Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 At keypa ella byggja bústað er ein av størstu íløgunum í lívinum. Tí loysir seg at vera væl fyrireikað og hava góða ráðgeving, eisini í sambandi við fígging. Góð fíggjarlig ráðgeving ger, at gerandisdagurin hongur saman eftir bústaðabygging ella bústaðakeyp. - Júst nú mæla vit fólki til at hyggja nærri at real- kredittlánum. Renturnar á okkara rentutillagingar- lánunum hava verið fallandi, og í løtuni eru hesi lán attraktiv í mun til vanlig lán. Rentan á hesum lánum kann læsast føst í upp til 10 ár, og tað hevur sínar fyrimunir, sigur Øssur S. Nolsøe, leiðari fyri privatkundadeildunum hjá Eik í Suðurstreymoy. Eginfígging er góð at hava, og saman við fíggjarráðgevanum finna tit eina sethúsafígging, so gerandisdagurin hongur saman. Eisini ber til at biðja um ráðgeving, um tú til dømis vilt broyta bústaðin. Skal kjallarin innrættast? Bilhús ella hjallur byggjast? Hvussu skal rindast? Skal tað fíggjast? Skal sparast upp? Men minst samstundis til, at ráðgevin fyrst og fremst er tænari bankans, ið sum kunnugt hevur til endamáls at vinna pening frá fólki. 44 Ráðgeving til størstu íløguna í lívinum Húsalán við avmarkingum Uppá húsalánið ber til at keypa tað, sum er fast í húsinum, so sum køk og baðirúmsmøblar. Ikki leysir lutir, so sum sofur, borð, stólar og teldur. Tá vit seta búgv Áðrenn tú skrivar undir: Keyparar eru illa vardir í Føroyum. Lat altíð ein advokat umboða teg mótvegis seljara/ meklara. Og bið altíð eitt lið av handverkarum kanna húsini/íbúðina væl og virðiliga, áðrenn tú setur navnið á bindandi linjuna.. Samhald og samanhald Um tú keypir eina íbúð, sum hoyrir til eitt eigarafelag, hevur tú skyldu til at fylgja avgerðum, sum felagið tekur. Til dømis í sambandi við at skifta klædning og vindeygu. Minst til: Kanna eisini kring húsini. Er alt í lagi viðvíkjandi frárensli, rørum og kloakkini? Bið altíð um eitt skrivligt tilboð á stórar ordrar – bæði vørur og tænastur, og samanber tilboðini áðrenn tú tekur av Bið altíð um í minsta lagi 20-25 prosent í avsláttri á byggitilfar, køk, baðirúm, bil, hvítvørur, máling.. Spara pengar og umhvørvið • Keyp hvítvørur, sum eru A-merktar • Vel gassovn fram um el, og induktionskomfýr fram um elkomfýr • Nýt kókiplátu í staðin fyri ovn • Kóka vatn við el-ketli • Hong klæðini upp í staðin fyri turkitrumlu • Set uppvaskimaskinuna til kalt vatn • Sløkk tól, sum standa á standby og spar 1000 krónur árliga • Skift ótøtt vindeygu • Skrúva hitan fyri, tá tú luftar út • Bjálva húsini væl • Nýt ljósdoyvara og -følara • Nýt spariperur