fríggjadagur 22. februar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Børkugøta: - Ja, at køkurin
er blivin soleiðis, sum hann
er tað í dag, byrjaði í roynd
og veru við einum óhappi
umborð á bátinum, - tá
motorurin ikki vildi starta
aftur, sigur Eli við einum
stórum brosi.
Kemur tú inn í hugnaliga
køkinum í heiminum hjá
honum og familjuni í Børku-
gøtu, verður ein beinanveg-
in bergtikin av orginaliteti-
num og samansetingini av
litunum.
Eingin annar køkur er
sum hesin: Skápshurðarnar
hava ymiskan lit, skuffurnar
og borðplátan tað sama.
Munurin á hesum køkinum
og øllum hinum køkunum
er, at hetta er alt klætt við
litum, ið Eli hevur funnið í tí
føroysku náttúruni.
Tað er ikki í hvørjum køki,
at borðplátan er klædd við
koli úr Hvalba, karmarnir í
vindeygunum við sandi úr
Søltuvík, og skápshurðar og
skuffur við royðugróti av
Argjum, úr Múla og av Velba-
stað og við jákupsskeljum
av Oyri.
- Onkur hevur heitt á meg
um at taka patent uppá tað.
Tja, eg veit ikki. Eg trúgvi
neyvan, at nakar fer at gera
tað, tí hetta er sera strævið
og krevur drúgvar royndir.
- Tá ein arbeiðir við hes-
um, er tað ein langur vegur,
áðrenn ein sær nøkur úrslit,
slær hann fast.
Ikki so einfalt
Uppskot hansara um at
prýða køkin, heldur enn at
skifta hann út við ein spildur-
nýggjan, vann frama heima
við hús. So var bert eftir at
fara til verka.
Byrjað varð í tí smáa í
september mánaði í 2006.
Hann tók ta fyrstu skáps-
hurðina við sær niður í
kjallaran, og klæddi hana
við sandi og lakeraði hana.
Tað tók sína tíð at finna
rætta lakkið, tí nógvar
royndir miseydnaðust.
- Tað tók mær eisini mán-
aðir at gera køkin, tí eg
arbeiddi ikki allatíðina við
hesum. Síðani fór eg í holt
við hinar hurðarnar, karm-
arnar, borðplátuna og
veggin.
- Konan og dóttirin
strongdu á meg, so eg mátti
skunda mær at fáa alt
liðugt, tí køkurin stóð í hálv-
um gekki, og dótturin hevði
føðingardag í februar. Men
hann bleiv eisini liðugur
áðrenn. Og stoltur var eg,
sigur Eli, og leggur síðani
aftrat: - Sjálvur haldi eg, at
úrslitið er gott, og tað heldur
mín elskaða kona eisini!
Hann er útlærdur sum
radiomekanikari og hevur
verið til skips, men við alda-
skiftið slepti hann øllum
hesum, og hevur síðani
halgað seg listarligum
arbeiði: Fyrst við pensli í
hond. Nú við nýggju
listagrein síni, grótmáling.
Tann vakra lindin
Alt hevur sjálvandi sína
forsøgu, og tað hevur
serstaki køkurin í heimi
hansara sum vera man
eisini.
Henda forsøgan byrjaði á
sumri 2003 út fyri Hósmøl í
Nólsoy. Her finst ein hópur
av gróti, mest malargrót.
Men vakna eygað hjá listar-
manninum fangaði eisini
annað enn malargrótið:
Royðugrótið.
Hann var farin við donsk-
um gestum at skoða Nóls-
oynna frá sjónum. Setti gest-
irnar av á Borðuni og síðani
skuldu hann møta teimum
aftur í bygdini. Ávegis til
bygdina steðgaði hann á út
fyri hesi mølini, har ein týði-
liga sær ta reydligu royðu-
lindina millum basaltfláirnar.
Eli var bergtikin av hesi
sjón og hugsaði við sær
sjálvum, at hetta royðu-
grótið kundi verði nýtt til at
gera máling burturúr.
- Eg hevði als ikki ætlað
mær í land henda dagin.
Men tá motorurin ikki start-
aði aftur, var ikki annað at
gera enn at rógva í land og
fáa fatur á fólki umvegis
fartelefonina, greiðir hann
frá.
Nakað eftir kom hjálpin
fram, og báturin og Eli vórðu
sleipaðir aftur inn á Havn-
ina.
Hermaður í Eldførinum
Løtuna her á Hósmøl brúkti
hann til fulnar, eins og ein
annar Robinson Crusoe,
sum fór rannsóknarferð á
síni oyggj.
- Tú, eg skal siga sum er,
at eg varð fyltur við slíkari
vælveru, meðan eg stóð her
einsamallur í kvirruni og við
øllum vakurleikanum rundan
um, at eg mátti bara takka
Gudi fyri hesa veldigu upp-
livingina, greiðir Eli frá.
Tær fyrstu royndirnar av
royðugrótinum í Hósmøl
vóru so góðar, at hann sá
hetta sum sín møguleika at
menna seg enn meiri sum
listamann. Við nærri eyg-
leiðing sá hann ikki bert
tann reyða litin, men eisini
tann brúnliga, grønliga og
okkurlitin í lindini.
- Her var so nógv at velja
í, at eg hevði ilt við at av-
gera, hvørjar litir eg skuldi
taka heim við mær. Ja, satt
at siga føldi eg meg sum
hermannin í ævintýrinum
“Eldførið”, tá hann, eftir at
hava fylt lummarnar við
koparmyntum, kom inn í
næsta kamarið fylt við
silvurmyntum!
Eli byrjaði so í smáum at
mjølva grótið, og gjørdi burt-
ur úr hesum bæði oljulitir og
akrýllitir, sum síðani vórðu
brúktir í arbeiði hansara
sum listamaður. Hesa tíðina
Ein køkur sum
eingin annar
- Vit hildu, at køkurin var vorðin heldur slitin og mátti skiftast
út við ein nýggjan ella málast. Knappliga ein dagin kom
tað til mín: - Hví ikki brúka tilfarið, sum eg brúkti til mínar
málningar, til at prýða mín egna køk?, sigur Eli Smith. Í
dag hevur hann ein av teimum meiri sjáldsomu køkunum í
Føroyum
»Onkur hevur heitt á meg um at
taka patent uppá tað. Tja, eg veit
ikki. Eg trúgvi neyvan at nakar fer
at gera tað, tí hetta er sera strævið
at fáa tað at bera seg fíggjarliga og
krevur drúgvar royndir«
»Tað er ikki í hvørjum køki, at
borðplátan er klædd við koli úr
Hvalba, karmarnir í vindeygunum
við sandi úr Søltuvík, og skáps
hurðar og skuffur við royðugróti av
Argjum, úr Múla og av Velbastað og
jákupsskeljum av Oyri«
Skilligt er at eitt stórt arbeiði liggur aftanfyri hvørja einstaka plátu, skuffu og skáp
Mynd: Jens Kristian Vang