Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 37 - 21. februar 2008 Hóast metavlop boðar stjórin í Atlantic Airways frá, at felagið umhugsar at seta prísin á ferðakostnaðinum upp; tað váttar Magni Arge fyri Rás2 ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað ljóðar eitt sindur para­ doskalt, at eitt felag við met­ avlopi kortini umhugsar at seta prísin á sínum vørum upp. Men tað ger Atlantic Airways. – Úrslitið hjá okkum sig­ ur jú frá gongdini í árinum, sum fór, og tá eg vísi á, at tað verður neyðugt at hyggja eftir, hvussu inntøk­ ur og útreiðslur skulu hanga saman í inniverandi ári, so er talan um ein heilt annan rakstur, sigur Magni Arge við Rás2. Hann vísir á, at tað eru ávísar inntøkur, sum felagið hevði í fjør, sum teir ikki vænta at fáa í ár. Her hugsar hann serliga um inntøkur, teir høvdu av íløgum í onn­ ur feløg, kanska serliga At­ lantic Petroleum. – Haraftrat standa vit framman fyri støðugt hækk­ andi útreiðslum. Síggi, at oljan er farin upp um hundr­ að dollarar fyri tunnuna, og lønarútreiðslurnar eru støð­ ugt hækkandi, sigur Magni Arge. Stjórin í Atlantic Airways er ikki samdur í páhaldinum um, at flogferðaseðlaprísir­ nir kring allan heim verða dumpaðir, og harvið verður bíligari hjá fólki at flúgva, meðan føroyska flogfelagið umhugsar príshækkan. – Eg eri ikki samdur í hes­ um. Tað seinasta, sum hend­ ur í londunum uttan um okkum, er, at Coast Air í Noregi er farið á heysin, og tað sama er hent fyri City Star Airlines í Aberdeen. Ryan Air hevur boðað frá, at teirra avlop fer at falla við 30­40%. Stirling hevur hækkað sínar prísir, so tað er ógvuliga ymiskt, hvussu ymsu feløgini takla støðuna. Tað, sum er umráðandi hjá okkum er, at vit hava ein sunnan rakstur, við einum hampiligum avlopi, tí tað er størsta trygdin fyri, at Før­ oyar kunnu hava ein góðan veitara á flogvinnuøkinum, sigur Magni Arge. Smájusteringar Men stjórin í Atlantic Air­ ways vil ikki siga her og nú, at talan veruliga verður um eina príshækkan í árinum. – Tað verður neyðugt at seta nøkur tiltøk í verk, og spurningurin er so, um vit kunnu lækka kostnaðin á summum økjum, og í øðr­ um førum hækka nøkur gjøld, sigur Magni Arge. Hann vísir á, at tað serliga er á ávísum útreiðslupostum, at økingin hevur verið óvan­ liga stór. – Útreiðslurnar í sam­ bandi við ólag á ferðsluni vegna veður, hevur kostað okkum fjúrtan milliónir krónur í fjør, móti tíggju milliónum í 2006 og sjey í 2005. Sjálvandi hevði verið best, um veðrið batnaði, men tað verður neyðugt at útbyggja flogvøllin í Vág­ um, og flogvallarviðurskift­ ini sum heild, sigur Magni Arge. Ein annar møguleiki er, sambært stjóranum á At­ lantic Airways, at minka um Súluskipanina, og har­ við sleppa undan prís­ vøkstri. Undir øllum um­ støðum verður ikki talan um ta stóru strukturbroyt­ ingina í príspolitikkinum, men einans talan um smá­ justeringar, sum verða greið­ ar um ein mánað ella so. Spurdur um kursvirðið á felagnum, sum er níggju prosent lægri enn innara virði á felagnum, er nøkt­ andi, sigur Magni Arge, at tað til eina og hvørja tíð er ein meting hjá tí, sum er villigur at keypa og selja partabrøv í felagnum. ­ Orsøkin til kursfallið er eitt sindur ring at fáa eyga á, um tú hyggur at raksturin hjá felagnum, og teimum avtalum, sum vit hava gjørt í seinastuni, staðfestir Magni Arge. Um sín egna vinning í felagnum – og tann veru­ leika, at hann í ársroknskap­ inum stendur at hava fingið 434.000 krónur í bonus – sigur stjórin í Atlantic Air­ ways, at hetta helst stavar frá góðum úrsliti og stórum innsatsi. ­ Men hatta mást tú spyrja nevndarformannin um. Eg havi gjørt eina avtalu við mín arbeiðsgevara, og hana standi eg við. Eg havi fingið hasa lønina, og eg eri ikki flovur av henni, segði Magni Arge, stjóri á At­ lantic Airways við Rás2. Umhugsa at hækka prísin Magni Arge er ikki flovur av lønini, hann fær, eiheldur bonus’inum Stovnar, fyritøkur og privat við heimasíðum kunnu útvega sær hesa tænastu frá HH-Support – tlf. 515091 – fax 315091 info@hh-support.com - www.hh-support.com Upplestur á heimasíðum Rættilig “Public Service” fyri øll! Ringið um fleiri upplýsingar ella biðið um vitjan av ráðgeva Alt fleiri heimasíður hava nú fingið teldutalu, so vitjandi við lesitrupulleikum av einum hvørjum slag eisini fáa fulla kunning á sama støði sum onnur - Íløguráðgeving - royn Skjern Bank Gunnar Streymoy Íløguráðgevi Tlf. 516227 gst@skjernbank.dk Skjern Bank bjóðar íløgumøgu- leikar, ið hóska júst til tín tørv. Fá eitt prát við Gunnar Streymoy og hoyr nærri um tínar møgu- leikar. Tórshavn á Norðurbryggjuni Leygardagin 23. februar letur ein framsýning um menningina í Tórshavn upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fer at seta framsýningina, sum er opin til 18. mai. Ferniseringin verður á Norðurbryggjuni leygardagin 23. februar frá klokkan 14 til 16. Almenna heitið á framsýningini er »Tórshavn ­ identitet og arkitektur«. Sýningin er sett upp í samstarvi millum Norðurbryggjuna og Tórshavnar kommunu. Eysturbúgvin inn at landa Sandur: Tíðliga í morgun kom trolarin Eysturbúgvin á Sand, har hann leggur veiðuna upp til P/F Sandoy Seafood. Eysturbúgvin samtrolar við Vesturbúgvan, og var veiðan henda túrin um 370.000 pund tilsamans, skrivar heimasíðan bkv.fo. Skipari hendan túrin var Jóhan Petur í Soylu