fríggjadagur 22. februar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 38 - 22. februar 2008
Onkra løtu mátti
hon sita og pilka
leirpettir av upp
tøkutólinum.
Men tað tekur tú
fegin við, um tú
vilt sleppa heilt
niður at grópa
í, hvussu eitt
listaverk verður
til, sigur Katrin
Ottarsdóttir,
sum er heima,
nú hennara
nýggi filmur um
myndahøggaran
Hans Paula Olsen
verður sýndur í
Føroyum
Filmur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Símun J. Hansen
Nýggi filmurin, ”Eingin kann
gera tað perfekta”, um mynda
høggaran Hans Paula Olsen, er
tann fyrsti av trimum listafólka
portrettum hjá Katrini Ottars
dóttir. Við filmunum hevur
føroyska filmskvinnan sett sær
fyri, at vita, um tað ber til at
finna inn til onki minni enn
sjálva skapanartrongdina hjá
einum listafólki.
– Filmarnir eru ætlaðir at vera
ein ferð inn í ókent land, bæði
fyri meg og fyri áskoðaran. Eg
síggi fyri mær nakrar filmar, ið
ikki ræðast at seta teir forvitnu
og ”býttu” spurningarnar, sum
fólk kanska ikki tora at seta
listafólkum, sigur Katrin
Ottarsdóttir.
Forvitni sum drívmegi
At Katrin Ottarsdóttir valdi at
byrja røðina við einum portretti
av einum myndahøggara er tí
ikki av tilvild.
– Eg veit netupp onki um listar
ligu drívmegina hjá einum
myndahøggara. Men eg eri for
vitin, og tað er mín drívmegi. Tí
var tað var eisini ein máti, at lata
konseptið standa sína roynd, har
tað allatíðina er tað spontana og
ópoleraða, sum skal vera berandi
fyri bæði form og innihald,
greiðir Katrin Ottarsdóttir frá.
Filmarnir eru gjørdir eftir
arbeiðsháttinum”one woman, one
camera”, sum merkir, at leikstjór
in ikki hevur nakað filmslið
afturat sær, men einsamøll leggur
til rættis, tekur upp, klippir og so
framvegis.
– Fyrimunurin við hesum
arbeiðsháttinum er millum
annað, at tú kanst vera flugan á
vegginum, sum ongin varnast.
Og tað haldi eg er eydnast. Hans
Pauli vil í øllum førum vera við,
at hann oftast gloymdi, at eg var
har, sigur filmskvinnan.
”Steðga, steðga!”
Tað var annars ikki heilt lætt at
sannføra myndahøggaran Hans
Paula Olsen um, at hann fór at
vera ein væl egnaður høvuðsper
sónur í einum slíkum filmi.
– Ikki tí, hann helt hugskotið
vera gott, men nei, hann helt
ikki, at hann dugdi nóg væl at
tosa, minnist Katrin og smílist.
– Tað vísti seg at vera øvut, tí
ofta helt hann bara fram at oysa
gullkorn úr sær, eftir at upptøku
tólið varð sløkt. So stóð eg har
og rópti ”Stegða, stegða!” – nú
sigur tú alt, sum eg hopaði, at tú
fórt at koma við, sigur Katrin og
ristir flennandi við høvdinum.
Í út við eitt ár fylgdi Katrin
Hans Paula – ikki hvønn dag,
men ofta einar seks til átta tímar
út í eitt.
– Tá tú velur ein frásøguhátt,
har tú netupp ikki skalt stýra
gongdini, er ikki so nógv annað
at gera, enn at bíða, til tingini
henda. Eg legði rættiliga skjótt
merki til, at Hans Pauli er ein,
sum tosar best um sína list,
meðan hann arbeiðir við henni.
Tað gevur honum so íblástur, til
at hugleiða enn meir, so á tann
hátt fekk eg rættiliga nógv forer
andi, sigur Katrin.
Smæddist nakinleikan
Hóast tað er listamaðurin, sum so
at siga letur seg úr í filminum,
viðgongur Katrin, at tað mest var
hon sjálv, sum mátti vinna á
sínum egna smædni í byrjanini.
Í filminum brúkar listamaðurin
nevniliga eina unga, livandi
nakna modell, sum hann mátar
upp, teknar, snarar á, mátar
umaftur aftur og aftur.
– Hans Pauli og modellin
høvdu týðiliga eitt púra avslapp
að og professionelt forhold til
hendan øgiliga ítøkiliga nakin
leikan. Men eg má also við
ganga, tað tók sína tíð, áðrenn eg
vandi meg við, at hendan unga,
vakra gentan gekk og maldi
nakin har í atelierinum. Tá var
tað ofta gott at kunna fjala seg
aftanfyri upptøkutólið, viðgongur
Katrin, sum á ein heldur øvutan
hátt samstundis mátti tryggja, at
modellin kendi seg trygga.
– Hon hevur staðið modell fyri
Hans Paula nógvar ferðir, men
tað, at eg – ein kvinna við einum
upptøkutóli – eisini var til staðar,
var líka fremmant fyri hana, sum
fyri meg. So tað skuldi hon eisini
venja seg við, greiðir Katrin frá.
Kærleikssøga
Í filminum verður unga nakna
modellin eisini partur av eini
rættiliga sermerktari kærleiks
søgu. Tað framgongur ikki heilt,
nær tað hendi, men onkustaðni á
leiðini gavst Hans Pauli Olsen at
brúka konu sína, Hjørdis Haack,
sum modell.
Húðleyst erlig viðgongur
Hjørdis, at hon kendi seg vrak
aða og leingi var nívd av øvund
sjúku og av kensluni av, at okkurt
heilt serligt, sum hon og maðurin
høvdu havt saman, var tikið
burtur.
Spurd, um hon kendi hendan
partin av søguni, sær Katrin eitt
sindur loyndarfull út.
Eg visti, at Hjørdis Haack
leingi hevði verið afturvendandi
modellin hjá Hans Paula.
– Men visti tú, at hon fór at
fortelja, hvussu tað kendist, tá
hann gavst at brúka hana?
– Nei, men eg hopaði tað ...
Katrin minnir á, at í einum
dokumentarfilmi sum hesum er
tað ikki hennara ørindi, at seta
kritiskar spurningar út frá einum
ávísum journalistiskum vinkli.
Heldur er tað avgerandi fyri eina
søgu, sum hesa, at persónarnir
kenna seg tryggar við tað, sum
hendir.
– Eg veit, at Hjørdis var eitt
sindur nervøs fyri, um hon hevði
sagt ov nógv, ella at tað kom at
ljóða øðrvísi, enn hon hevði
ætlað. Tí kendist tað sum ein stór
álitisváttan, at hvørgin av teimum
báðum hevði sæð filmin, fyrr
enn hann bleiv frumsýndur í
Keypmannahavn. Og jú, tey eru
bæði glað fyri filmin, sigur
Katrin.
Niður á jørðina
Spurningurin leiðir prátið inn á, í
hvønn mun tað ber til at plan
leggja ein dokumentarfilm sum
hendan.
– Sjálvandi vóru tað ávís ting,
eg visti, at eg vildi hava við. Til
dømis framsýningin av stand
myndini móti endanum, rustaðu
bingjurnar, sum Hans Pauli flytir
sínar standmyndir í, arbeiðið við
naknu modellini umframt leiklut
in hjá konuni og børnunum, sigur
Katrin og heldur fram.
– Tað ber ongantíð til at siga
neyvt frammanundan, hvat fer at
henda undir upptøkunum, men
tað er so einaferð tað tilfarið, tú
hevur at arbeiða við. Spurning
urin er so, um tú undir klipping
ini fært fortalt eina nóg áhuga
verda søgu, greiðir Katrin frá.
Sjálv fekk hon í øllum førum
tað, hon fyrst og fremst fór eftir:
At sleppa heilt niður í listarligu
tilgongdina at grópa – eisini heilt
bókstaviliga.
– Tað vóru løtur, har eg sat og
pilkaði leirpetti av upptøkutóli
num, so man má siga, at eg kom
rættiliga tætt uppat mínum evni,
smílist Katrin, sum samstundis
eisini hevur roynt at fingið
søguna niður á jørðina.
– Tað er veruliga spell, at
filmar um listafólk ofta eru so
akademiskir og hátíðarligir, at
vanlig fólk hava hug at bakka í
hurðini. Eg havi gjørt mítt til at
lata hurðina upp við mínum
býttu spurningum, men eg havi
eisini verið heppin við høvuðs
persóninum. Hans Pauli letur
veruliga hurðina upp á víðan
vegg, sigur Katrin.
Bíðar ikki eftir
milliónunum
”Eingin kann gera tað perfekta”
er sum nevnt tann fyrsti av
trimum listafólkaportrettum hjá
Katrini Ottarsdóttir. Men merkir
hendan verkætlanin, at føroyska
filmskvinnan heilt er givin at
gera spælifilmar?
– Nei, men eg bíði ikki longur
eftir øllum teimum milliónunum,
sum eru neyðugar fyri at gera
spælifilmar. Tað kann taka so
langa tíð, at skaffa tær, at vandin
fyri at steðga upp sum filmslista
fólk er ræðandi stórur, sigur
Katrin, sum tí hevur tikið upp
tøkutólið í egnar hendur.
– Eg havi leingi ynskt at gera
hetta slagið av portrettfilmum.
Og nú, tað tøkniliga ber til, uttan
at hava eitt heilt filmslið í hølu
num, havi eg tikið møguleikan.
Og so er tað jú perfekt, at ”One
woman, one camera” arbeiðs
hátturin hóskar so væl til júst
hetta slagið av dokumentarfilmi,
sigur Katrin Ottarsdóttir.
Við leirpettum
á upptøkutólinum
Katrin Ottarsdóttir hevur sett sær fyri at vita, um tað ber til at finna inn til onki minni enn sjálva skapanar
trongdina hjá einum listafólki
tíðindi