Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2008 35 Vinnubygningur til sølu Bygningurin stendur mitt í býnum og kann brúkast til nógv vinnuligt endamál. www.jura.fo Lektari/adjunktur í støddfrøði Treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2008 er eitt útbúgvingar- og granskingarstarv í støddfrøði leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróð- skaparsetrinum. Starvið verður sett sum lektara- ella adjunktstarv, treytað av førleika umsøkjarans. Lektarin/adjunkturin skal menna undirvísing og gransking í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini. Útbúgvingarparturin fevnir um fakliga samskipan og um undirvísing í støddfrøðiligum lærugreinum, ið eru í útbúgvingunum á NVD. Á www.nvd.fo er kunning um, hvussu støddfrøði inngongur í bache- lorútbúgvingar á NVD. Granskingarparturin vil í stóran mun vera tengdur at serøki umsøkjarans. Tað er viðkomandi, at um- søkjarin kann vísa á ítøkiligar møguleikar fyri at fremja sína gransking í tilknýti til granskingar- umhvørvi á øðrum universitetum. Væntað verður, at umsøkjarin í ávísan mun kann luttaka í granskingarverkætlanum á NVD, ið krevja støddfrøðiligt innlit. Umsøkjarar skulu hava PhD førleika innan stødd- frøði ella kunna dokumentera, at teir eru um at vera lidnir við sína PhD-verkætlan. Umsóknarfreistin er 12. mars 2007. Sett verður ein metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá um- søkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør um- søkjari fær sendandi metingina um sín førleika. Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Paula Joensen, megindeildarleiðara, á teldu- postadressu hanspj@setur.fo ella á telefon 352550. Starvið verður sett frá 1. august 2008. Umsóknir við ævilýsing (curriculum vitae), avritum av próv- skjølum, viðmælum ella tilvísingum, serprentum og avritum av vísindaligum ritgerðum (í 4 eintøk- um) skulu stílast til niðanfyristandandi adressu. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J.C. Svabos gøta 14 FO 100 Tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 110 Tórshavn · www.setur.fo Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetrinum veitir Bachelor of Science (B.Sc.) útbúgvingar innan lívfrøði, verkfrøði og jarðalisfrøði. Í einstøkum førum ber til at taka Ph.D.-útbúgving. Undirvísingin verður veitt av starvsliðnum á NVD, sum telur 7 fólk, 6 adjungeraðum lektarum/professarum við fakligari ábyrgd av ávísum skeiðum og av umleið 40 uttanseturs undirvísarunum, ið starvast á øðrum stovnum og virkjum í Føroyum og uttanlands. Í løtuni eru 4 Ph.D.-verkætlanir og ein Post. Doc. verkætlan í gongd á NVD. NVD luttekur í granskingarverkætlanum í samstarvi við aðrar stovnar og granskarar bæði innan- og uttanlands. Ársaðalfundur Ársaðalfundur hjá Norðoya Kvinnufelag verður í Bøgøtu 3 hóskvøldið 6. mars kl. 19.30. Støða skal takast til sølu av húsum. Um fundurin ikki er viðtøkuførur verður eykaaðalfundur 30 min. aftaná. Nevndin Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til umboðsmannaval mánadagin 31. mars 2008. Uppskot til umboð – 2 fyri Tvøroyri, 1 fyri Hvalba og 1 fyri Fámjin – skulu skrivliga verða sjúkrakassanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. mars 2008. Suðuroyar Norðari Sjúkrakassi PASS Passframleiðslan fyri alt landið fer fram í Danmark og er passavgreiðslutíðin umleið 2 til 3 vikur. Vinaliga biðið tí um passið í góðari tíð. Umsókn um pass fæst á Fútaskrivstovuni, Smyrils- vegi 20, Tórshavn, á heimasíðuni www.politi.fo og á øllum politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Umsóknin kann latast inn við at venda sær per- sónliga til Fútaskrivstovuna í Tórshavn ella til eina av politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Skjøl at hava við, tá pass verður umbiðið: Gamla passið Dóps-, føði- ella navnaseðil og møguligt vígslubræv Nýggja passmynd stødd 35 x 45 mm. Passið skal gjaldast, tá tað verður umbiðið. Persónar millum 18 ár og 67 ár kr. 400,- Persónar yngri enn 18 ár kr. 115,- Persónar, sum eru fyltir 67 ár kr. 150,-. Gjørt verður vart við, at eftir 1. oktober 2004 kunnu børn, sum eru undir 15 ár, ikki longur verða innskrivað í pass hjá foreldrum ella øðrum, og skulu tí hava egið pass. Nærri fæst at vita við at venda sær til Fútaskrivstovuna – tlf. 351448 – ella politistøðirnar. FØROYA LANDFÚTI tann 18. februar 2008 Karen Marie Olesen Smyrilsvegur 20 · Postboks 3018 FO-110 Tórshavn · Tlf. 35 14 48 SKRIVARI TIL VESTMANNA KOMMUNU Søkt verður eftir skrivara til Vestmanna Kom- munu at byrja 1. mai 2008 ella skjótast gjørligt. Skrivarin hevur dagligu leiðsluna av umsitingini og øllum viðurskiftum í kommununi. Talan er um eitt sera fjølbroytt og spennandi starv við nógvum avbjóðingum. Arbeiðsuppgávur: • leiðari av umsitingini • skrivari hjá bygdarráðnum og nevndum • samskifti við myndugleikar, borgarar o.o. • kunning, m.a. tilfar til heimasíðu • journalisering • fíggjarviðurskiftir • aðrar skrivstovuuppgávur Søkt verður eftir einum persóni við hollum fak- ligum førleika og royndum. Kunnleiki til almenna fyrisiting og leiðslu hevur stóran týdning eins og góð samstarvsevni. Skrivarin hevur beinleiðis tilvísing til borgarstjóran. Lønin verður latin eftir førleika og royndum. Í Vestmanna Kommunu starvast 3 fólk í um- sitingini. Arbeiðið er sera fjølbroytt og møguleiki er fyri eftirútbúgving og skeiðum. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til kommunu-skrivstovuna, tlf. 470110, ella Karl A. Olsen, borgarstjóra, tlf. 230114. Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. mars 2008. Vestmanna Kommuna Bakkavegur 16 Postboks 91 FO-350 Vestmanna Lesið Sosialin