mikudagur 27. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 41 - 27. februar 2008 ]
Víkingamóttøka í Leirvík
Á móttøku í kvøld fer nýggja felagið, Víkingur, at avdúka
búmerkið, sum felagið hevur fingið sær. Víkingur varð stovnað
tíðliga í ár, og tað er longu greitt, hvussu nýggi búnin fer at
síggja út. Nú skal so avdúkast, hvat búmerki skal prýða
ljósabláa búnan, og verður hetta altso víst fram á móttøkuni,
sum verður í Bygdarhúsinum í Leirvík. Móttøkan byrjar
klokkan 17.
Tríggir dystir í kvøld
Tríggir hondbóltsdystir í bestu deildunum verða spældir í
kvøld. Í Vestmanna skulu kvinnurnar hjá VÍF royna at
halda fast í sínari vón um bjarging, tá tær taka ímóti
Kyndli. Hjá monnunum spæla H71 og Neistin í Hoyvík,
meðan StÍF og KÍF spæla á Skála. Hjá kvinnunum byrjar
dysturin í Vestmanna klokkan 18.30. Báðir mansdystirnir
byrja klokkan 20.00.
Manchester Citys
eigarin, Thaksin
Shinawatra, væntar
at blíva handtikin, tá
hann kemur heim til
Thailands í morgin.
Hann er skuldsettur
fyri svik
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Thaksin Shinawatra hevur
sambært The Daily Mail,
tikið avgerðina, at fara
heim aftur til Thailands,
fyri á tann hátt at reinsa sítt
navn.
Fíggjarligur
undandráttur
Fyrrverandi
Thailendski
premierministarin er ákærd
ur fyri fíggjarligan undan
drátt í heimlandinum, eftir
at hann var premierministari
í landinum. Tískil verður
væntað, at hann verður
handtikin, tá hann er komin
úr flogfari sínum.
Thaksin sigur seg vænta
at verða handtiknan, men
samstundis vónar hann at
leiðandi stjórnarflokkurin í
landinum (PPP), fer at lata
seg royna at reinsa sítt
navn.
Sambært Shinawatra, hev
ur hann á leið 800 milliónir
pund, sum hava verið aftur
hildnar, síðan ákærurnar
um fíggjarligan undandrátt
í síðsta ár.
Pengar ávegis
til Eriksson
Sambært keldum frá The
Daily Mail, er tað meining
in, at Thaksin Shinawatra
fer at senda nakrar av teim
um mongu milliónunum til
Manchester
City,
hetta
merkir sostatt, at venjari
felagsins, ið er navnframi
Sven Göran Eriksson, kann
styrkja um Premier League
hópin í flytingarvindeyga
num í summar. Hetta kemur
ivaleyst væl við, hjá Man
chester City viðhaldsfólku
num, ið hava sæð lið sítt
lyft seg upp eftir stigatalv
uni, síðan Shinawatra kom
til felagið fyri einum ári
síðan.
Væntandi vælvild
Ætlanirnar hjá Mnachester
City eigaranum fara vænt
andi at verða viðgjørdar við
vælvild, tí tað verður vænt
að, at PPP skal hava sam
huga fyri Cityeigaranum,
og væntandi vera ákærurnar
móti honum skúgvaðar til
viks.
City-
bossur
aftur til
Thailands
Daniel Agger var aftur
á fótbóltsvøllinum,
tá hann spældi ein
hálvleik fyri eykaliðið
hjá Liverpool, tá
hesir spældu móti
eykaliðnum hjá
Manchester United í
gjárkvøldið
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tann danski miðverjin var
aftur í reyðu troyggjuni, tá
hann spældi 45 minuttir í
dystinum,
frammanfyri
10.000 áskoðarum.
Úti síðan september
Agger hevur verið úti síðan
september, tá hann var so
óheppin at bróta eitt bein í
fótinum, men hann spældi
væl og uttan trupulleikar í
45 minuttir, áðrenn hann
varð útskiftur fyri Martin
Skrtel.
Agger spældi somikið
væl, at Rafael Benitez var
sjónliga
glaður
aftaná.
Hann tosaði um hvussu
glaður hann var, at hava
unga danska verjuleikaran
kláran aftur, og um týdning
in av at hava allar leikarar
100 % klárar. Benitez kann
eisini gleða seg yvir, at
hann nú eisini hevur Xabi
Alonso og Harry Kewell
klárar aftur, og báðir tveir
skoraðu eisini fyri Liverpool
í hesum dystinum.
Serligan skógv
Fyrr í ár var annars kunn
gjørt, at Daniel Agger
skuldi fáa comeback, men
tað var ein stokkut gleði, tí
eftir bert fáum minuttum
breyt hann sama fót aftur,
og er ikki komin í gongd
aftur fyrr enn í gjárkvøldið.
Orsøkin at hann, eins og
venjari hansara hava góðar
vónir, er at Agger nú hevur
ein
serliga
framleiddan
skógv, ið onkursvegna verj
ir viðbrekna fót hansara.
Neville eisini klárur
Manchester United høvdu
eisini ein verjuleikara, ið
royndi seg fyri fyrstu ferð í
langa tíð. Talan er um Gary
Neville, ið fekk ein tíma av
spælitíð í 20 ósigrinum
móti eykaliðnum hjá Liver
pool.
Agger kláraði ein hálvleik
Steypa-
kapping
í styrki-
lyfti
8. mars verður
steypakapping í
styrkislyfti í Yndi
Fitness í Havn
Í vetur vóru hølini karm
ur um fyrstu FMkapp
ingini í styrkilyfti í fleiri
ár, og tá vóru boðini, at
talan nú skuldi verða um
meira regluligar kapping
ar. Steypakappingin ann
an leygardag verður skip
að eftir altjóða reglunum,
og síggjast hesar millum
annað á heimasíðuni,
www.yndi.fo. Kappingin
verður skipað fyri bæði
kvinnur og menn, og
verða fyrstu tøkini tikin
klokkan 16. np
Daniel Agger kann, saman við venjara sínum Rafael
Benitez, gleðast yvir at hann umsíðir er klárur
til at spæla í minsta lagi 45 minuttir av einum
fótbóltsdysti aftur. Tað hevur hann ikki megnað
síðan fótskaðan afturi í september. Við hjálp frá
serfrøðingum, hevur hann nú fingið ein serliga
framleiddan skógv, ið skal hjálpa honum gjøgnum
fyrstu vikurnar, meðan fóturin enn er viðbrekin
Thaksin Shinawatra
er sera væl lýddur
í bláa partinum av
Manchester. Hann
hevur innan stutta tíð,
lyft Manchester City
upp úr øskuni. Thaksin
fer aftur til Thailands,
fyri at reinsa sítt navn,
og væntar at málið um
fíggjarligan undandrátt
fær eina góða viðgerð.
Hann sigst hava stuðul
í stjórnarflokkinum
PPP