hósdagur 21. februar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 37 - 21. februar 2008
Føroya Lívstrygging
hevur gjørt av, at
felagið ikki skal gera
íløgur í ídnað, ið
framleiðir eitt nú
tubbak og vápn
Íløgur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu dagarnar hevur
Kringvarpið sett fokus á
íløgupolitikkin hjá Føroya
Lívstrygging.
Serstakliga
við atliti til, at felagið ikki
hevur etiskar leiðreglur um
íløgurnar. Og eitt nú eru før
oyskar
pensjónsuppspar
ingar settar í virðisbrøv hjá
tubbaks og vápnafram
leiðarum.
Nevndin hevur á fundi
umrøtt hesi viðurskifti og
er samd um, at felagið ikki
skal gera íløgur í ídnað, ið
framleiðir tubbak, vápn og
líknandi.
Nevndin tekur málið í
størstum álvara og heilsar
kjakinum um etiskar íløgur
vælkomnum. Føroya Lívs
trygging vónar, at hetta
kann verða høvi til at fáa
eitt breitt kjak um, hvussu
íløgur eiga at umsitast.
Trupulleikin
viðvíkjandi
etiskum íløgum er nakað,
ið allir eftirlønarveitarar,
tryggingarfeløg og pen
ingastovnar,
umframt
almennir
grunnar,
eru
felags um, serliga tí einki
greitt amboð finst til at gera
skilnað ímillum ”rættar” og
”skeivar” íløgur, verður
sagt í tíðindaskrivi.
Leiðslan á Føroya Lív
strygging fer á fyrstkomandi
nevndarfundi at leggja fram
leiðreglur um ein etiskan
íløgupolitikk.
Íløgur skulu vera etiskar
Søkt verður eftir starvsfólki til
Radiodeildina hjá FT Net
Radiodeildin hjá FT Net hevur høvuðssæti hjá Føroya Tele í Hoyvík,
men arbeiðið verður gjørt um alt landið. Nógv útgerð hjá FT Net
stendur í náttúruvøkrum umráðum víða um landið, tí er starvið
sermerkt á tann hátt, at tú arbeiðir við hátøkni, samstundis sum
tú fært møguleikan fyri at vera nógv úti í náttúruni.
Vit kunna bjóða einum komandi starvsfelaga eitt arbeiðsumhvørvi
við nógvum spennandi og fj ølbroyttum tekniskum uppgávum, har
góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum avbjóðingum í
einum mennandi umhvørvi.
Starvsinnihald
Sum starvsfólk á radiodeildini verður tú við til at menna og reka
tráðleysar skipanir í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar.
Arbeiðið fevnir um allar tráðleysar skipanir, so sum:
• Mikrobylgju-linkar
• Tráðleysu skipanirnar WiMAX og WiFi
• Sjónvarps- og útvarpssendinet
• Mastra- og antennuskipanir
• Fartelefonkervið GSM
Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving
sum t.d. elektronikkmekanikari, elektronikkteknikari, diplom
verkfrøðingur ella viðkomandi fakligar royndir.
Umframt hetta vænta vit, at tú ert:
• ágrýtin og hevur hug at taka við tekniskum avbjóðingum
• dugir væl at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur
• dugir væl at arbeiða við teldum og telduforritum
• ert væl fyri likamliga, sum t.d. at ganga í haganum, tá farið
verður at arbeiða í radiosmáttum og mastrum
Umsókn og treytir
Starvið verður sett 1. apríl ella skjótast gjørligt. Lønin verður ásett
samsvarandi royndum og útbúgving.
Fleir upplýsingar fáast hjá Jóhan Poulsen, leiðara á Radiodeildini
tel 243649 ella á Starvsfólkadeildini á tel 303030.
Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 22. februar 2008, og tær skulu sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postsrúm 27
110 Tórshavn
ella starvsfolkadeildin@ft.fo
Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á
øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina.
FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu,
tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele.
STARVSFÓLK TIL RADIODEILDINA HJÁ FT NET
sansir.fo
Lívstrygginin setir nú etiskar leiðireglur fyri, í hvørjar fyritøkur pensjónsuppsparingar kunnu plaserast í
Savnsmynd