fríggjadagur 22. februar 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2008
39
lýsingar
Tórshavnar kommuna
KT-fólk
Tórshavnar kommuna søkir eftir KT-starvsfólki til KT-deildina.
Kt-deildin
KT-deildin heldur til á Glade Hjørn, og her starvast 8 fólk. Deildin
umsitur alla kunningartøkni, herundir telefoni hjá fyrisitingini og
stovnum hjá Tórshavnar kommunu. Flestu kommunalir bygningar
eru bundnir í eitt felags net. Í løtuni er talan um 130 bygningar, og
umleið 600 teldur og 200 prentarar eru knýttir í fyrisitingarnetið.
Okkara servarar eru virtualiseraðir á VmWare, og data verða goymd
á einum SAN. Í næstum verður Citrix rullað út á tunnum klientum,
og eftirfylgjandi umsita vit restina av teldunum á MS SMS. Vit
umleggja okkara tráðleysa net, so tað verður tryggari og lættari at
umsita.
Nakrar av høvuðsuppgávunum
Arbeiðsøkið er umsiting av skipanum og databasum. Tú kemur at
hava samskifti við veitarar um menning av skipanum, herundir at
gera kravlýsingar. Tú verður við, tá kommunan samskiftir við
veitarar um skipanir.
Tú kemur at arbeiða í einum toymi, sum umsitur alla kunningar-
tøknina (teldur, prentarar, netútgerð, osfr.) í framkomnum
skipanum. Tú ert við til at manna Kt-skivuna (Service Desk), og tú
kemur eisini at menna førleikan hjá okkara brúkarum, eins og
politikarum. Økið er í menning, og nýggjar spennandi avbjóðingar
standa fyri framman, herundir umskipan av deildini.
Førleikakrøv
Vit leggja dent á, at tú er útbúgvin teldustøðingur. At tú hevur
royndir innan Microsoft forritini, er ein fyrimunur eins og royndir
innan tænastuveiting.
Persónligar eginleikar
Umsøkjarin má vera røkin, duga at arbeiða sjálvstøðugt, vera til
reiðar at taka eina hond í, tá á stendur og til at avloysa hini á
deildini.
Kommunan bjóðar
Eitt áhugavert starv við stórum og fjølbroyttum avbjóðingum,
góðari fakligari og persónligari menning, ein viðhvørt strævnan dag
og eitt hugnaligt og inspirerandi umhvørvi.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Inga Ellingsgaard, KT-leiðara, telefon
30 20 10 ella við at senda teldupost til ingi@torshavn.fo.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum
viðmælum vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi hósdagin 6. mars 2008, kl 12. Merkið umsóknina
„KT-starvsfólk“.
Sp/f ZARTEC Bygging
Tlf. 226459
V/ Heðin B. Nielsen
Tlf. 226469
Húsasmiður
Skifta tak?
Ring á og
fá eitt
gott tilboð
o.a. timburarbeiði
Entreprenørmaskinmekanikari
Entreprenørmaskinmekanikari
Entreprenørmaskinmekanikarin er partur
av einum starvsliðið á verkstaðnum á
Hjalla sum m.a. hevur mekaniskan, eltekn-
iskan og hydrauliskan førleika. Umsøkj-
arar við øðrum førleika, so sum last-
bilmekanikarar o.a. eru vælkomnir at
søkja.
Arbeiðsøkið
Arbeiðið á verkstaðnum á Hjalla er í
høvusheitinum umvælingar uppá entre-
prenørmaskinir. Nógvar aðrar uppgávur
verða eisini loystar á verkstaðnum, t.d.
stálarbeiðið, eftirlitsarbeiði á lyftir o.a.m.
Í løtuni eru 6 starvsfólk á verkstaðnum.
Tín førleiki
Vit søknast eftir einum persóni við út-
búgving og royndum innan omanfyri-
nevnda øki.
Løn
Lønin verður ásett sambært nærri avtalu.
Hevur tú áhuga í hesum starvi, er tú
vælkomin at ringja til Klæmint Weihe, á
216644 ella senda teldupost til kw@mvh.
fo
MVH P/F
Á Hjalla 15
Telefon 363800
UM OKKUM
MVH er nýstovnað felag, sum hevur til endamáls at umboða kend merkir innan entrepre-
nørmaskinur m.a. Komatsu og Hydrema og Volvo bussar og lastbilar umframt at reka
verkstað. Vit hava sett okkum sum mál, at gerast førandi innan verkstaðstøkni á sjógvi
og landi. Fyri at náa hesum endamáli, er neyðugt við dugnaligum starvsfólki og góðum
hølisviðurskiftum. Tað er tí planlagt at byggja nýggja verkstaðshøll á Hjalla, soleiðis at
fyritøkan eisini kann verða samlað á einum stað seinni í summar.
M V H P / F | Á H J A L L A 1 5 | T E L E F O N 3 6 3 8 0 0