Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2008 Arnhild Poulsen og familja hennara hava í fimm mánaðir bíðað eftir at fáa sítt flytigóðs heim úr Danmark. Alt stendur innilæst á eini goymslu í Frederikshavn, tí flytimaðurin hevur ikki goldið leigu. Hon og børnini eiga í løtuni ikki eina teskeið, og dóttirin skal konfirmatión um tríggjar vikur. Flytimaðurin, Jaspur Jakobsen, tykist vera farin undir heilt, tó at hann koyrir oljubil í Eysturoynni Flutningur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í Vági situr Arnhild Poulsen og veit ikki síni livandi ráð. Hon og børnini hava í nær­ um hálvt ár búð í einum kufferti, tí flytimaðurin, ið skuldi fáa innbúgv og klæði til Føroya, ikki letur við seg koma. Arnhild hevur snøgt sagt onki, og støðan gerst ikki hugaligari av, at ein dóttur skal konfirmerast um tríggjar vikur, og tær ikki hava so mikið sum eina teskeið, tí alt innbúgv og øll klæði standa innilæst á goymslu í Frederikshavn. Søgan byrjar tann 1. okto­ ber 2007. Tá verður íbúðin í Esbjerg tømd og ætlanin er, at flytimaðurin, Jaspur Jakobsen úr Klaksvík, skal hava flytigóðsið á goymslu í ein mánað. Talan er um ein fullan 20 kubikk lastbil. Tíðin gongur, og síðani Arn­ hild og døturnar komu heim, hevur Arnhild roynt at fingið alt heim, men til fánýtis. ­ Talan er um eitt heilt húsarhald, bæði innbúgv og klæðir, sigur Arnhild. ­ Eg tosaði við Jaspur, sum lovaði bæði eitt og ann­ að, men onki hendi, sigur Arnhild, sum í løtuni leigar hús frá einum systkinabarni, men hava tey onki uttan tað, ið er í húsinum framm­ anundan, og tað er ikki tað stóra. Innilæst Alt liggur á goymslu í Fred­ erikshavn, tí bilurin hjá JFJ Transportservice hjá Jaspuri Jakobsen fæst ikki út, tí hann hevur ikki goldið leigu. ­ Eg havi roynt teldupost, telefon og Skype, men nú er Jaspur ikki at fáa fatur á, hóast hann koyrir oljubil hjá Statoil í Eysturoynni. Har hava vit eisini lagt boð, men fáa onki svar. Enntá tykist ein »millummaður« vera, ið ein kann ringja til, men hesin møguleikin hevur heldur ikki virkað. Eg skilji ikki, hví hondin soleiðis verður hildin yvir flyti­ manninum, sigur Arnhild. Sosialurin royndi mána­ kvøldið eisini allar fast­ og fartelefonir fyri at fáa orð á Jaspur Jakobsen, men uttan úrslit. Vit ringdu eisini til millummannin, men hann kundi bara vísa til fartele­ fonina hjá Jaspuri, men onki samband er við hesa telefon. Flytimaðurin tykist vera farin undir heilt. Minnir á goymslu Tað JFJ Transport, ið skyld­ ar leigu fyri goymsluna. Arnhild hevur goldið Jasp­ uri Jakobsen 15.000 krónur fyri flutningin, og hetta hevur hon kvittan fyri. ­ Og heldur ikki veit ein, um klæði og innbúgv standa væl, ella um kuldi og annað ger av við alt, nú Jaspur ikki havur svarað í vikuvís. Har eru nógv minnir, ið ikki kunnu keypast fyri pen­ ing, bæði minnir frá mínum barnaárum og frá tá børnini vóru lítil, sigur Arnhild, ið vónar at fáa svar, og at hon fær alt sítt aftur. ­ Ein kann siga, at vit verða hildin gíslar. Vit standa púra á berum og mugu t.d. leiga alt til konfirmatiónina, sigur Arnhild, ið veit um fleiri, ið hava ymiskt standandi hjá sama flytimanni, Jaspuri Jak­ obsen. Arnhild eigur fýra gentur, harav ein er í skúla í Dan­ mark. Eisini henni vantar ymiskt, til dømis telduna, sum hon skuldi koma heim eftir í samband við kon­ firmatiónina. ­ Men tað verður so ikki, staðfestir Arnhild. Hon leggur dent á, at hon veit ikki, hvørt Jaspur Jakob­ sen er givin við flutnings­ fyritøkuni, ella um hann er farin á húsagang. Hon legg­ ur somuleiðis dent á, at hon fer ikki alment út við hes­ um, fyri at skaða Jaspur Jakobsen. ­ Eg havi roynt at drigið tað út, áðrenn eg gjørdi nak­ að ella fór í bløðini, sigur Arnhild um flytimannin, sum í dag koyrir oljubil í Eysturoynni, men sum tó tykist vera farin undir heilt. ­ Tey, ið eiga húsini, hava roynt at fríðka um, so vit fáa havt eina hampuliga konfirmatión, men hetta er so keðiligt og óvirðiligt fyri børnini. Okkum manglar klæði, skáp og alt innbúgv. Alt!, staðfestir Arnhild. ­ Eg fari ikki alment út við hesum fyri at skaða Jasp­ ur, men eg vil hava svar, tí tað haldi eg meg hava uppi­ borið. Tað eru kanska fleiri við mær, ið bíða eftir Jaspuri, men eg havi í hvussu er gold­ ið mítt. Nú verður so fari alment út fyri at vita, um eg fái svar, og fyri at vita, um maðurin er til, sigur Arnhild Polsen, sum saman við børnum hevur búð fimm mánaðir í kufferti, tí flyti­ fyritøkan hjá Jaspuri Jakob­ sen ikk hevur goldið leigu í Frederikshavn. Hildin gísli í flutningsmáli Familjan Poulsen kom heim til Føroya fyri skjótt hálvum ári síðani og høvdu einans klæðini við sær, tey stóðu í og onki annað Mynd: Dagfinn Olsen Mynd: Johannes Andreasen Grót í Kunoyartunlinum Alarmsentralurin fekk fráboðan um grótið inni í tunlinum stutt eftir klokkan hálvgum sjey í morgun. Ein bilførari úr Kunoy koyrdi inni í tunlinum og í grótrúgvuna á vegnum. Bilurin fekk nakað av skaða, men maðurin, sum var einsamallur í bilinum, slapp snikkaleysur. Økisformaðurin hjá Landsverki í Norðoyggjum upplýsir, at umleið tveir rúmmetrar av gróti er lopið miðskeiðis inni í tunlinum. Tunnilin var stongdur í umleið 1½ tíma í morgun, meðan grótið var ruddað av vegnum og tunnilin kannaður. Tá ið Landsverk metti, at eingin vandi varð á ferð, var tunnilin latin upp aftur fyri allari ferðslu. Spaki í barnaskúla Nú sleppa heimasandsfólk at síggja fyrsta tekinið um, at tann nýggi barnaskúlin í bygdini gerst veruleiki, skrivar bkv. fo. Tað fyrsta flagið verður nevniliga skorið av til barnaskúl­ an kl. 17 hósdagin, og verður tað gjørt av forkvinnuni í ment­ anar­ og trivnaðarnevndini hjá Sands Kommunu, Lis Clem­ entsen. Við høvið fer borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu at halda røðu. Og aftaná bjóðar Sands Kommuna ein kaffi­ munn í umsitingarbygninginum, har øll eru vælkomin. Ætl­ anin er, at skúlin skal standa liðugur í desember mánaði í ár.