniliga, at hann javnan tekur fartelduna við á WC. Ein annar plagar at hugna sær við at sita og lesa á ymsum dunkum við øllum frá klorini til fínu perfumuna hjá dámuni. Og ein triði avdúkar, at hann heldur tað vera okkurt ser- liga maskulint við at sita á WC’num! Javel. Harrarúmið er aftur Tørvurin hjá mannfólkum at sleppa at hava okkurt heilt fyri seg sjálvan, tykist also at vera rættiliga grundleggj- andi. Og faktiskt vísir ein onnur kanning, at heili 90 prosent av donskum monn- um í aldrinum 30 til 50 ár hava ”mítt egna rúm” standandi ovast á ynskilistanum. Tankarnir leita aftur til gamaldags ”harrarúmið” við Chesterfield møblum, eldi í peisuni og cognac í glasinum. Og kanska verður júst harrarúmið loysnin á trupulleikanum at fáa mannfólkini at hóska inn í modernaðu heimini. Tað slepst ikki undan, at tað er ein ávísur stílur yvir harrarúminum, sum skjótt kann gerast nakað av tí mest smakfulla innan nýggja nostalgi-rákið, vita rák- serfrøðingar at siga. Tað man vera ríkiligt til at fáa kvinnurnar við uppá hugskotið. Og so er tíðin vist eisini komin, at menninir sleppa at at njóta osan av respekt, sum stendur kring eitt veruligt harrarúm. Meðan terapeutar í rama álvara eru farnir at vísa á harrarúmið, sum nakað, ið kundi fingið talið á hjúnarskilnaðum niður, hava eisini húsmeklararnir fingið frænir av, at harrarúmið kann gerast avgerandi gandaorðið framyvir. Teir viðganga fegnir, at ’harrarúm’ er vorðið eitt týðandi orð í sølulýsingu- num. Ikki bara tí, tað umboðar eina farna tíð, mong eru farin at droyma um aftur. Men eisini tí ’harrarúmið’ gevur fyrrver- andi harranum í húsinum eitt loyniligt lyfti um, at hann ikki longur nýtist at stríðast einsamallur fyri rættinum til sína egnu privatu holu. Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í hesum modernaðu innrættingardøgum skulu mannfólk ikki taka tað sum eina sjálvfylgju, at kjallarar og garasjur eru oyramerkt til mannfólka putlarí