mikudagur 13. juni 2001síða 17
Tekstur á síðuni
Íslendingar eru spakuliga
við at koma yvir skelkin,
eftir at fiskifrøðingarnir
týsdagin í seinastu viku
kunngjørdi síni døpru til-
mæli fyri komandi ár. Nú
fyrireikar landið seg til
rakár. Øll umsitingin av
íslendsku fiskastovnunum
er í djúpari kreppu og stór
ósemja er um hvussu stórir
stovnarnir eru.
Øll vóru greið yvir, at
fiskifrøðingarnir fóru at
koma við eini frágreiðing
um fiskastovnarnar, sum
ikki var tespilig at lesa,
men ongin vist, at so illa
stóð til.Fiskifrøðingarnir
løgdu fram eina frágreið-
ing, sum sigur, at íslending-
ar hava næstan avoytt tann
týdningarmiklasta stovnin í
fiskivinnuni, toskin, skrivar
Intrafish
Fiskifrøðingarnir
við-
ganga nú, at teir hava yvir-
mett toskastovnin millum
30-40 prosent seinastu trý
árini. Málið hevur verið at
fiska 25 prosent av stovnin-
um.
Men
seinsta
frá-
greiðingin vísir, at orsakað
av skeivu metingini hjá
fiskifrøðingunum, so hava
íslendingar veitt millum
40-50 prosent av toska-
stovninum seinastu trý árini
og tað tolir ongin stovnur í
longdini.
Íslandstoskurin
verður
ikki veiddur á burðardygg-
an hátt. Kvotan er nú sett til
190.000 tons, meðan ICES
hevur mælt til at fylgja 25
prosents regluni, fyri at
tryggja eina burðartrygga
gagnnýtslu av stovninum.
Gjørdu íslendingar tað, so
hevði kvotan fyri komandi
ár verð verið 144.000 tons.
Íslendingar yvir-
mettu toskin
Um bannið hjá ES móti at
nýta fiskamjøl sum djóra-
fóður verður longt, fer
hetta at merkja ein miss
hjá fiskamjølsídnaðinum
upp á 1645 milliónir
norskar krónur árliga.
Hetta sigur altjóða felags-
skapurin hjá fiskamjøls-
framleiðarum IFOMA.
IFOMA heldur, at eini
350.000 tons av fiskamjøli
fara til einkis hjá tí globala
f iskamjølsídnaðinum,
skrivar Intrafish.
– Fiskimálaráðharranir í
Danmark, Fraklandi og
Bretlandi tosaðu fyri at
seta bannið úr gildi á
fundinum í apríl.Hóast
hetta, so var málið ikki við
í endaskrivinum, tá fund-
urin var lokin og hetta eru
vit vónbrotnir um, sigur
stjórin í IFOMA, Stuart
Barlow til Intrafish.
-Ministararáðið segði ,
at ES vildi leingja um
bannið, men vildi ikki siga
hvussu leingi,sigur Stuart.
Norskir fiskamjølsfram-
leiðarar trúgva ikki at
bann verður sett fyri veiðu
av svartkjafti og um so
verður, so rokna teir ikki
við, at prísurin á ráevni til
fóðurframleiðslu verður
so
nógv
dýrari,
um
svartkjafturin verður burt-
ur eina tíð.
Eg rokni ikki við, at
nakað
svartkjaftabann
verður sett í verk. Men
hetta er ein greið ávaring
frá fiskifrøðingunum um
at nú má veiðan minkast,
annars verður trýstið ov
hart á stovnin. Tað hevur
týdning at fáa eina altjóða
stýring, men tað fer at taka
tíð, áðrenn semja er um
hesa. Allir eru samdir um,
at nú má okkurt gerast,
men ósemja er um
hvussu, sigur Snorri Til-
sæth frá Norsildmel við
norsku vevsíðuna Intra-
fish.
Dýrt fiskamjølsbann
Roknar ikki við
svartkjaftabanni
32
Nr. 110 - 13. juni 2001
gult32 cyan32 magenta32 svart32
C
M
Y
K
32