fríggjadagur 22. februar 2008síða 49
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
49
vindeygu við orkuglasi á
innsíðu á vindeygaramm
una. Hús skulu vera tøtt,
men kortini er týðandi, at
lufta út, so væta sleppur út.
Best er at lufta út 10
15minuttir eftir nýtslu. Til
dømis í sovikamarinum um
morgunin og í køkinum eftir
matgerð. Tá eigur altíð at
verða sløkt fyri hitanum fyri
at sleppa undan hitamissi.
Vætustigið í sethúsum skal
verða um 40 prosent, og
kann ein vætumátari nýtast
til at eftirkannað støðuna.
Aðrar hitasparingar
Sparast kann eisini um olju
nýtsluna, við at seta sólorku
á tekjuna og/ella at seta upp
luft til luft, ella luft til vatn
hitapumpu. Týdningarmikið
er, at rættur útbúnaður
verður nýttur. Her er vert at
nevna, at orkutapið er lítið
og einki í vakumrørum til
sólorku, í mun til vanligu
skipanir við rúti. Harnæst
geva vakumrørini eisini hita
í vanligum dagsljósið. Seks
fermetrar av vakumsólorka,
sett upp í beinan sunnan við
hall á um 40 stig, framleiða
tað, ið svarar til um 400 litur
av olju.
Luft til luft hitapumpur
hóska væl sum ískoyti til
oljufýr og ketil. Um tú hugs
ar um at keypa nýggjan
ketil, er tað ein betri loysn at
seta upp luft til vatn hita
pumpu, ið kann veita bæði
rúmhita og heitt brúksvatn.
Taka vit eini 120 fermetrar
stór væl bjálvað sethús við
Amerktum orkurútum, har
orkunýtslan er 150 kWh fyri
hvønn fermeturin, nýtir ein
“luft til vatn” hitapumpa við
nýtslustig 3,0 umleið 6.000
kWh ravmagn um árið.
Hetta svarar til 8.325 kr. Um
ravmagnið er frá varandi
orkuframleiðslu – ikki diesel
orku – er talan um Co2 fría
framleiðslu. Jørð til vatn
hitapumpur draga hitan úr
jørðini og kunnu tí hava
óheppin árin á gróðurin.
Orkumerking til
ávísa orkunýtslu
Tey krøv sett verða í byggi
samtyktum til orkunýtslu í
sethúsum og øðrum bygn
ingum eru á ongan hátt
brúkilig til dagsins samfelag.
Oljukostnaðurin hækkar
komandi ár, samstundis
sum at brenning av olju og
bensini hevur við sær økt
útlát av veðurlagsgassum.
Londini kring okkum
arbeiða miðvíst við tiltøkum
at minka um oljunýtsluna og
av lívrunnum evnum. ES
hevur hert reglurnar fyri øll
limalondini, soleiðis at til
dømis danir við dagførdu
byggisamtyktini seta stórar
avmarkingar fyri orkunýtsl
una. Áðrenn byggiloyvi fæst
til eini sethús á til dømis 120
fermetrar, skal skjalprógvast
at samlaða orkunýtslan til
hita og heitt vatn, ventila
tión, sirkulatiónspumpur og
oannað er ikki hægri enn
88,3 kWh fyri hvønn fer
metur árliga. Longu í 2010
verður hetta kravið hert
uppaftur meira, soleiðis at
markið tá verður 63,3 kWh.
Her hjá okkum er miðal
nýtslan um 200 kWh fyri
hvønn fermetur árliga. So
her er ein stór avbjóðing hjá
myndugleikunum at fara
undir. Eisini tá boðað er frá,
at Kyoto sáttmálin skal
setast í gildi – og at farið
verður til næsta STveður
lagsfundin í Keypmanna
havn í 2009.
Skrivað hevur:
Kári Thomsen, arkitektur
Hetta húsið varð bygt í Danmark í 2007. Húsið er 82 fermetrar
og einans útgjørt við sólorku og brenniovni til upphiting og
brúksvatn. Útveggir og tekja eru bjálvað við 40 cm træull.
Gólvið er bjálvað við 30 cm. Harumframt eru A-merktir
orkurútar, sum hava eitt U-virði á 1,0. Kuldabrýr eru sera
avmarkaðar við brúkta byggihátti. Vindeyguni venda í mestan
mun í ein sunnan fyri at gagnnýta passivu sólorkuna. Árliga
orkunýtlan er 71,4 kWh fyri hvønn fermetur. Harav standa
rúmhiti og heitt vatn fyri 31,1 kWh fermeturin áliga, sum
svarar til eina árliga oljunýtslu á 255 litrar. Kostnaðurin fyri eini
slík lyklaklár hús er 1,2 milliónir krónur í Danmark, umframt
grundøkið