mánadagur 25. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2008
11
tíðindi
Tapti ongan
dyst í FIFA 08
Eftir at 76 dystir vóru spældir í kappingini
leygardagin, gjørdist greitt at Mortan
Mørkøre av Eiði er Føroyameistari í FIFA
08.
Kapping
Snorri Brend
Klaksvík: Skjótt eftir at kappingin byrjaði, sóu
tey umleið 50 fólkini, ið vóru møtt upp, at Mortan var
ein serstaka góður FIFA-spælari. Hann tapti í roynd og
veru ongan dyst allan dagin!
Kappingin var skipað í seks bólkar har ið fýra og
fimm lið vóru í hvørjum. Tá ið bólkaspælið var liðugt
var greitt at Aksel, Verner, Høgni, Christiansen, Cotter,
Rúni, Mortan og Høgni vóru teir, ið skuldu víðari til
fjórðingsfinalurnar.
Í sjálvari finaluni var lagt upp til ein sannan gysara
millum teir báðar Mortan og Høgna. Mortan kom
framum eftir at Høgni hevði gjørt ein heldur keðiligan
feil. Kortini svaraði Høgni aftur og kom uppá 2-1,
áðrenn Mortan aftur var á blettinum og gjørdi tað til
2-2 sum var endaliga støðan áðrenn farið var til eyka-
tíð. Her var tað Mortan ið aftur dró tað longsta stráið
og vísti sínar framúr dygdir sum FIFA 08 spælari.
Fyrireikarin av kappingini, Jógvan Skorheim og lut-
takarnir hildu, at hetta átti at vera gjørt aftur. Fólk
hildu eisini, at hølini hjá KÍ vóru sera væl egnað til ein
slíkan dag.
- Vit hjá EL-IN eru sera væl nøgd við kappingina.
Og so er tað bara ótrúligt, at vit kundu fáa fólk higar,
ikki bara úr Klaksvík, men kring stóran partin av landi-
num, segði Jógvan eftir tiltakið.
Væl av fólki tóku lut í kappingini og væl av fólki hugdu
eftir teimum leikandi
Læknin segði søgu
Danski læknin Knud Jacobsen, sum hevur verið fastur
avloysari hjá læknanum á Eiði í mong ár, dugir annað enn síni
læknakynstur. Seinasta hóskvøld var hann á Sunda Bókasavni
og segði frá søgum úr Bíbliuni. Sunda kommuna skrivar á
sínari heimasíðu, at læknin dugdi sera væl at siga frá, og
handrit hevði hann einki. So hóast toran gekk, og tað var
ógvuliga illfýsið hetta kvøldið, hugnaðu áhoyrararnir sær við
bíbliusøgum frá læknanum.
Knud Jacobsen dugir annað enn síni læknakynstur
(Mynd: Sunda kommuna)
Hartar politikararnar
Danski lívfrøðingurin og rithøvundurin Thor Hjarsen
heldur, at grønlendskir og danskir myndugleikar hava
drálað alt ov leingi við at friða ísbjørnina. Thor
Hjarsen sigur, at hóast fleiri ávaringar hevur danska
Skóg- og Náttúrustýrið vent tað blinda eygað til. Tað
sama hava grønlendskir myndugleikar gjørt, sigur
hann. At ísbjørnin nú er friðað fyribils kemst einans av
trýsti frá øðrum, skrivar danski lívfrøðingurin og
rithøvundurin.
Við móttøkuna á
Skála leygarmorgun
in, tá ið Thor Alpha
varð navngivin,
segði reiðarin, Hans
Andrias Joensen,
nøkur orð, har hann
serliga takkaði øllum
pørtum, sum hava
viðvirkað til, at verk
ætlanin gjørdist veru
leiki
nýbygningur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Undir hátíðarhaldinum á
Skála legði Hans Andrias
Joensen fyri við hesum orð-
um:
- Thor Alpha skal navn
títt vera, segði mamma – og
tað má so vera. Eg vóni og
biði eftir, at hetta verður
eitt eydnisnavn fyri hetta
far. At byggja skip er nýtt
fyri okkum, og tí er hetta
ein sera stór avbjóðing fyri
okkum sum reiðarríð.
Hann segði, at hetta er
tað, sum felagið hevur sæð
fram til í nøkur ár, og serliga
spennandi hevur tað verið,
síðan teir fyri tveimum
árum síðani veruliga fóru í
gongd við at tilrættaleggja,
hvussu
felagið
skuldi
byggja júst hetta skipið.
- Tað var ikki av tilvild, at
vit valdu Skipasmiðjuna á
Skála saman við Skipa-
smiðjuni í Havn at byggja
skipið. Skipasmíð av før-
oyskum handverkarum -
eisini sum undirveitarum -
er kent sum valaverk.
Hans Andrias veitti eisini
Føroya
Handverkarafelag
eina
serstaka tøkk fyri, at felagið
gjørdi tað møguligt at fáa
handverkarar uttanífrá at
gera stálarbeiðið.
- Hetta eiga tit eina serliga
tøkk fyri saman við táver-
andi landsstýri, sum eisini
viðvirkaði til, at hetta gjørd-
ist møguligt.
Reiðarin nýtti høvi at
takka øllum undirveitarum,
Articon, El-Service, Byggi-
service, Demich, Radiobúð-
ini, Dofida-Pomerania og
øllum øðrum, sum hava við-
virkað til, at hetta far kundi
gerast so stásiligt, sum tað
liggur her í dag.
Hann
takkaði
eisini
Norsk Veritas og Skipasýni-
num fyri, at skipið er bygt
eftir ásettum krøvum.
– Harnæst - og ikki minst
– fari eg at takka skipa-
smiðjusamtakinum,
sum
hevur staðið fyri byggingini.
Ein serstøk tøkk til Dánjal
Andreassen. Eg veit, at tað
hevur rikið hart á kíkin við-
hvørt, men tú kann í dag
vera sera errin av tykkara
handverki.
Hans Andrias takkaði
eisini Gunnari Mohr, táver-
andi skipasmiðjustjóra, fyri
at hann setti sína undirskrift
á byggisáttmálan.
– Eg takki eisini Gunnari
fyri góða samstarvið, sam-
stundis sum eg vóni, at sam-
starvið heldur fram við
nýggja stjóranum, Eyðfinni
Egholm.
Reiðarin nýtti eisini høvi
at takka sínum egna fólki,
sum hevur verið serliga nær
knýtt at hesi verkætlan.
– Eitt orðatak sigur, at ”et
er søkort at forstå - andet er
skib at føre”, men eg haldi,
vit eisini kunnu siga ”eitt er
at byggja skip, annað er at
reka skip”. Leiðslan í Thor
takkar bæði tykkum, sum
starvast hjá okkum á landi
og ikki minst tykkum, sum
vit hava valt til at stýra okk-
ara nýggja og stásiliga fari.
Hans Andrias bar eisini
eina tøkk fram á donskum
máli:
Også vil bestyrelsen i
Thor takke Fugro, som har
troet på os og har gjort det
muligt for os at bygge dette
skib ved at fremleje skibet
flere år frem. Vi kommer at
gøre alt, som står i rederiets
makt til at gøre en så god
arbejsætning som muligt
for chartreren.
At enda takkaði Hans
Andrias Joensen mammu
síni og gummuni fyri sín
leiklut, samstundis sum
hann ynskti skipara og
manning á Thor Alpha blíð-
an byr.
Hans Andrias Joensen
– ein takksamur reiðari
Hans Andrias Joensen heldur røðu. Undir liðini á honum gumman og mamman, Gudrun Joensen
Mynd: Hans Jacob Poulsen