fríggjadagur 22. februar 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2008
35
Stutt Sagt
Myrdi
tey sjúku
Ein dómstólur í Kekkia
hevur dømt ein sjúkrarøkt
arfrøðing lívlanga fongs
ulsrevsing fyri at hava
beint fyri sjey sjúklingum
og fyri at hava roynt at
beina fyri tíggju øðrum
sjúklingum.
Sambært
dóminum gav Peter Zelen
ka sjúklingunum blóð
tynningarevnið Heparin,
men í so stórum nøgdum,
at sjúklingarnir fóru at
bløða. Tað kom eisini
fram, at hann hevði givið
sjúklingunum evnið uttan
at tosa við nakran lækna
fyrst. Í rættinum viðgekk
Peter Zelenka, at hann
hevði givið sjúklingunum
Heparin, men hann dugdi
ikki at siga, hví hann
hevði givið teimum ov
nógv, og hann bað um
umbering fyri gerðir sínar.
Hann bað um at sleppa
undan lívlongum fongsli,
tí heilsan er farin at bila,
men tað hjálpti ikki.
Dómari bað
um virðing
Scott Baker, sum er dóm
ari í teirri serligu hoyring
ini um Dianu prinsessu,
ávaraði í gjár fjølmiðlarnar
og onnur ímóti at niður
gera rættin og tað arbeiðið,
sum har verður gjørt.
Hann segði, at rætturin
skal taka støðu til vitnis
frágreiðingar og einki ann
að, og at tað tí er skeivt, tá
summi knýta ymisk onnur
viðurskifti upp í málið.
Scott Baker heitti sam
stundis á fjølmiðlarnar og
onnur um ikki at siga ella
at skriva nakað, sum kann
fáa ávirkan á tann enda
liga úrskurðin. Tað týdn
ingarmesta er, at tey, sum
bera tíðindi, hava virðing
fyri tí, sum sagt verður,
segði dómarin.
Myrdi fimm
kvinnur
Rætturin í enska býnum
Ipswich hevur dømt ein
49 ára gamlan mann sek
an í at hava tikið lívið av
fimm skøkjum í býnum.
Sambært rættinum drap
Steve Wright tær fimm
kvinnurnar í novembur og
desembur í 2006. Løg
reglan fann líkini uttan
fyri býin. Steve Wright
viðgekk í rættinum, at
hann hevði kent kvinn
urnar, men hann noktaði
at hava beint fyri teimum.
Hann kann vænta sær
lívlanga fongsulsrevsing.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Kunnu albanararnir í Kosovo gera tað, so tilskila
vit okkum rætt til lat taka sama stigið her
(serbarnir í Bosnia)
útlond
Loysingin hjá Kosovo
frá Serbia fær nú
minnilutar í øðrum
londum at krevja
loysing og sjálvstýri
Tað albanararnir í Kosovo
kunnu fáa sjálvstýri, sum
mugu vit hava sama rætt.
Hesin tankin breiðir seg
sum eldur út um Evropa í
hesum døgum, og tað fyrsta
tekinið kom úr grannalagn
um hjá Kosovo í gjár, tá tað
lokala tingið hjá serbiska
minnilutanum
í
Bosnia
kunngjørdi, at tað umhugsar
at loysa landslutin Repub
lika Srpska frá hinum part
inum av Bosnia.
Um ein munandi partur
av limalondunum í ST og
serstakliga ESlondini við
urkenna Kosovo sum sjálv
støðugt land, er tjóðartingið
í Republika Srpska av teirri
áskoðan, at tað kann tilskila
sær rætt til at skriva út fólka
atkvøðu um at endurskoða
sína støðu, stendur í sam
tyktini hjá tinginum.
Síðani kríggið frá 1992
til 1995 hevur Bosnia verið
í tveimum pørtum, sum
hava hvør sína stjórn, ting
og løgreglu. Annar er tann
serbiski parturin Republika
Srpska, og hin er tað
m u s l i m s k t k r o a t i s k a
samveldið. Nógvir bosnisk
ir serbar halda, at teirra
partur eigur at slíta seg
leysan av hinum og at fara
upp í Serbia ístaðin fyri.
Eisini aðrastaðni
Í Abkhasia og Suðurossetia,
sum eru partar av Georgia,
hava tíðindini úr Kosovo
eisini vakt ans, og ein tals
maður fyri loysingarrørsl
una sigur við eitt georgiskt
blað, at teir báðir landspart
arnir hava longu umrøtt
møguleikan.
Russland sýtir fyri at við
urkenna Kosovo sum sjálv
støðugt land, og tað kann
hava sína orsøk, tí sambært
embætismonnum í Moskva
stúrir russiska stjórnin fyri,
at ein viðurkenning haðani
fer at eggja minnilutum í
eitt nú Hvítarusslandi og
Kirgisistan til at gera sum
albanararnir í Kosovo.
Abkhasia og Suðurossetia
kvettu við Goergia í nítiár
unum, og sjálvt um lands
partarnir í veruleikanum
ráða sær sjálvum, hevur
einki land viðurkent teir
sum sjálvstøðug lond. Hel
dur ikki Russland. Men nú
óttast georgiska stjórnin, at
Russland kann finna upp á
at viðurkenna Abkhasia og
Suðurossetia sum eitt slag
av hevnd fyri, at Vestur
heimurin
viðurkennir
Kosovo.
Nógvir japanar vilja
hava amerikonsku
hermenninar av
landinum, eftir at
tveir amerikanskir
hermenn hava
neyðtikið tvær
kvinnur á oynni
Okinawa
Tólv dagar eftir at ein amer
ikanskur hermaður bleiv
skuldsettur fyri at hava
neyðtikið eina 14 ára gamla
japanska gentu á oynni
Okinawa, er ein annar amer
ikanskur hermaður skuld
settur fyri at hava neyðtikið
eina 21 ára gamla kvinnu á
somu oyggj. Kvinnan, sum
er ættað av Filipsoyggjunum,
varð neyðtikin á einum
hotelli mánadagin, skrivar
japanska
tíðindastovan
Kyodo.
USA hevur 40.000 her
menn í Japan, og helming
urin av teimum hava støð á
oynni Okinawa. Amerikan
ararnir hava yvirhøvur verið
væl lýddir á oynni, men tær
báðar neyðtøkurnar hava
fingið øði í fólk, og altsamt
fleiri vilja hava teir amer
ikonsku hermenninar burtur
haðani.
Tíðindini um tær báðar
neyðtøkurnar hava eisini
fingið øði í fólk aðrastaðni
í Japan, og í høvuðsstaðnum
Tokyo hava fólk gingið
kravgongu við kravi um, at
teir fremmandu hermennin
ir skulu koyrast av landin
um.
Málið hevur eisini fingið
nógva politiska umrøðu, og
Yasuo Fukuda, forsætisráð
harri, hevur sagt, at hann
fer at taka málið fram, tá
Condoleezza Rice, uttanrík
isráðharri, kemur til Japan í
næstum.
Nú vilja fleiri hava sjálvstýri
Fagnaðarmyndirnar úr
Kosovo hava vakt ans
ymsastaðni og kunnu fáa
avleiðingar í fleiri londum
(Mynd: Reuters)
Japanar í øðini um neyðtøkur
Tað er eingin ivi um, hvat hesin mótmælismaðurin í Tokyo heldur um teir amerikonsku
hermenninar í landinum
(Mynd: Reuters)