fríggjadagur 22. februar 2008síða 51
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2008
51
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, meginskrivstovan@naerverk.fo
sansir.fo
Nærverkið er ein samansettur stovnur
við stórum búskapi. Tí krevur tað eitt
gløgt høvd við hepnari hond at stýra
hesum – er tað tú?
Nærverkið er ein umfatandi stovnur, sum
hevur ábyrgdina av f ølbroyttum tilboðum til
bæði børn og vaksin. Vit hava brúkarar kring
alt landið, sum hava tørv á umsorgan, røkt,
stuðul og heilsufremjan. Talan er tískil um ein
stovn, sum tekur sær av einum stórum parti av
bleytu virðunum her í Føroyum.
Búskapardeildin er ein nýggj deild í
Nærverkinum. Høvuðsuppgávurnar eru at
taka sær av fíggjarstýring, játtanareftirliti,
roknskaparhaldi og lønaravgreiðslu við øllum
teimum avbjóðingum, sum hetta inniber
bæði inneftir í Nærverkinum og úteftir til
samstarvspartar, myndugleikar v.m.
Tú fært ábyrgdina av at uppbyggja, menna
og leiða hesa deildina, og tú skalt tí duga at
bróta upp úr nýggjum og bøta um og seta í
verk tær fyriskipanir, ið eru galdandi. Deildin
hevur tvørgangandi virkisøki. Tú fært sostatt
stóra ávirkan og kemur dagliga í samband við
spennandi fólk, sum brenna fyri sínum yrki.
Nærverkið umsitur uml. 460 milliónir krónur
árliga og fevnir um uml. 1400 starvsfólk
kring landið. Tú skalt tí hava góð evni til at
samstarva við deildir og stovnar og stýra
einum samansettum búskapi. Tú verður partur
av leiðslubólkinum í Nærverkinum, har tú
kemur at arbeiða saman við leiðarunum á
hinum deildunum í Nærverkinum.
Títt arbeiðspláss verður á Argjum í nýggju
hølunum hjá Meginskrivstovuni. Her leggja
vit dent á, at øll skulu kenna seg væl, og at
tænastan er í hásæti, bæði tá tað snýr seg um
starvsfólk og viðskiftafólk. Góðir møguleikar
eru fyri menning og eftirútbúgving.
Leiðarin fyri Búskapardeildina hevur beinleiðis
tilvísing til stjóran í Nærverkinum.
Vit vænta:
tat tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni og møguliga eftirútbúgving
tat tú hevur hollar leiðslu- og starvsroyndir
tat tú hevur kunnleika til KT sum
arbeiðsamboð
tat tú kennir til almenna fyrisiting
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið umfatar
Nærverkið og deildir undir tí.
Uppýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Nærverkið, Meginskrivstovuna á telefon
360000 og tosa við Mary í Garði, stjóra.
Starvið verður sett sum skjótast. Send eina
umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til:
Nærverkið
Argjavegur 26, Argir
Postsmoga 3037, 110 Tórshavn
Stílað: Mary J. í Garði, stjóri
Tlf. 360000, faks 360001
Umsóknarfreist: Fríggjadagin 14. mars 2008.
Lesið meira á www.naerverk.fo
Dugir tú at ansa eftir bleytu virðunum?
Leiðari til Búskapardeildina
SA MSK IPAN
SAMSTARV
LEIÐSLA
www.naerverk.fo
Vit bjóða tær
eitt spennandi starv og áhugavert
arbeiðspláss við avbjóðingum, har
vit raðfesta tænastu, góðsku og
gott handverk í øllum tí, vit gera.
Tú verður partur av vælvirkandi
virki okkara við nógvum góðum
og dugnaligum starvsfólkum.
Sum handverkari á deild okkara
í Havn ella Runavík fært tú góðar
arbeiðsumstøður og kemur at
arbeiða sjálvstøðugt og soleiðis
geva títt íkast til virksemi okkara.
Vit vænta,
at tú ert nærlagdur, ágrýtin og
røkin og setir gott handverk í
fremstu røð. Tað er ein fyritreyt,
at tú hevur sveinabræv og/ella
hevur royndir innan HVS. Løn og
setanartreytir sambært avtalu.
Starvið verður at seta sum skjótast
– fyrispurningar í Havn: Torbjørn
Hansen á torbjorn@demich.fo ella
tel 30 93 10. Fyrispurningar Runa-
vík: Jørgin Jakobsen á jorginj@
demich.fo ella tel 23 23 80.
handverkarar
Vit sóknast eftir
handverkarum til
deildir okkara í Havn
& Runavík at byrja
skjótast gjørligt…
tel +298 30 93 10
fax +298 30 93 11
demich@demich.fo
www.demich.fo
Demich
Stiðjagøta 2
Postboks 378
110 Tórshavn
SOZO
Tórshavn
hvs
Runavík