Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 GRÁTT ER HOT SUMMAR 2008: Grátt verður tað allar hottasta í summar. Grátt í øllum litbrøgdum, bæði til toy, metal, leður og keramikk. Gráa rákið endurspeglar ábyrgdar­ kenslu og tað sam­ vitskufulla. Men tað stendur ikki einsamalt, tá tað verður kryddað við sterkum litum, sum endurspegla bjart­ skygni og vón Mette Ditmer Mette Ditmer GRØNT VERÐUR AFTURLØNT Eco-vinarligt design, vistfrøðiligar og natúrligar vørur og innrætting, við fokus á endur- og afturnýtslu. Við hækkandi oljuprísum, fíggjarligum ótryggleika og øktari tilvitan um umhvørvi, eru bæði keypiorkan og -viljin broytt síðsta árið. Tí er allar fremsti heimatrendurin í 2008 samvitskufult design við burðardyggari framleiðslu og flutningi. Tvey dømi um endurnýtslu: Omanfyri: Gomlu vinylskivurnar gera enn gagn - Vintage Record Bowl Gráu NOBODY stólarnir eru úr formpressaðum plasti frá brúktum plastfløskum. Stólurin hevur fingið fleiri viðurkenningar. Millum annað ”Best Nordic product design 2008” frá The Forum AID Award, og ”Designs of the Year” frá London Design Museum. Komplot v. Hay Charles & Ray Eames - Vitra, 2004 NÝTT GAMALT Í 2008 fara vit at síggja gamalt innbúgv við einum modernaðum tvisti – til dømis eina nútímansgerð av ommusliga ruggustólinum ella tunga barokkborðið í einari lættari útgávu. Vit fara eisini at síggja ein trend við, at innbúgvið skal hava fleiri funktiónir, sum kunnu lætta um mangan strongda gerandisdagin, so hann verður meira skipaður. Tam-Tam krakkar MIX, MATCH OG SMASH trine fournais FJØLBROYTT TILFAR OG LITIR Hvít og kremlitt minimalisma má lúta fyri bjartari litum, toy av alskyns slagi og ”lag á lag”. Inn koma heitir og klárir litir, øll sløg av træi og korki. Svart og hvítt heldur fram, men nú saman við gulum, lime, appilsingulum, kiwi og tangarin, meðan blátt framvegis verður fremsti liturin til heimið. Frydendahl Qualy - Happy lamp www.boxdelux.dk www.janfrydendahl.dk www.elsewares.com www.flowerme.dk www.hay.dk Lagt til rættis: Rigmor Dam 2008 verður árið, har vit fara burtur frá at innrætta heimið við einum ávísinum tema. Nú skalt tú ikki longur velja, um tú ert romantisk, nordisk ella mini- malistisk. Eins og við klædna- mótanum, ber til at mixa ymisk snið, tilfar, toy og litir, akku- rát sum tú vilt hava tað. Við fjølbroyttum kontrastum vísa vit sjálvsikkurheit og kreativitet. Heimið februar 2008 • Blaðstjórn: Rigmor Dam, rigmor@sosialurin.fo • Myndir: Álvur Haraldsen og Jens Kristian Vang • Lýsingar: Gudny Langgaard, gudny@sosialurin.fo Uppseting: Simona Weihe • Útgevari: Sp/f Sosialurin, post@sosialurin.fo - www.sosialurin.fo