hósdagur 21. februar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Sum vit hava greitt frá fyrr,
var Dollin giftur við Linu,
sum var dóttir Katrinu f.
Viderø av Viðareiði og
Jógvan Niclassen av Skála
toftum. Tey vóru búsett í
Leith.
Jógvan var føddur 2.
januar 1846. Hann var
sonur Niclas Joensen og
Súsonni Pedersdatter, sum
var ættað norðan úr Vági.
Í Tey bygdu Land verður
greitt frá, at Jógvan sum
ungur slapp við skotskum
línubáti, sum hann plagdi at
fiska goggur fyri í Har
aldssundi. Úrslitið er so, at
hann og konan búsetast í
Leith í Skotlandi. Tey fingu
tvær døtur.
Lina kom at arva eini hús
á Viðareiði frá mammu síni,
og hesi gjørdust fyrsti
fundarsalur hjá Brøðrasam
komuni í bygdini.
Cathrina Henrikka, sum
var hennara fulla navn, átti
eina systir, Elspa. Hon
giftist við einum havnar
manni, Sakarias Poulsen.
Hann
var
sonur
Polla
Vilhelm. Tey búðu eisini í
Leith og áttu børn. Tað
kundi verið áhugavert, um
nakar veit meira um tey.
Foreldrini hjá teimum
báðum
systrunum
vóru
Elsebeth Simonsdatter og
Simon Danielsen úr Mið
stovuni á Viðareiði. Tey
mugu hava kallað seg
Viderø seinni, tí Cathrina er
fødd Viderø.
Jógvan í Leith
Tað hevur verið roynt at fáa
meira at vita um tey, men
illa hevur gingist. Rendi
meg kortini heilt av tilvild
av eini umrøðu av Jógvan
Niclassen, sum hevur staðið
í Føroya Siglingarsøgu hjá
Páll J. Nolsøe.
Søgan snýr seg um skipið
May Flower, sum Dánjal
Pauli Thomassen í Búðini í
Sørvági keypti í Leith í
1892. Kostnaðurin var kr.
4.000. Søkt varð um lán úr
statskassanum til keypið,
men tá ið teir koma til Leith
fáa teir at vita, at einki lán
verður latið.
Í Leith kemur Dánjal
Pauli í samband við Joen
Niclasen ella John Nicol
son, sum hann eisini skrivar
seg. Hann lænir Dánjal
Paula 150 pund, og Dánjal
Pauli setir í veð eitt pakkhús
og nakrar gyllin í jørð.
Skálatofta Jógvan starv
aðist sum stevedor ella
formaður fyri havnaarbeiðs
monnunum, tá ið Dánjal
Pauli hitti hann í Leith. Teir
hava óivað kenst úr Før
oyum.
Jógvan doyði 21. septem
ber 1895. Einkjan kom
heim aftur til Føroya og
gevur 11. september 1906
kvittan fyri, at lánið hjá
Dánjal Paula er afturgoldið.
Tað kann kanska hugsast,
at tað hevur verið við til at
fíggja virksemið hjá Dolla
num.
Katrina doyr 30.august
1907 og er grivin í gamla
kirkjugarði. Tískil komu
tey bæði, Dollin og ver
móðurin at liggja í sama
kirkjugarði nærum lið um
lið.
Frá lokalsøguliga arkivi
num í Leih hava vit annars
fingið upplýst, at Lina og
Dollin giftust 20. mai 1904
í Glasgow.
Lina varð umvend tann
7. november 1903. Hetta
er beint eftir, at Dollin er
komin heim úr Congo og
Dollin hevur talað í sam
komuhúsinum, Carrubbers
Close í Edinburgh, har Lina
kom á møti júst hendan
dagin. Tað er sannlíkt, at
tað er her tey hava hitt
hvønn annan.
Frá umrødda arkivi hava
vit eisini fingið at vita, hvat
ið hendi Linu. Hon er als
ikki
nevnd
í
føroysku
keldunum, eftir at Dollin
doyði í 1916.
Men frá postkortum, sum
Poulina Djurhuus, ættað av
Hvítanesi, hevði fingið hjá
vinkonuni
Linu,
kundi
síggjast, at hon í 1920 var
stødd í Leith og hevði tá
ætlan um at fara til Føroyar
aftur.
Men nú hava vit so fingið
staðfest, at hon doyr 24. juli
1937 í Leith, 58 ára gomul.
Í kirkjubókini sæst annars,
at hennara fulla navn er
Nicoline Henriette. Hetta
er so blivið Lina í Føroyum
og Lena í Bretlandi, sum
gevur somu úttalu sum í
Føroyum.
Lina er gift aftur. Seinni
maðurin eitur John Smith,
og hevur verið slaktari.
Hon er deyð av hjartaslag
heima, og maðurin hevur
verið hjá henni.
Vit hava roynt at fáa at
vita hvat ið hendi hini
systrini, men tað er ikki
eydnast enn. Men tað, at
mamman er flutt við Linu
til Føroyar kann benda á, at
eingin dóttir hevur verið
eftir í Leith at vera hjá.
Inger fekk
óbrúktu grøvina
Á kirkjugarðinum liggja í
eini røð Katrina, Inger M.
Jacobsen, mamma Kristinu,
sum var gift við Jens Paula
á Reyni og síðan Daniel J.
Danielsen. Inger er grivin
her í 1944, níggju ár eftir at
nýggi kirkjugarður annars
var tikin í nýtslu.
Tað kann væl hugsast, at
ætlanin hevur verið, at Lina
sjálv skuldi liggja í mittastu
grøvini. Men tá ið hon flutti
av landinum og búsettist í
Leith, gjørdist hetta óaktu
elt, og henda grøv gjørdist
tøk. Her kom Inger so at
liggja. Tað var ikki brúk
fyri fleiri gravum til henn
ara, tí maðurin hennara
Jens Pauli var deyður á
sjónum. Vit koma seinni at
hava
eina
frásøgn
um
Inger.
Tað ber ikki til at vita,
hví Inger fekk hesa grøvina.
Men har hevur verið neyvt
samband. Vit vita í hvussu
er, at tá ið Dollin kom heim
til Føroya deyðasjúkur í
oktober 1916, var tað sonur
Inger, Aksel Jensen, sum
var um hann á teirri drúgvu
illveðursferðini heim.
Dollin kom at liggja nærum
lið um lið við vermammuna
Tað áhugaverda við hesi greinarøð úr gamla kirkjugarðinum er, at lýsing av eini grøv førir til lýsingina av eini
aðrari. Tað er hetta, sum talan er um í samband við Daniel J. Danielsen, hvørs grøv er væl kend. Men hetta
hevur nú ført til, at vit hesa ferð kunnu vísa og lýsa grøvina hjá verforeldrum hansara. Katrinu, vermannan,
liggur í grøvini, men navnið á verpápanum er eisini á steininum
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Næstu ferð
Í komandi parti koma vit
at umrøða Mariu og
Ludvig Poulsen, sum eru
kend handilsnøvn í Havn.
KATRINE NICOLSON F. VIDERØ
JOEN F. NICOLSON BOSAT I LEITH
FØDT 3. FEBRUAR 1840 HENSOVET 30. AUGUST 1907
BORTE FRA LEGEMET HJEMME HOS HERREN
Her eru tríggir gravir í eini røð. Katrina, Inger og Daniel. Mittasta grøvin var ætlað Linu, men
hon fekk ikki brúk fyri henni.
Jógvan Niclassen, maður
Katrinu, hvørs navn eisini er
á gravsteininum.
Polla Vilhelm, verfaðir Elspu, systir Katrinu.
Nr. 37 - 21. februar 2008