Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 41 - 27. februar 2008 bilar Mazda eru komnir við rættiliga nógvum nýggjheitum seinastu tíðina. Tann allarnýggjasti er Mazda6, ið nú avloysir forgangarin við sama navni, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 2002 og er ímyndin av japanskum kvaliteti Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Mazda6 er eyð­kend­ ur av sportligum designi, sportligum koyrieginleikum eins og kvaliteti og trygd á høgum støð­i, umframt at hann eisini er umhvørvis­ vinarligur. Bilurin er kon­ struerað­ur eftir eini ávísari filosofi og við­ japanska orð­­ inum »Kizuna« sum lykla­ orð­, sum í hesum føri merk­ ir »optimalt samband mill­ um førara og bil«. Hetta merkist sjálvandi best við­ at koyra bilin, har allar funktiónir eru ergonom­ iskt rættar, soleið­is at bilfør­ arin kann stýra tí mesta við­ báð­um hondum á rattinum. Hetta letur seg gera, tí Mazda6 fæst við­ nýggju skipanini CF Net (Cross Functional Network), sum nærmast er ein kollvelting innan ergomomi í nútímans bilum. Við­ tummilfingru­ num kann førarin lættliga stýra t.d. radio, fløguspæl­ ara, aircondition, navigatión og trippteljara. At Mazda6 er longri og hevur størri aksilfrástøð­u enn forgangarin gevur betri pláss og ger bilin til ein rúmligan 5­persónabil. For­ gangarin er ein av best um­ tóktu bilum yvirhøvur, t.d. er Mazda6 árgang 2003 kos­ in »Årets Brugtbil 2007« í Danmark. Hóast hesin nýggi er størri og rúmligar enn for­ gangarin, er hann lættari enn núverandi Mazda6. Hetta er eitt heilt nýtt kon­ sept hjá Mazda at gera bil­ arnar lættari, sum ein lið­ur í at brúka minni orku og harvið­ eisini eru munandi meira umhvørvisvinarligir. Mazda6 er fult á hædd við­ bæð­i japansku og evropeisku kappingarneyt­ arnir í allar mátar. Nógv er gjørt burtur úr kvalitetinum, sum merkist allan vegin ígjøgnum. Bilurin er sera væl ljóð­doyvdur og lættur at koyra við­ elektronisku servostýringini, sum er løtt, tá ferð­in er lág og verð­ur tyngri so hvørt ferð­in veks­ ur. Saman við­ góð­u koyri­ eginleikunum, ger hetta Mazda6 til eina sera góð­a uppliving. Ímyndin av japanskum kvaliteti Mazda6 2.5 Sedan Motorurin: 2,5 litra 4 syl bensin170 hk 0-100 km/t 8,0 sek Snúningsmoment 226 Nm v. 4.000 snún/min Bensinnýtsla 12,3 km/l Dekkstødd 225/45-18 Stødd og vekt Longd 475,5 cm Breidd 179,5 cm Hædd 144,0 cm Viðførisrúm 504 litrar Eginvekt 1.320 kg Søluumboð Bilasølan Vegurin Langi Hoyvík Tel 359700 www.bilasolan.fo Mazda6 sum kykmyndir Royndarkoyringin av Mazda6 er at síggja sum kykmyndir á Portalinum Mazda6 er eyðkendur av sportligum designi, sportligum koyrieginleikum eins og kvaliteti og trygd á høgum støði Mazda6 innan. Lyklaorðið var »optimalt samband millum førara og bil« CF Net (Cross Functional Network) er ein kollvelting innan ergomomi í nútímans bilum