mikudagur 20. februar 2008síða 1
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Óbevíst hava ljóðviðurskifti
stóra ávirkan á, hvussu
trivnaðurin er í einum heimi.
Men tá samanum kemur,
hvussu nógvir privatir set
húsabyggjarar munnu gera
sær stórvegis tankar um,
hvussu tey ymsu rúmini í
húsinum verða plaseraði í
mun til hvørt annað, so
størst møgulig atlit vera tikin
fyri óljóði og gangi í tí
nýggja heiminum? Helst er
tað rættiliga ivasamt.
Tann føroyingurin, sum
uttan hevur størstu royndir
nar á hesum øki, er Johann
es Steingrund í Saltangará.
Líka síðani tíðina sum tann
áringur hevur hann fingist
við ljóð á ymsan hátt. Tey
fyrstu árini sum tónleikari,
seinni útvarpsteknikari og
síðani sum sivilverkfrøðingur
við serkunnleika í akustikki
ella ljóðviðurskiftum. Har
afturat hevur Johannes
Steingrund minst 25 ára
royndir handan miksipultin
hjá bæði kendum og minni
kendum tónleikarum og
tónleikabólkum.
Líka síðani Johannes
Steingrund varð liðugur sum
sivilverkfrøðingur á Dan
marks Tekniske Universitet í
Lyngby, hevur hann arbeitt
fyri mikron og ljóðmátara
fyritøkuna, Brüel & Kjær.
Bæði í Danmark og Týsk
landi. Tey seinnu árini hevur
hann verið leysari knýttur at
fyritøkuni, tí uppgávurnar
viðvíkjandi ráðgeving í
Føroyum eru vaksandi.
Serliga í sambandi við
nógvar størri og smærri
byggiverkætlanir, har ráðgev
andi verkfrøðingar, arktiktar
og byggiharrar vilja hava
ljóðviðurskiftini so góð sum
tilber; alt eftir hvat tann ávísi
bygningurin skal nýtast til.
Eisini nógvir privatir húsa
byggjarar hava konsulterað
ljóðmannin í Saltangará,
áðrenn teir eru farnir í
gongd við at byggja ella
umbyggja.
Trý atlit at taka
Sambært Johannes Stein
grund eru tað í høvuðsheit
um trý atlit, ið skulu takast í
sambandi við sethúsa og
íbúðarbygging í sambandi
við ljóð.
Tað fyrsta er, hvussu
langur eftirklangurin er, tað
næsta hvussu rúmini verða
løgd í mun til hvørt annað, og
tað triðja er, um fleiri familjur
búgva í sama húsi ella á
sama matrikuli. Til dømis í
kjallara og ella loftsíbúð ella
tá talan er um tvíhús.
Jú, harðari veggir, loft og
gólv eru, jú størri ella
kraftigari verður eftirklang
urin og kemur harvið at
streingja tey, sum eru í rúmi
saman, meiri enn neyðugt.
Hetta umfatar alt ljóð í rúmi
num; tónleik, tos, spæl,
barnagrát ella annað. Um
hædd verður tikin fyri ljóð
viðurskiftum, tá eitt rúm verð
ur innrættað, so gerst ljóðið
munandi minni belastandi
fyri øll húsfólkini.
Tað er ein royndur lutur, at
áhaldandi óljóð og larmur
ávirkar hoyrnina og psykuna
hjá hvørjum einstøkum. Tí
snýr tað seg um at stytta
Hugsa um ljóð tá tú by
Tá fólk seta búgv,
er týdningarmikið
at geva sær far
um ljóðviður
skiftini í nýggja
heiminum. Sum
heild hugsa set
húsabyggjarar
ov lítið um at
doyva ljóðið, so
tað gerst livilig
ari fyri alla familj
una, sigur ljóð
serfrøðingurin,
Johannes Stein
grund