hósdagur 14. juni 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 111 - 14. juni 2001
Nr. 111 - 14. juni 2001
19
gult18 cyan18 magenta18 svart18
gult19 cyan19 magenta19 svart19
ÚT AT KOYRA
Rekordár
hjá Toyota
Fleiri japansk dagbløð
skriva, at triðstørsti bil-
framleiðarin í heimin-
um,
Toyota
Motor
Corp., í fjør hevði eitt
yvirskot uppá 66,65
milliardir krónur áðrenn
skatt. Orsøkin var økt
søla, lægri yenkursur og
rationaliseringar.
Kelda: Motor Magasinet
Multipla
ársins bilur
Annað árið á rað bleiv
Fiat
Multipla
kosin
»Familycar of the Year«
av motorjournalistum á
sendingini Topgear hjá
BBC.
Kelda: Fiat Automobiler
Danmark A/S
Nissan
í USA
Nissan hevur gjørt eina
íløgu uppá 9 milliardir í
eina nýggja bilverk-
smiðju í Mississippi til
at framleiða smærri last-
bilar, jeepar og familju-
bussar. Hetta er fyrsta
nýggja verksmiðja hjá
Nissan, eftir at Renault
hevur keypt 37 prosent
av partapeninginum.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Eftir ætlan skuldi ein
heilt nýggjur Ford
Fiesta koma á markn-
aðin miðskeiðis í
2002, men orsakað av
fallandi sølutølum er
verkætlanin fram-
skundað til november
í ár
BILAR
Magnus Gunnarsson
At ein heilt nýggj genera-
tión av Ford Fiesta var á
veg, hevur verið eitt loynd-
armál á menningarsentrin-
um hjá Ford í Køln inntil
nú. Bilurin kemur væntandi
á marknaðin í november í
ár. Sum tað sæst á mynd-
unum, verður nýggi Fiesta
størri enn tann núverandi.
Tað at aksulfrástøðan verð-
ur størri, hevur við sær at
tað verður betri beinpláss
við baksetrini.
Nýggjan dieselmotor
Nýggi Fiesta kemur at njóta
gott av nýggja coomon-rail
dieselmotorinum, sum er
gjørdur í samstarvi ímillum
Peugeot og Ford. Einaferð
næsta ár kemur Fiesta við
automatisku koblingskip-
anini ASM ( Auto Shift
Manual). Nýggi Fiesta skal
eftir ætlan eisini skal
byggjast í Brasilien. Ford
kemur at hava eina góða
vøruskrá, Focus er lutfals-
liga nýggjur, í vár komu
nýggir Mondeo og Transit,
og nú kemur so eisini ein
nýggjur Fiesta.
Kelda: FDM / Motor
Nú eitt ár eftir at
Nissan Almera við 3
og 5 hurðum kom á
marknaðin, er Almera
nú eisini komin sum
sedan
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nissan Almera er teknaður
og framleiddur í Europa, á
Nissan bilverksmiðjuni í
Sunderland í Onglandi.
Málið hjá Nissan var at
Almera skuldi hava líka
góðar koyrieginleikar sum
Peugeot 306.
Eitt lið av verkfrøðingum
og testkoyrarum hava ar-
beitt av øllum alvi við at
fínstilla koyrieginleikarnar
á Almera, við serligum at-
liti til róðurgreiðir og
fjaðraskipan. Hetta hevur
givið úrslit, tí bilurin koyrir
sera væl í allar mátar, og er
sum ein franskur bilur at
koyra.
Nú sum sedan
Almera er bygdur yvir
Nissan Primera plattform-
in. Bilurin fæst í útgáv-
unum Comfort, Elegance
og Sport, og tríggir motorar
eru at velja ímillum, 1.5 lit-
ur og 1.8 litur bensinmotor-
ar og 2.2 turbodiesel við
beinleiðis
innspræning,
sum er størsti dieselmotor-
ur í hesum klassanum. Nú
eitt ár eftir at nýggi Almera
kom á marknaðin, er hann
komin higar í sedan út-
gávuni, við stórum og rúm-
ligum viðførisrúmi. Sedan
útgávan kostar umleið kr.
5000,- meira enn tann við
fimm hurðum.
Nissan Almera - nú eisini sum sedan
Nýggjur Fiesta – framskundaður
til at koma seinni í ár
Nýggi Ford Fiesta,
sum verður væl størri
enn forgangarin,
verður gjørdur við 3
og 5 hurðum
Aftan minnir nýggi Fiesta nakað um Focus, við lyktunum í aftaru stólpunum
Nissan Almera fæst nú eisini sum sedan,
hesin hevur spoylara og sportsfelgur
Tað vóru tung boð, vit fingu fríggja-
morgunin 30. mars. Ein vanlukka var
hend inni á Lambareiði, og tríggir
ungir dreingir vóru deyðir. Árant Joen-
sen, Bárður Berg og Edvard Lenni
Højgaard. Árant var ein góður vinur
hjá nógvum av okkum, og Edvard og
Bárður vóru tveir av okkara kærastu
vinum og floksfelagum.
Tað var sum at missa tveir beiggjar.
Tað tykist so óveruligt, at tveir ungir,
raskir dreingir í teirra besta aldri
knappliga ikki eru hjá okkum longur.
Tað er so nógv, sum vit høvdu ætlað
okkum saman, sum til dømis at fara
aftur til Spania, har vit vóru eftir 10.
flokk. Eisini hava vit prátað um, at um
fimm ár skuldu vit øll møtast aftur,
o.s.fr. At vit skuldu møtast aftur eftir
bert tveimum árum, og undir hesum
syrgiligu umstøðu, hevði eingin av
okkum væntað.
Bárður og Edvard gingu í flokki sam-
an við okkum í 10 ár. Samanhaldið í
flokkinum hevur altíð verið gott, og
eitt, sum styrkti samanhaldið enn
meira, vóru allar útferðirnar, vit gjørdu
runt Føroyar og uttanlands, har vit
komu at kenna hvønn annan nógv
betur. Vit kenna okkum næstan sum
systkin, tí vit eru vaksin upp saman og
kenna allar síðurnar hjá hvørjum
øðrum.
Bárður var altíð blíður og gekk runt
við sínum eyðkenda skálkasmíli. Hes-
um serliga smílinum fullu næstan allar
genturnar í flokkinum fyri. Bárður var
ótrúliga sjarmerandi og hevur altíð
verið væl dámdur av øllum. Hann var
erligur og ein trúfastur vinur. Hann
hevði góðan humor, og hansara løgnu
viðmerkingar gjørdu skúladagin nógv
stuttligari. Hann var ofta miðpunktið í
flokkinum, tí øll vóru so góð við hann.
Tað var lætt at vera góður við Bárð, tí
vit vita, at hann eisini var góður við
okkum.
Edvard var tann stuttligi í flokkinum.
Tá man var í ringum lag og ikki orkaði
skúlan meira, gjørdi Edvard alt fyri at
gera lagið gott aftur, og tað var skjótt,
so sótu øll í skellilátri. Edvard var ein
ótrúliga fittur og penur drongur. Hann
var vinarligur og altíð klárur við einari
hjálpandi hond. Hann var góður við øll
og tók sær væl av sínum kæru. Hann
hevði nógvar vinir, og tað, honum
dámdi best, var at hava teir rundan um
seg. Vit hava altíð verið góð við Edvard
og sakna hann ótrúliga nógv.
Vit hava so nógv felags minnir um
Edvard og Bárð; vit hava livað helvtina
av okkara lívi saman við teimum. Vit
hava upplivað so nógv saman, bæði
gleðir og sorgir, og nú kennist alt so
tómligt. Tað er so torført at seta orð á
sorgina og so ringt at siga farvæl. Vit
fara altíð at minnast Bárð og Edvard
við einum smíli og takka fyri ta tíðina,
vit fingu saman við teimum.
Okkara djúpastu samkenslur fara til
tykkum, sum nú sita eftir. Má Harrin
signa og styrkja tykkum í hesi sváru
tíð.
Við takksemi lýsa vit frið yvir minn-
ið um Árant Joensen, Bárð Berg og
Edvard Lenni Højgaard.
Grøð sorgarsár,
o, Faðir vár,
so tína leið vit skilja.
Tak tað, tú vilt,
ger hjartað stilt
ger lyndið milt,
alt eftir tínum vilja.
Á sorgarstund,
av hjartansgrund
á skilnartíma sárum
eg biði teg,
tú leiði meg
tín tronga veg
at endaleysum árum.
Johan Dávur, Jørmund,
Kristian, Dion, Hallfríð,
Linda, Tóra, Anna Malena,
Anna Maria, Emma Maria,
Hilda, Maria, Jenny, Ruth,
Majken, Joan, Sarita, Súsanna,
Helena, Jannet og Lív
Minningarorð um
Bárð Berg
og
Edvard Lenni Højgaard
Døggin hevði ikki lagt seg henda vakra
leygarmorgun, tá fløggini veittraðu í
hálvari stong. Várkenslan og tann
afturvendandi vónin um eitt eydnu-
berandi og vónríkt summar hvurvu í
ivanum um, hvørjum tað útstrekta
merkið í høgættarlotinum mundi
veittra feigdarboð fyri, og skjótt bórust
boðini um bygdina, at Petur var deyður.
Hóast Petur hevði verið álvarsliga
sjúkur seinastu mánaðirnar, vardi tað
ongan, at so stutt tíð skuldi ganga, at
hann ikki skuldi vera ímillum okkum
meira, herviliga sjúkan hevði fingið
fastatøkur, og bert 51 ára gamal mátti
Petur lúta fyri hesi herviligu sjúku
leygarmorgunin 05.05.2001.
Petur var sonur Willa og Oliviu
Kruse, yngstur av fýra systkjum bú-
leikaðust tey úti í Geilini í Sørvági.
Saman við pápanum varð ymiskt
handaligt arbeiði gjørt í ungdóms-
árunum, og tá feria og onnur frítíð var
til yvirs. Sum aðrir unglingar vildi
hann eisini royna sjógvin, áðrenn lívs-
leiðin bleiv løgd. Grønlandsútróðurin,
sum flestu unglingar vildu royna og
sum kravdi nógvar mans, slapp Petur
eisini at uppliva, og varð ofta tosað um
hesa ríku tíð á ungdómsárum.
Fyrst í sjeytiárunum fór Petur á
Læraraskúla og eftir lokna útbúgving
var longsulin aftur til heimbygdina.
Starvið bleiv ikki í heimbygdini, men
saman við konu síni Biritu fingu tey
starv á Giljanes skúla, har hann var
nógv avhildin bæði av starvsfelagun-
um, foreldrum og børnum, og røkti
hann hetta starv líka til sjúkan noyddi
hann í sjúkafarloyvi.
Petur hevði eisini stóran áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum,
og
eingin
ivaðist, hvar hann stóð politiskt. Hóast
ósamdir, var virðing og álit nakað, sum
eyðkendi Petur, tingini blivu ikki ballað
inn, men tvørturímóti søgdu sum tey
skuldu sigast, so eingin misskilti tey.
Hvar tú hevði henda mann, ivaðist tú
onga løtu í.
Frá 1992-1998 var Petur formaður í
Sørvágs kommunu, ein tíð, sum kravdi
nógv, og er tað bert familjan, sum best
kennir til, hvussu hetta mundi slíta. Í
hesum karga tíðarskeiði var ikki pláss
fyri gulli og grønum skógum, men
halda æruna og yvirliva uttan hjálp frá
nøkrum øðrum, og hóast hesa døpru
tíð, vórðu mál rokkin, vísast kundi á, at
nøkur ting kundu bera til uttan milli-
ónaupphæddir so sum barnagarðurin,
dagtilboðið, sum Petur legði alla orku í,
tað arbeiðið, sum tá bleiv gjørt fyri at
fáa lunnarnar at liggja, ger tað møgu-
ligt í dag at draga bát. Onnur ting,
oynni at frama, kundu eisini verðið
nevnd, uppgávur hjá Føroya Komm-
unufelag vórðu eisini lætnar upp í
hendurnar hjá Peturi at loysa, og tí
kundi hann, merktur av sjúku, upp-
rættur tann seinasta dagin í árinum eftir
átta ára borgarliga tænastu, sum hann
ikki vildi verið fyri uttan, lata aftur
hurðina á tí bygningi, sum hevði givið
nógvar spennandi uppgávur, men eisini
svøvnleysar nætur.
Petur hevði eisini stóran áhuga fyri
mentanarligum viðurskiftum, og var
avrikið av bókini Sørvágs kirkja, sum
Petur skrivaði til hundrað ára føðingar-
dagin hjá Sørvágs kirkju í 1986, ein
stoltleiki hjá honum, í hesi kirkju,
saman við familjuni, á aftasta beinki
var hansara pláss.
At Petur vildi ungdómi og bygdini
væl í ítróttarligum samanhangi eru
fleiri dømi um. Mitt í sjeytiárunum
varð farið undir at byggja róðrarneyst í
Sørvági. Her saman við øðrum legði
Petur stóra orku í at fáa hetta bygnings-
verk liðugt, so ungdómurin kundi hava
bestu møguleikar at virka undir.
At Petur var nógv avhildin maður
gav jarðarferðin boð um, ongantíð
hevur slík mannfjøld verið at sæð sum
henda góðveðursdag, tá Petur varð
borin til sítt síðsta hvíldarstað úr
Sørvágs kirkju.
Góðu Birita, Rúni, Bogi, Unn og
Rógvi, sorgin og saknurin níva, tárini
væta í stríðum streymi koddan, út-
maktað finna sorg og grátur svøvn
tykkara. Hví alt hetta skuldi raka so
meint, er bæði órættvíst og óskiljandi
og vit standa spyrjandi hví, hví. Gleðin
og vónin um eitt summar saman við
konu og børnum á 25 ára brúdleyps-
degi er brostin. Hóast blóman á
markini stendur í sínum fulla blóma og
ber boð um lív og ljósa tíð, reka tung
skýggj inn yvir tilveru tykkara, ein
rødd er tagnað, eitt eyga brostið, eingin
mild hond kínur enni, eingin teskar um
kærleika. Hóast ringt er at skilja mugu
vit halda okkum til tann, sum øllum
valdar, ein dag fara skýggini at draga
frá, og sólin fer at kaga fram, brosandi
minnast og tosa um upplivingar og
hendingar, ein mann og pápa, sum var
alt fyri tykkum og vildi hjálpa øðrum,
men sum bleiv rivin frá tykkum í bestu
árum, nú tíðin skuldi brúkast upp á
tykkum. Gud signi tykkum og alla
familjuna.
Gerst lívið stundum leitt á jørð,
Og harðar ódnir herja,
Gud flyta vil meg trygt um jørð,
Mót brotasjógvi verja;
So sterkur eingin stormur er,
Og streymur ei so stríður,
Hann fellur, steðgar síni ferð,
So skjótt mín faðir býður.
Hvíl í friði.
Ein vinur
Minningarorð um
Petur Kruse
C
M
Y
K
19
18