Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 38 - 22. februar 2008 lýsingar Nýggjur ellisdepil í Tórshavn Tórshavnar kommuna býður við hesum áhugaðum heildarráð- gevum at senda umbøn um prekvalifikatión til at bjóða upp á verkætlanina í sambandi við at byggja røktar- og umsorga- nardepil í Tórshavn í Føroyum. Upplýsingar í sambandi við, at verkætlanin verður boðin út og gjøgnumførd Byggiharri Tórshavn kommune Vaglið · Postboks 32, FO-110 Tórshavn. Hvat slag av arbeiðið er talan um, og hvat fevnir tað um Tórshavnar Býráð hevur sett av eitt grundøki í kommununi til ein ellisdepil við røktarheimi, dagtilhaldi og vardum íbúðum. Grundøkið er í eysturbýnum, yviri við Strond. Samlaða víddin á grundøkinum er 18.000 m², av teimum eru 8.000 m² tøkir at byggja á. Av restini av økinum eru 5.500 m² brattlendi. Ein byggilinja fram við ringvegnum ber ímóti grundøkinum og avmarkar nýtsluna av teimum seinastu 4.500 m². Ætlanin er at byggja depilin í tveimum stigum. Fyrsta byggistig, sum er 1800 m2, skal fevna um røktarheim til 24 búfólk, umframt ergo- og fysioterapi, køk og kaffiteria. Fíggjarkarmurin fyri hetta byggistigið er 44.380.000 kr., íroknað ráðgeving. Í øðrum byggistigi skal verða bygdur ein ellisdepil og eitt tal av eldraíbúðum. Býráðið hevur fingið til vega eina byggiæt- lan, har greitt verður frá teimum krøvum og tørvum, sum ein tíðarhóskandi ellisdepil skal lúka. Byggiætlanin skal vera grundarlag undir dispositiónsuppskoti og skitsuprojekti. Byggeprogrammet skal være grundlag for udarbejdelsen af et dispositionsforslag og skitseprojekt. Sum part av kappingini skulu teir prekvali- fiseraðu heildarráðgevarnir sostatt 1. gera dispositiónsuppskot fyri alla verkætlanina, 1. og 2. byggistig. 2. gera skitsuuppskot fyri fyrsta byggistig við tilhoyrandi kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri verkætlanini. Vinnarin av kappingini fær sáttmála um heildarráðgeving fyri 1. byggistig (arkitekta- og verkfrøðingaráðgeving) í sambandi við projektuppskot, høvuðsprojektering, høvuðsútbjóðing, projektuppfylging v.m. Tey, sum verða prekvalifiserað, fáa harafturat 75.000 kr. í samsýning fyri dispositiónsuppskot og skitsuuppskot. Mannagongd í útbjóðing Avmarkað útbjóðing. Sundurbýting av arbeiðnum Tað ber einans til at geva tilboð upp á uppgávuna sum heild. Seinasta freist, har tikið verður ímóti umbøn um luttøku Fríggjadagin 7. mars 2008 (vika 10). Kunngjørt verður, hvør er vorðin prekvalifiseraður, mánadagin 17. mars 2008 (vika 12). Hvagar skal umbøn um luttøku sendast: Tórshavnar Kommuna Býararkitekturin »Røktarheim yviri við Strond« Box 32 · FO-110 Tórshavn Føroyar Nær verður útbjóðingar- tilfarið sent út Ætlanin er at senda útbjóðingartilfarið út í seinasta lagi fríggjadagin 21. mars 2008. Útbjóðingartilfarið er á donskum. Tíðarfreist at lata inn tilboð Tíðarfreistin at lata inn tilboð sæst í útbjóðingartilfarinum og verður væntandi 19. mai 2008 (viku 20). Upplýsingar um fíggjarligu og teknisku viðurskiftini hjá heildarráðgevanum Fyri at sleppa upp í part til prekvalifikatión skulu hesar upplýsingar um fíggjarligu og teknisku orkuna hjá heildar- veitarunum verða latnar: t 'VMMG½HHKBÙWJSLJTOBWO CÈTUBÙVS $73OS UFMFGPOPH faxnummar og teldupostbústaður. t :WJSMJUZWJSM½LOBOEJCZHHJVQQH²WVS TVNVNT“LKBSJO hevur greitt úr hondum seinastu 5 árini. Fyri hvørja verkætlan verður upplýst: byggiharri, leikluturin hjá heildarráðgevanum, samsýning fyri ráðgeving, entre- prisuupphædd, nær hon byrjaði og kontaktpersónur. Út frá yvirlitinum skulu veljast tvær tær mest viðkomandi verkætlanirnar av samsvarandi ella líknandi slag, sum Tórshavnar kommuna umsøkjarin hevur greitt úr hondum seinastu 5 árini. Fyri hesar báðar verkætlanirnar skal ein nágreinilig lýsing verða løgd við. Um til ber, kann umsøkjarin leggja við eina byggi- harrameting av hvørjari verkætlan. Í byggiharrametingini skulu vera upplýsingar um uppgávuna, leiklutin hjá um- søkjaranum og metingina hjá byggiharranum av avrikinum hjá umsøkjaranum. Í sambandi við tilnevningina tekur ordraveitari sær rætt til at seta seg í samband við nevndu kontaktpersónar.  t 'S²HSFJÙJOHVN IWVTTVOÂHWGÂMLIFJMEBSS²ÙHFWJO½ miðal hevur í starvi um árið, og talið á leiðarum seinastu 3 árini, um til ber .  t 6QQMäTJOHBSVNÈUCÈHWJOHBSMJHVPHGBLMJHVG“SMFJLBSOBS  ið eru tøkir hjá umsøkjaranum.  t 6QQMäTJOHBSVNSPLOTLBQBSU“MGZSJUFZTFJOBTUV uppgjørdu roknskaparárini, herundir nettoumsetning, úrslit eftir skatt og samlaða ogn og skuld (eginogn). Skjalprógv fyri viðkomandi vinnuábyrgdartrygging. Váttan við trú og heiður um gjaldkomna, ógoldna skuld til tað almenna sambært rættarreglunum í tí landinum, har virkið heldur til, skal verða løgd við. Er talan um eitt toymi av ráðgevum, ið samstarva um at loysa uppgávuna, skal týðiliga verða tilskilað, hvør er heildarráðgevi í toyminum. Um so er, at heildarráðgevin nýtir undirráðgevar, verður biðið um omanfyri nevndu upplýsingar fyri allar hesar undirráðgevar. Um so er, at umsøkjarin er ein samstarvsskipan av ráðgevum, krevur byggiharrin, at teir bera samábyrgd. Treyt, sum er grundarlag fyri avgerð um, hvør fær ordran Tað tilboðið, sum hevur størsta fíggjarliga fyrimunin. Hvørjar partstreytirnar eru, sæst í útbjóðingartilfarinum. Aðrar upplýsingar Kappingarmálið er skandinaviskt, t.v.s. at prekvalifikatións- tilfarið skal vera á donskum, svenskum ella norskum. Ætlanin er at prekvalifisera 5 heildarráðgevar. Prekvalifikatiónstilfarið skal latast inn í 2 eintøkum. Føroyskar rættarreglur eru galdandi fyri verkætlanina. Spurningar verða sendir til Michael Jacobæus á teldupostbústaðnum: michael@torshavn.fo