fríggjadagur 22. februar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Einaferð vóru teir erpnir harr
ar í egnum húsi. Afturfyri
fingu konurnar loyvi at
seyma gardinur og velja
seingjarklæði. Ein fín skipan
– líka til konurnar hertóku alt
húsið, so menninir máttu
leita sær skjól í kjallarum,
neystum og garasjum.
Har kundu teir so sita og
putlast við, hvat tað so er,
menn nú einaferð putlast við
og annars fáa frið fyri júk
andi konum og larmandi
børnum.
Slett ikki so galið, so leingi
friðurin vardi. Tað gjørdi
hann bara ikki serliga leingi,
tí áðrenn menninir vardu,
høvdu kvinnurnar eisini gjørt
seg til harrar yvir bæði inn
rætting og sjálvt húsakeyp
ið. Og tá er tað also ikki
nøkur sjálvfylgja longur, at
kjallarar ella garasjur verða
oyramerkt til mannfólka
putlarí.
Østrogenøki burturav
Tað er ikki vist, at teir vilja
viðganga tað. Men kann
ingar vísa, at í bert tveimum
prosentum av øllum húsa
keypum í Danmark, er tað
maðurin, ið tekur endaligu
avgerðina. Í 34 prosentum
er tað kvinnan einsamøll, ið
hevur avgerðandi orðið.
Um tað er fyri at sleppa
undan keglaríi, sigur søgan
onki um, men sambært mekl
arafyritøkuni Home finna
allarflestu menninir seg
tigandi í, at kvinnan fær
seinasta orðið.
Teir, ið ditta
sær til at
muta ímóti,
verða skjótt
og effektivt
settir uppá
pláss, veit
meklarafyri
tøkan at siga.
Og slíkt vita
slíkar fyritøkur
helst, tí tær liva
millum annað
av at vita,
hvønn tær
skulu freista at
keypa hús ella
íbúð. Og her eru
tað avgjørt
kvinnurnar, ið eru
mest áhuga
verdar at fáa fatur
á, verður sagt.
Komin inn um gáttina, eru
vit á østrogenøki, so tað for
slær. Út rúka stóru, klossutu
hátalararnir frá 70’unum,
sum hann kom dragandi við,
og inn koma hennara hvítu
sofur og krystalvasar. Nú
ræður tað um at skapa
rætta ’stemningin’ og raka
lekra stílin – og tað er also
ikki tað slagi av stíli, sum
stakkar av ”Alt om bilen”,
fløkjur av leidningum og
næstaníordan video
spælarar skapa.
Júst hvar, kvinnurnar
ímynda sær at menninir
skulu fara við teirra óruddi,
er ilt at gita. Ì kjallaran?
Neyvan, tí hann hava tann
áringabørnini fingið til sjón
varpsstovu. Í garasjuna
meðni – Niks, tí har er frúan
í húsinum í ferð við at
innrætta sær sín dreyma
grovkøk.
Harrin av WC’num
Men hvar fara allir hesi
heimleysu húsharrarnir so?
Jú, teir fara á WC. Í meðal
brúka mannfólk tveir tímar
longri á WC’num enn fyri
bert fýra árum síðani. Og
tað er also ikki tí, mannfólka
magarnir brádliga eru vorðn
ir so sera trekir. WC’ið er
stutt sagt vorðið seinasta
bastiónin hjá fyrrverandi
harranum í húsinum, har
hann kann verða sitandi
Heimleysu
harrarnir
í húsinum
Trupulleikin við mannfólkum er,
at teir ikki hóska inn í modernaða
innrætting. Tí eru hesir einaferð
so erpnu húsharrarnir vorðnir
heimleysir í egnum húsi
Kanska verður gamaldags harrarúmið
loysnin á trupulleikan at fáa mannfólkini
at hóska inn í modernaðu heimini