týsdagur 26. februar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 40 - 26. februar 2008
Páll Sørensen og
hini á smoltstøðini
í Knúsdali hava
lagnuna hjá í
milliónatali av
smoltum í sínum
hondum. Tí er
neyðugt at teir alt
samdøgrið og alt
árið hava eygu við
støðuni hjá hvørjum
einasta smolti í
teimum 12 kørunum.
- Ja, her skal ein av
sonnum vera ein
altmuligmand, sigur
Páll
Aling
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Kalsoy: - Hetta er eitt fínt
arbeiðpláss. Og so er ein
eisini so tætt við heimbygd-
ina, sigur hann við Sosial-
in.
Páll er ein av royndu
monnunum á smoltstøðini í
Kalsoynni, sum liggur mill-
um bygdirnar Syðradal og
Húsar.
Staðið, har smoltstøðin
liggur hevur mong ymisk
nøvn. Summi siga Knúks-
dalur og onnur Knútsdalur,
men Páll sigur eitt heilt
triðja.
- Her er í fyrsta lagi eing-
in knúkur, og søguna um at
dalurin er uppkallaður eftir
Knúti, havi eg eisini hoyrt.
- Vit her hava altíð sagt í
Knúsdali – uttan K ella T –
av teirri einfaldu orsøk av
tað eru so nógvir steinar í
fjøllunum omanfyri, sigur
Páll við einum brosi.
Smoltstøðin í Knúsdali
kallaðist áður Faroesmolt,
og hongur navnið framvegis
við, hóast hon nú er undir
Bakkafrost á Glyvrum.
Ikki sleingjast runt
Páll Sørensen – ella Páll á
Bakka, tey nevna hann -
hevur arbeitt her á smolt-
støðini í mong ár. Tað gong-
ur nú á níggjunda ári, og
hann trívist framvegis væl í
tí.
– Tað er gott at ein kann
arbeiða á einum og sama
staði, og so nær við heim-
bygdina.
- So sleppur ein undan at
sleingjast runt til tey ymisku
arbeiðini, sigur Páll, ið veit
alt um hetta slagið av ar-
beiði sum eletrikkari.
Tá vit vitjaðu á smoltstøð-
ini fyrrapartin mikudagin í
farnu viku, var hann komin
til arbeiðis tríggjar tímar
frammanundan.
Skipanin er hon, at hann
er á vakt allar teir 24 tímar-
nar í samdøgrinum í eina
viku, og hevur síðani frí ta
næstu vikuna.
Vanliga byrjar arbeiðsdag-
urin hjá Pálli – rættari er
helst at siga arbeiðsvikan –
klokkan átta um morgunin,
tá fyrsta uppgávan er at
tryggja sær, at alt er í lagi á
støðini.
Eftir at henda fyrsta rund-
an er liðug, arbeiða teir við
ymiskum á støðini teir
næstu átta tímarnar, og fara
so til hús eitt skifti um ikki
okkurt arbeiði skal gerast
her og nú.
- Eg fari so aftur á støðina
um kvøldið, og eri her alla
náttina. Tá kann eg eisini
fáa mær ein lítlan blund,
sigur Páll, sum einki hevur
ímóti at arbeiða einsamallur
á nátt.
Fóðra og reinsa
Arbeiðið á smoltstøðini
kann fyri onkran tykjast
rættiliga einsligt, keðiligt
og kanska eisini langligt.
Men hjá Pálli og hinum
starvsfólkunum á støðini er
altíð okkurt at takast við, tá
Hvørt einasta smolt
Toskaaling framtíðin
Ein nýggja kanning í Íslandi vísir, at tað eru stórir møguleikar at alsa tosk
inni á firðunum kring landið. Niðurstøðan byggir á nakrar atferðarroyndir hjá
toski, sum eru gjørdar á Arnarfirði. Royndirnar vístu millum annað, at verður
toskur fóðraður við lodnu, gerst hann støðufastur og stendur tættur, so tað er
lætt at veiða hann. Björn Björnsson, fiskifrøðingur, sum stóð fyri
kanningunum, sigur við íslendsk bløð, at eftir hansara tykki má niðurstøðan
vera, at tað eru ovurstórir møguleikar at ala tosk á íslendskum firðum.
Kanningar benda á, at íslendingar
kunnu ala nógvan tosk (Mynd: Vísir)
- Her er altíð okkurt at gera,
sigur Páll, sum hevur arbeitt
á smoltstøðini í skjótt 9 ár
vinnan