Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2008 33 lýsingar Bygningurin hjá Suðurgarð á Skála til sølu Vegna flyting verður bygn- ingurin matr. nr. 497 á Skála lýstur til sølu. Húsini eru 250 fermetrar í tveimum hæddum og innrættað soleiðis: Veghæddin: 2 stór lokalir og eitt minni. Fýrrúm, kjallararúm, wc, stórt kamar og inngongd við trappum upp á ovaru hæddina Ovara hæddin: gongd, køkur, stór stova, 2 kømur og baðiverilsi. Húsini, sum eru bygd úr betongi og klødd við timbri, eru vælegnað til ymisk endamál, so sum handil, skrivstovu og annað. Myndir av húsunum kunnu síggjast á heimasíðuni www.sudurgard.fo trýst á húsamekling. Húsini verða seld fyri hægsta boð yvir kr. 700.000. Áhugað kunnu ringja og fáa meiri at vita á tlf. 441728 ella 221684. Sp/f Suðurgarð Skálavegur 266 480 Skála G E R S T M E D I A T O R Intensivt skeið í mediatión – konfliktmekling Mediatión er skipaður dialogur, sum gevur ósamdum pørtum møguleika til undir leiðslu av meklara/mediator at tosa seg til sættis. Samtala kann vera trupul, tá ósemjur eru og nógvar kenslur. Misálit og mistulkingar og óheppið tosingarlag skaðar samskiftið, og trætan kann fast- læsast so, at ilt kann vera at koma sær burturúr aftur uttan hjálp uttanífrá. Mediator hevur útbúgving sum tann uttanveltaði triðjipersónur, sum skipar samtaluna so, at partarnir lættari gerast førir fyri sjálvir at loysa ósemjuna og at hyggja frameftir. Meklarin eigur ikki lut í konfliktini, høvdið er kalt og høvið at stýra samskiftinum er tí serstakt. Trætumekling er ein samráðingarháttur at loysa ósemjur og trætur, sum hevur sum fortreyt, at partarnir ynska eina semjuloysn. Útbúgvingin styrkir sam- stundis tín egna førleika at samráðast. 2., 16., og 30. apríl 2008: kl. 18.00 – 21.00 Teorisk kunning um konfliktmynstur og mediatión. Til henda teoretiska partin skal lesast tilfar. Eisini verður rolluspæl í tilknýti til teoriina og videosýning av mediatión á arbeiðsplássi. (Turið) 21. til og við 23. maj 2008: kl. 9.00 – 16.00 Intensiv mediatorvenjing við rolluspøl- um í 3 heilar dagar við tveimum undir- vísarum. (Lin og Lotte) 4. og 11. juni 2008: kl. 18.00 – 21.00 Uppfylging av teori og praksis og viðgerð av teimum etisku reglunum. (Turið) Avmarkað luttøka: Til tess at luttakararnir skulu fáa høvi veruliga at royna seg sum meklarar, er luttøkan avmarkað til 16 persónar. Kostnaðurin: Íalt kr. 13.000 pr. persón. Matur á middegi og kaffi er íroknað teir 3 dagarnar, rolluspølini eru. Aftrat kemur kostnaður fyri keyp av 2 bókum, uml. kr. 500,- . Annað tilfar er íroknað skeiðsgjaldinum. Tilmelding: hjá Turið Debes Hentze, tdh@hentze.fo Málbólkur: Einhvør, sum hevur tørv á betri kunnleika at handfara konfliktstøður, og sum hevur ábyrgdina av at handfara tvístøður millum fólk á skilagóðan hátt. Umframt at fáa førleikan at virka beinleiðis sum mediator, fæst grundleggjandi innlit í, hvussu ein við egnum atburði og málburði ávirkar eina ósemju. Undirvísingin menn- ir eisini eins egnu evnir at samráðast konstruktivt. Dømi um málbólkar: Fólk í leiðslustørvum, (konflikthandfaring og samráðing). Millum vinnufyritøkur. Starvsfólkaviðurskifti. Skúlaverkið (skúla- mekling, happing, samstarv við foreldur o.a.). Konfliktstøður innan ítróttina. Ad- vokatar og dómarar. Løgreglan (samskifti við og millum gerningspersón og offur). Fakfelagsumboð, álitisfólk. Barnavernd (samskifti við foreldur, børn, avvarðandi, fosturforeldur). Kommunur og land - samskifti við borgaran. Politikkarar. Teoretiska undirvísingin fevnir um: Konflikt fatan. Ymiskar konfliktloysnir. Egnan leiklut í konflikt. Konfliktmynstur. Konfliktupptrapping og –avspenning. Evnini at lurta og tosingarlag. Dialog og samráðing. Hvørjar fellur eru - hvat er ikki dialogur. Mediatión, sum ein háttur at finna semjur. Hví mediatión virkar og hvørjar treytirnar eru fyri mediatión. Hvørji sereyðkennini eru við mediatión. Nágreinilig gjøgnumgongd av media- tiónsstigunum. Leikluturin hjá pørtunum og meklara. Ymiskir mediatiónshættir og endamálið við hesum. Førleikakrøv til meklaran. Etiskar reglur. Undirvísarar: Turið Debes Hentze, mediator Lin Adrian, mediator og undirvísingarleiðari á Kbh. Universitet Lotte Christie, mediator Meiri kann lesast um, konfliktmekling á heimasíðuni: www.hentze.fo Advokatskrivstovan Hentze Tórsgøta 17 – Postsmoga 236 110 Tórshavn tel. 311460 – fax 311490 hentze@hentze.fo – www.hentze.fo