Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 22. februar 2008 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Súsanna Malena Pouls­ en, vanliga nevnd Sanne­ lena á Lofti, á Eiði, ætt­ að úr Tjørnuvík, andað­ ist týsdagin 99 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Mizpa leygardagin kl. 12. Tórgerð Hansen, ættað úr Funningsfirði, búsit­ andi í Havn, andaðist týsdagin 70 ára gomul. Petra Óladóttir, fødd Biskopstø, ættað úr Klaksvík, andaðist mánadagin 18. februar í Neskaupstøðum í Ís­ landi 72 ára gomul. Retta Hansen, fødd Gjoverå, andaðist á Eyst­ uroyar Ellis­ og Røkt­ arheimi týsdagin, 88 ára gomul. Kistan við Rettu fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Fuglafjaðar kirkju leygardagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Rettu kunnu lata eina gávu til Røktarheimi í Runavík. Konta í pen­ ingastovnunum. Andlát og jarðarferðir Mánadagin í vikuni fylti KÍ­arin Jógvan Linklett fimmti. Føðingardagin helt hann saman við konu, børn­ um og abbabørnum í Dan­ mark. Jógvan Ósá tók til í eini grein í Sosialinum herfyri, hvussu hann upplivdi fót­ bóltsdystir. ”Vit verða øll javngomul, tá ið vit hyggja eftir einum fótbóltsdyst ...”, skrivaði hann millum ann­ að. Sera beinrakið tikið til. Vit skriva 1958. Í juli mánaða er nógv sól, men hoyterrin ringur. Fara vit aftur í árið, góðskrivast febr­ uar fyri 36 sóltímar. Men tað er týsdagin 18. februar at Adelborg og Kiss fáa fyrsta barnið, sum er ein drongur og skjótt verður uppkallaður eftir abbanum í Klaksvík og beiggja Adel­ borg, ið gekk burtur undir krígnum við Morning Star. Teir vóru einnevndir. Í einari grein um Jógvan, ið vil nakað, hava vit blaðað í ítróttarteigin hjá Árna Dahl í Dimmuni 1. juli 1975. Her er umrøða av dysti millum HB og KÍ í Gundadali. Yvirskriftin er: ”Endiliga ein góður lands­ kappingardystur”. Niðriund­ ir aftur stendur: ”Jógvan Linklett, KÍ, stóð fyri mál­ mansavriki, sum sjaldan ­ helst ongantíð ­ er sæð fyrr í føroyskum fótbólti.” Jú, rósandi orð um roynda úr­ mælingin í Klaksvík, ið vardi málið hjá KÍ í sjeyti­ og ein part av áttatiárunum. Alt hevur sína tíð, eisini yrkisleiðin í einum fótbólts­ máli. Men minnini liggja eftir, bæði góð, spennandi og stuttlig. Óvitarnir møttu mann­ sterkir upp, tá Jógvan við hálvlongum hári, skuldi verja málið hjá KÍ. Hetta var jú Jógvan hjá mostir ella Jógvan hjá fastir. Høgt gingu teir upp í dystirnar, ja, alt sum Jógvan gjørdi undir dystinum, varð endur­ givið, til ein nýggjur dystur tók við. Hesir vistu einki um graslíkisvøll og mynda­ tøkur, ið nú verður sent mánakvøld í SVF. Nei, teirra upplivingar søgdu alt. Hesir vandnu eygleiðarar eru nú farnir í ymsar ættir, men eftir standa avrikini, ið Jógvan framdi, og sum teir enn dagin í dag minnast aft­ ur á við stjørnum í eygu­ num. Fara ikki skeiv, tá vit siga, at bæði Jens Martin Knud­ sen og Jákup Mikkelsen, báðir framúr góðir málverj­ ar, hava tikið til, at framfýsni málverjin hjá KÍ Jógvan Linklett eggjaði og helt teimum til. Jógvan hevði prógvað, at komast kundi langt. Úr greinini 1. juli verður endurgivið: Leikliga størsti einstaklingur í hesum góða dysti, var hóast tapið, KÍ­ málverjin Jógvan Linklett, sum við sínum 17 árum leikar meistaradeildarfót­ bólt við undantaksloyvi, tí hann er ov ungur. Tað hann bjargaði var ótrúligt, og hann gjørdi tað við trygg­ leika og sjálvsáliti, sum er sjaldsamt at síggja hjá so ungum leikara ­ ja, hetta var snøgt sagt avrik á al­ heimsstøði. Hetta eru stór orð søgd um so ungan mann ­ men tey eru søgd í tí treysti, at hann tolir at hoyra tey, lítillátin og dámligur sum hann er ­ ein leikari, sum eg veit tekur uppgávu sína sera álvarsliga. Soleiðis stóð skrivað. Eitt afturhvarv, ið øll orsøk er til at taka fram, nú tær ikki krevst nakað undantaksloyvi til ein dyst. Tað ger einki, um vit endurgeva tínar dygdir, nú fótbóltur um stutta tíð setir dagsskránna í bløðum, útvarpi og sjón­ varpi. Tá tú var upp á tað besta, var ítróttaumrøðan í bløðunum minimal týsdagar um summarið, og var tað Árni Dahl, ið stóð fyri tí. Til lukku Jógvan! Best minnast vit teg við longum hári, tá tú beindi bóltarnar burtur. Góðar løtur, ið vit gjarna ganga aftur á, nú eitt so gott høvi býðst. Góða heilsu framyvir. Umrødda dystin vann HB móti KÍ 1­0. Eyðfinn Lam­ hauge skeyt málið í 88. min. við yndisfótinum, hin­ um vinstra :( Góðar heilsanir B36­ KÍ viðhaldsfólkini í Havn Kringur klaksvíkingur 50 ár Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sonja Margreta Olsen Miðvágur andaðist og varð jarðað. Tøkk til Øssur Berghamar, sum trúliga vitjaði hana ta tíð, hon lá á Ríkissjúkrahúsinum. Tøkk til David Johannesen, prest, fyri vøkur og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Diabetisfelag Føroya. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og øll tykkum, sum hjálptu so væl til við ervinum. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldar stað her á foldum. Familjunnar vegna Hans Jacob, Marianna, Christian og Jónfinn Tórshavnar Kvøld­ og Ung­ dómsskúli skipar í hesum døgum fyri framsýningini »Spírandi list« í Smiðjuni í Lítluvík. Tey sum sýna fram eru: Beinta Gaard, Louisa Fjalls­ bak, Anna Maria Nyby, Ólavur Thomsen, Maria Sørensen, Vera Bjørgvin, Eydna Lucia Nesá og Ingrid Gregersen. Framsýningin er opin til og við 26. februar. Allar dagar frá kl. 14­18. Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Herdis Müller Tórshavn fór heim til Harran. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Zarepta. Eisini ein tøkk til talarar, sangarar, tykkum, sum hjálptu til við ervinum, og tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kári, Leivur, Helgi og Anna Maria Spírandi list í Smiðjuni Spírandi list í Smiðjuni í Lítluvík. Her er ein av framsýnarunum, Anna Maria Nyby Mynd: Jens Kristian Vang Mynd frá dystinum í 1975, Jógvan Linklett (v.m.) og Jákup Mikkelsen