mikudagur 27. februar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 41 - 27. februar 2008
Mánamorgunin
fer nýggj sendirøð
í luftina á Rás2.
Røðin snýr seg um
hendingar, støð,
persónar og viður
skifti, sum hava við
Føroyar at gera. Tað
er kendi útvarps
maðurin ígjøgnum
nógv ár, Janus Mohr,
sum eigur hugskotið
og samskipar sending
arnar
útvarp
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Hvat hava Lágtrýst fyrr og
nú, Guttorm í Múla, Livur
høgg, Svartideyði, Amt
manshúsini, Sjóverk, Gold
Star og blá bók, Kórsangur
á Toftum, Mikkjal í Lamba,
Kvívíks Jógvan og Ólavur á
Heygum til felags?
Jú, øll hesi evnini eru
partur av eini nýggjari
útvarpssendirøð á Rás2 und
ir heitinum, »Føroyar mítt
land«, sum fyrstu ferð fer í
luftina
mánamorgunin
klokkan átta. Talan er um
stuttar sendingar klokkan
níggju um morgunin og
klokkan 10 og 11 um kvøld
ið.
Tað er kendi útvarpsmað
urin ígjøgnum ein hálvan
mansaldur, Janus Mohr, ið
eigur hugskotið, og sum
samskipar
sendingarnar.
Tær verða skipaðar soleiðis,
at ein persónur fær ella
sjálvur kemur við einum
evni, sum viðkomandi hug
leiðir um. Onki mark er
fyri, hvat evnið kann vera,
bara tað hevur nakað við
Føroyar at gera.
Janus Mohr sigur, at
íblásturin til sendingarnar
kemur frá Danmarks Radio,
sum í meiri enn 20 ár hevur
koyrt sendirøðina, tey kalla
»Danmark kort«.
Eg hugsaði, at hetta átti
at vera ein sera vælegnaður
leistur at gera sendingar eft
ir her hjá okkum, sigur Jan
us Mohr, sum longu hevur
hugskot til eini 200 sending
ar, harav ein fjórðingur er
avtalaðar við ymisk fólk at
gera. Tær fyrstu nógvu send
ingarnar eru longu upptikn
ar og klárar at senda. Sent
verður hvønn gerandisdag í
vikuni. Ein sending hvønn
morgun klokkan 8, og sum
eisini verður send klokkan
9, 22 og 23.
Janus Mohr, ið sjálvur
hevur gjørt fleiri av sending
unum, leggur dent á, at
hann fegin vil hava samband
við fólk, sum hava hugskot
til evni at taka upp. Hann
vísir á, at tað stórt sæð onki
mark er fyri, hvat sendingar
nar kunnu snúgva seg um.
Bara talan er um hendingar,
støð, persónar ella viður
skifti, sum hava við Føroyar
at gera.
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Kendu útvarpsmaðurin,
Janus Mohr, fer nú undir
at gera sendingar á Rás2.
Her greiðir hann frá
sendingunum á Rás2
fyrrapartin
Mynd: Marika Hill
Nýggj
sendirøð
á Rás2