Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 38 - 22. februar 2008 lýsingar Ferðavinnusamstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar N o r t h A t l a n t i c To u r i s m A s s o c i a t i o n Øll, ið hava áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv londini millum, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, vørumenning, ferðir og tílíkt. Umsóknir skulu í minsta lagi fevna um samstarv millum tvey av hesum trimum londunum. Stuðul verður veittur til verkætlanir innan hesi øki: Útbúgving uppihald til starvsvenjing, fakligar kanningarferðir, skúlaferðir, ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt Menning av ‘kombinationsturisme’ cruise, temaferðir, short break og tílíkt Millumlanda samstarv mentanartiltøk, skúlaferðir og tílíkt Marknaðarføring og greining av ferðavinnu víðkan av altjóða átøkum Stuðul verður veittur til verkætlanir ella virksemi, sum fer fram innan árslok 2008. Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað, har møguliga nærri frágreiðing og fíggjarætlan kann leggjast við. Umsóknin skal skrivast á donskum ella enskum og sendast til: NATA c/o SamVit Bryggjubakki 12 100 Tórshavn Møguligir spurningar kunnu setast til: Per Hansen á tel. 306904 ella teldupost: per@samvit.fo Evstamark fyri at senda inn umsóknir er 7. mars 2008 Leiðbeining kann fáast hjá SamVit. Umsóknarblað kann takast niður frá www.tourist.fo Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo SKRIVSTOVUFÓLK Søkt verður eftir skrivstovufólki til avgreiðsluna at byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðarstarv seinnapart á degi hvønn dag. UPPGÁVAN Uppgávan fevnir m.a. um: · Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonmóttøku · Skráseting av akførum · Avgreiðslu av skrásetingargjøldum · Kassauppgerð · Aðrar fyrifallandi uppgávur FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuút- búgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðs- royndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele- fon 35 04 08. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi áðrenn 29. februar 2008. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. TIL AVGREIÐSLUNA Lærlingur søkist Kundi tú hugsað tær eina framtíð innan handilsyrkið? Vit hava pláss fyri einum lærlingi (m/k) í fyritøku okkara. Vit kunnu bjóða tær: • Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu í støðugari menning • Eitt starv, har tú gerst partur av einum góðum toymi, har arbeiðsandin er av teim bestu og fokus verður sett á trivnaðin hjá tí einstaka starvsfólkinum • Tryggar arbeiðsumstøður • Góðar møguleikar fyri persónligari menning Tú mást hava HH ella FHS prógv. Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár. Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/- ur, ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum lærdómi. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosa við Jógvan Magnussen, handilsleiðara ella Anniku Krosstein, stjóra. Umsóknarfreistin er 1. mars 2008. Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina um- sókn saman við prógvum og viðmælum til: P/F Svend Krosstein Postboks 3229 FO-110 Tórshavn Viðm: Lærupláss Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støð- ugari menning, sum í løtuni hevur 20 fólk í fulltíðarstarvi. P/F Svend Krosstein er einasta HVS-heilsøla í Føroyum og hevur harafturat størsta HVS-handilin í landinum. Vit selja alt tilfar til vatnveitingar, hitaverk, sanitet og ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir, fiskireiðskap og annað.