fríggjadagur 22. februar 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Familjutrygging
Í neyðini kemur ein vanlig
familjutrygging ofta væl við. Til dømis
um tú ert so óheppin, at innbúgvið
tekur skaða. Ella um tú gjørt skaða á
aðrar persónar ella ognir teirra, sum tú
mást rinda endurgjald fyri.
Familjutryggingar fevna um teg og
húskið títt, so sum heimabúgvandi
børn og aðrar búfelagar.
Tryggingin er galdandi í og
rundan um bústaðin. Tá ið
innbúgvið fyribils er
aðrastaðni enn í heiminum í
upp til 12 mánaðir. Tá ið tú
flytur uttanlands, fevnir
tryggingin upp til 3 mánaðir
frá tí tú fert avstað.
Meginreglan er, at goldið
verður fult endurgjald fyri
lutir, til hesir eru tvey ára
gamlir.
Tað er týdningarmikið, at tú ert
rætt tryggjað, so tryggingarvirðið er
nóg høgt og fult endurgjald verður
latið, um skaði hendir. Av tí, at øll
hava ikki sama tørv á trygging, ber
til at knýta nakrar ískoytistryggingar
afturat familjutryggingini. Eitt nú el-
skaða, glas og kummutrygging og
ársferðatrygging.
Visti tú?
Tá tú setir fleiri enn
tvey ting saman,
til dømis blómur,
knappar, myndir ella
stearinljós, riggar
tað best í ólika tali …
3-5-7…
45
Húsaprísurin lækkar í Havn
Meðan prísvøksturin í fjør helt seg eini 20
prosent uttan fyri Havnini, var vøksturin bara 6
prosent í Havn. Ein orsøk til hesa lækking í
vøkstrinum kann vera, at talið av handlum setti
met í Tórshavnarøkinum við 32 handlum í 4.
ársfjórðingi í 2006, og at talið serliga nógvir
handlar vóru í øllum økjum í 2007. Eisini skulu
vit hugsa um, at rentustøðið er hækkað bæði í
2006 og 2007, og harvið minkar eisini hugurin
og evnini at seta seg stóra skuld. Harumframt
aftra fólk seg kanska til at læna nógvan pening,
nú útlitini á altjóða fíggjarheiminum tykjast vera
rættiliga døpur.
Miðalprísurin á sethúsum í Havn var 2.3 mió. kr.
í 2007. Í størri bygdum 1.2 mió. kr. og í smærri
bygdum 1 mió. kr.
F
A
K
T
A
Visti tú?
Íbúðir undir 100
fermetrar eru munandi
bíligari at tryggja enn
tær sum eru yvir
Hugnalig heim ongin sjálvfylgja
Hjálp til innrætting fæst millum annað hjá:
Kurvin v/ Eyðvør Petersen, Sørvágur, 333380
Gávubúðin Li-Wi, Streymnes, 422877
Frú C, Gávubúð, Tórshavn, 312155
Gunnbjørg Rya Gunnbjørgsdóttir, innanduraarkitektur,
Vestmanna, 424321
Linda Laksáfoss, dekoratørur, Klaksvík, 457324
Orkis, Glyvrar, 448289
Lagt til rættis: Rigmor Dam