mikudagur 27. februar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2008
MIÐvIkaN
27
Vegleiðing til nýggj
umvend
16. februar 1906
Síðan eg kom aftur til Føroyar
eftir eina stutta vitjan í Skotlandi,
havi eg doypt átta trúgvandi.
Men nú er kirkjan farin at halda
fyrilestrar um barnadóp og biður
fólk um ikki at fara frá teimum
gomlu siðunum. Tey siga, at vit
synda móti heilaga andanum,
tá ið vit doypa fólk aftur. Men
framvegis koma fólk, sum stúra
fyri teirra sáls frelsu til okkara
møtir, og nøkur eru farin frá
deyða til lívið. Tey vátta, at tey
hava verið í myrkri men eru komin
í ljósið.
Um Gud vil, fara eg og kona
mín í morgin til Suðuroyar. Ein
ungur bróður úr Havn (helst Poli
í Dali, kendur sum skipari og
vinnuligur slóðbrótari) hevur verið
har, og okkara himmalski faðir
hevur signað hansara boðskap,
so nógv eru frelst og hava fingið
undirvísing í Guds orði. Biðið fyri
hesum nýumvendu, fyri okkum og
fyri arbeiðinum. Gud hevur byrjað
arbeiðið millum fólkið og mong
føla byrðina av synd síni.
Til Sørvágs
Í 1907 hevur Daniel skrivað eina
longri frágreiðing, og tað verður
bert ein partur endurgivin í
blaðnum. Men her sigur hann:
Í byrjanini av januar var eg
leiddur at fara til Sørvágs, har tað
búgva 500 fólk. Tveir trúgvandi
búgva har, men teir eru ikki
rættuliga loystir frá bondunum
hjá gomlu kirkjuni, sum binda
fast og taka alt frælsi frá teimum
trúgvandi. Kona mín, sum er
við mær, er ein stór hjálp við at
syngja. Stundum taka vit orglið
við okkum, tí fólkinum dámar væl
góðan sang, men tey duga ikki at
syngja okkara sangir. Eg leigaði
eina stóra dansistovu at halda
møti í, og vit høvdu stólar til 100,
men tað fyrsta kvøldið komu 150,
og næsta kvøld vóru tey 250.
Nógv máttu standa uttanfyri, men
øll kundu tó hoyra tað, sum sagt
varð.
Hetta kvøldið kom presturin
í oynni og tosaði ímóti okkum.
Hann segði fólkinum, at tey vórðu
Guds børn í dópinum, og tí skuldu
tey halda seg til tað gamla. Men
fólkið hevur ikki álit á tí gamla.
Henda talan skaddi okkum ikki
nógv.
Eg vísti aftur tað, sum prestur
hevði sagt til verju fyri barnadóp.
Kvøldið eftir komu 150.
Bakarin í bygdini varð umvendur
og vitnaði um hetta næsta dagin
fyri ætt og vinum. Fólk søgdu, at
hann var svakur, men Gud havi
tøkk fyri alt slíkt.
(Hetta hevur vist verið Martin
Nielsen, stóri Martin nevndur
(1878-1951). Hann og kona
hansara Jacobina vóru tey fyrstu,
sum fluttu til Vatnsoyrar.)
Hesin maður hevði havt ófrið
í 12 ár, og hevði roynt nógvar
hættir at fáa frið í sálina, men
var bert sokkin djúpari í synd. Nú
hevði hann funnið frið og megi at
halda fram.
Ein handilsmaður í bygdini tók
eisini ímóti Kristusi.
Hetta hevur helst verið Niclas
Niclassen Norðuri í Stovi
(1873-1939. Hann var eisini
eina tíð tinglimur. Kona hansara
Frederikka (1876-1962) var systir
Martin Nielsen).
Hesin maður hevði ikki lagt
nógv í sína sál, og hann fortaldi
mær eitt kvøld eftir møtið, at
hjarta hansara var hart sum
steinur. Nakrar dagar seinni hevði
hann fingið eina slíka sálarneyð,
at hann læsti handilin og lat
kundarnar standa uttandura,
meðan hann bað meg koma inn á
skrivstovuna, har eg fortaldi um
vegin til Gud.
Áðrenn eg fór av bygdini aftur
takkaðu handilsmaðurin, kona
hansara og eitt tænastufólk
Gudi fyri, at hann hevði sent sín
einasta son at doyggja fyri tey.
Eg havi hoyrt, at hann nú vitnar
fyri kundunum hjá sær. Tað sama
er við konu hansara, og nú eru
níggju kristin á hesum plássi,
sum koma saman at biðja og at
lesa Guds orð. Hesi nýumvendu
trúgvandi mugu líða forfylging og
tørva forbøn.
Presturin hevur verið í bygdini
og biðið fólkið um at standa
stinn. Men tað er ikki so lætt
at standa stinnur, tá einki er at
halda fast um.
Her kann verða skoytt uppí, at
seinni kom Poul Andreas Poulsen
við í samkomuna, har hann var
sera virkin upp í ellisár. Hann
plagdi annars at hava til fragd
at gera ónáðir, tá ið Daniel helt
møtir í Sørvági. Poul Andreas var
giftur við Mariu, dóttir Jóan Paula
við Neyst, sum var ein tann fyrsti
í samkomuni í Hvalba.
Í Gásadali var eisini ein
samkoma, sum eisini fekk vitjan
av Dollanum. Hetta má hava verið
í samband við vitjan í Sørvági.
Hetta nevnir hann kortini ikki.
Aftur í Porkeri
Nú eri eg í Porkeri. Seinasta
vetur komu nøkur fá her at kenna
sannleikan, og tey eru vaksin í
náði. Tey eru 12 í tali og eru nú
við at byggja ein lítlan møtisal.
Tey eru øll arbeiðs- og fiskimenn.
Eg síggi ein stóran mun á teimum
frá seinasta vetur. Vit mugu vitja
tey oftari við orðinum, tí summi
av teimum hava ikki heilt slept
teirra gomlu trúgv, og eingin av
teimum er enn doyptur.
Eg havi havt trý møti her, og
eg hava prátað við tvey, sum eru
í sálarkvøl. Eg vitji tey heima
um dagin, og tali orðið í einum
stórum pakkhúsi um kvøldið.
Í Sumba
Í Sumba búgva eini 400 fólk.
Tað verður ringt hjá mær at fáa
innivist har ella hús at tala í, tí
fólkið har livir í stórum myrkri. Eg
ætli tó at fara um fjøll hagar, og
Harrin vil opna dyrnar.
Um eg hevði havt útgerð til
at vísa evangeliskar ljósmyndir,
hevði tað verið sera væl egnað
til arbeiðið, tí nógva staðni
ræðast fólk at koma á møti vegna
prestarnar. Eg trúgvi, at mong
kortini vilja koma undir ávirkan av
orðinum.
11. apríl.
Síðan eg seinast skrivaði, havi
eg verið í Sumba. Fólkið vildi
illa hýsa okkum í fyrsta umfari,
men eftir fyrsta møtið var alt í
lagi. Tað komu fleiri at lurta eftir
góðu tíðindunum, enn rúm var
fyri. Tey keyptu nógvar bíbliur og
bóðu okkum koma skjótt aftur,
tí teimum longist at hoyra orðið
aftur. Eingin hevði vitjað Sumba
í hesum ørindum í 21 ár, tá ið
bróður Sloan var seinast.
Tvøroyri
Eg vitjaði eisini Tvøroyri, størsta
býin í oynni. Vit høvdu eitt gott
møti, størri enn eg hevði havt fyrr.
Vit leigaðu ein sal, og nógv av
tí betra slagnum komu at lurta,
summi søktu vegin til lívið.
Í Vági gekk verri. Har fekst
hvørki innivist ella salur. Tey vóru
so rædd fyri, at eg skuldi gera tey
til baptistar. Nú havi eg so bílagt
ein sal at syngja og vísa myndir.
Tað er júst í slíkum plássum, at
myndsýningartól hevði verið hent.
Tað hevur eisini verið góð
luttøka í Havn, men her eru fólk
ikki so áhugað sum á bygd, har
evangeliið ikki fyrr er prædikað.
Men tað gongur tó spakuliga
framá.
Hetta hevur verið ein harður
vetur, og síðan eg kom aftur, havi
eg ikki havt tað so gott. Eg má
fara til ein lækna, men vit hava
ein stóran lækna, sum altíð er
nær. “O, Harri styrk okkara trúgv.”
Í Vági kom ein samkoma, kallað
Bethel. Menn, sum komu at hava
stóra ávirkan her, vóru skiparin
og reiðarin Dias á Heyggi, sum
flutti úr Porkeri til Vágs og
skiparin Jóan Petur hjá Mouritsi.
Á Tvøroyri kom eisini samkoma,
og ein kendur maður í hesum
sambandi er bókbindarin D. J.
Magnussen.
Dømi um innfødd, sum er skotin og mishandlað av hermonnum. Hetta er mynd sum væl kann hava verið tikin av D. J. Danielsen
Hetta var herurin hjá Leopold kongi Force Publique, sum við hvítum yvirmonnum framdi ágangin móti teimum innføddu