fríggjadagur 22. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2008
19
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Vinnur Kyndil
heimadystin móti
StÍF sunnudagin,
hava teir góðar
fortreytir fyri einum
finaluplássi
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað líkist sannleikans tíma
í føroyskum manshondbólti
sunnudagin. Tá verður end
urtøka av steypafinaluni,
og har vil StÍF helst prógva,
at talan var um ein svipsara
hjá teimum fyri tveimum
vikum síðani.
Hjá Kyndli stendur hin
vegin meira upp á spæl.
Trupli útidysturin í Vest
manna varð vunnin miku
kvøldið, og tí eru teir enn
við í dystinum um pláss í
FMfinaluni. Somikið væl
við, at eydnast teimum at
basa strandingunum sunnu
dagin, kann væl vera, at tal
an verður um reella hálv
finalu, tá Kyndil tann 9.
mars spælir grannauppgerð
móti Neistanum.
Ikki ráð at kiksa
Júst Neistin spælir eisini í
Havn um vikuskiftið. Teir
taka móti VÍF leygardagin í
einum dysti, sum teir bláu
als ikki hava ráð at tapa.
Seinastu mánaðirnar hevur
Neistin sýnt rættiliga óstøð
ugt spæl, men nú Kyndil av
álvara nærkast, eru teir bláu
í vanda fyri at missa finalu
plássið. Og skal tann vandin
ikki gerast enn størri, hevur
Neistin snøgt sagt ikki ráð
at tapa leygardagin.
Seinasti
dysturin
hjá
monnum hetta vikuskiftið
verður í Kollafirði, har KÍF
tekur móti H71.
Stóra
royndin
Vinnur Neistin sín
dyst móti VÍF, eru
stór sannlíkindini, at
tær vinna seg ájavnt
VB
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við sigrinum á VB miku
kvøldið hildu Neistakvinnur
fast í vónini um at spæla
seg í FMfinaluna móti
Stjørnuni.
Leygardagin hevur Neist
in møguleika at koma
ájavnt VB á øðrum plássi,
um tær bláu vinna sín heima
dyst móti VÍF.
Og sannlíkt er, at tær
verða verandi ájavnar VB,
hóast VB hevur dyst sunnu
dagin. Hesin er nevnliga
tann truplast møguligi – á
útivølli móti Stjørnuni.
Seinasti
dysturin
hjá
kvinnunum verður í Havn
sunnudagin,
har
Kyndil
eigur heimavøll móti StÍF.
Neistin vil ájavnt við VB
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
23.02
14.30
Neistin-VÍF
24.02
14.30
Kyndil-StÍF
24.02
15.00
Stjørnan-VB
Atlantic Airways-kappingin
23.02
16.00
Neistin-VÍF
24.02
16.00
Kyndil-StÍF
24.03
16.00
KÍF-H71
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
24.02
14.00
Fleyr-SÍ
24.02
14.00
ÍF-Dráttur
24.02
15.00
TB-KÍF
Fyri tveimum vikum síðani vann Kyndil
steypakappingina við finalusigri á
StÍF. Verður tann sigurin endurtikin
sunnudagin, kann Kyndil koma nógv
nærri eini FM-finalu móti júst StÍF