mikudagur 27. februar 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 41 - 27. februar 2008
KFUM og KFUK í Havn
Mikudagin kl. 19 í KFUM:
Tensing-kórið venur.
Mikudagin: Kaffi í KFUK
eftir føstugudstænastuna í
Havnar kirkju.
Katólska Kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa
v/ Wienczyslaw Barwinski,
prestur í Mariukirkjuni.
Talvan gongur til at hjálpa
okkara katólska ungdómi í
Bispadøminum fyri at sleppa
til Sydney í summar. Aftan á
messuna verður kirkjukaffi.
Kl. 14 Sunnudagsskúli.
Hósdagin 6. mars kl. 20
verður Taizé-kvøld í Kerit. Øll
eru vælkomin.
Alheims bønardagur fyri
kvinnur í Havn verður í ár
hildin í Filadelfia fríggja
kvøldið 7. mars kl. 19.30, har
allar kvinnur kunnu vera við.
www.katolsk.fo
Frá Kirkju- og missións-
húsinum á Argjum
Fríggjadagur kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagur kl. 11 Sunnu-
dagsskúli. Kl. 18 Møti við
Frede Møller. Nátturði aftaná.
Mánakvøldið 3. mars kl. 20
Sjómanskvinnuringurin
kemur saman. www.koma.fo
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Fríggjakvøldið ungdómsmøti
saman við Oasuni.
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjumøti har Ólavur
Jøkladal tosar um »Afturkoma
Harrans og missión«.
kl. 11.30 Samfelagsløta
kl. 12 Tilbiðjunarmøti har
Jógvan Z talar um »Sann-
leikar úr Rómbrævinum, 8.
partur«
kl. 12 Sunnudagsskúli
Undir báðum møtinum verður
barnaansing.
Møtini eru at hoyra beinleiðis
á www.livdin.fo
Týskvøldið kl. 20 møti á
Brekku 3.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Mikudag kl. 15 Bønarløta í
salinum.
Hósdag kl. 20 skipar Heima-
forbundið fyri »Syngið
við kvøldi« har Marner og
Árni Andreasen syngja fyri.
Tað verður missjónsoffur
og drekkamunnur, øll eru
vælkomin.
Fríggjadag kl. 20 byrja
VIKUSKIFTISFUNDIR við
vitjan av streingjakórinum
hjá Frelsunarherinum í Vági.
Vit halda fram leygardag kl.
20 og
sunnudag kl. 11 og 18. Ben
Eli Dam og onnur syngja og
tala. Drekkamunnur
fríggjadag og leygardag.
Sunnudagsskúli kl. 14.
Frelsunarherurin suppa,sápa
og frelsa síðan 1865.
Frá Meinigheitshúsinum
í Havn
Mikukvøldið kl. 19.30 Felags-
kórið venur.
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti v. Heina Christiansen,
evni: Jesus syndavinur.
Leygardagin kl. 9.30 Foreldur
og børn.
Sunnudagin kl. 14 Sunnudags-
skúli. Kl. 18 Útimissiónsmøti
v. Jórun og Nurlan Malaikev.
Mánakvøldið 3. mars kl.
19.30, hevur Inge Møller
yvirlækni, frá Agape, fyri-
lestur: Guds barn og sálarliga
sjúkur.
Møti sunnukvøld verður
tulkað til enskt.
Barnaansing er undir
møtinum sunnukvøld.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Evangeliihúsið,
Tróndargøta
Mikudagin kl. 17.30
guitarfrálæra.
Sunnudagin kl. 11 familju-
og morgunmøti við sunnu-
dagsskúla.
http://www.gospel.fo
Filadelfia, Landavegur 22
Mikudagin kl. 17 Bøn fyri
Býnum og Ísrael,
kl. 18 Delli (3. til 6. fl.)
kl. 20 Chill (7. til 10. fl.)
Leygarkvøldið kl. 21 Felags
ungdómstiltak í Oasuni.
Sunnudagin kl. 10.45 Visións-
møti - Tummas Jacobsen talar,
11.30 Barnagudstænasta
www.filadelfia.fo
Tórshavnar
hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti, kl. 18 Evangeliskt møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Filadelfia Vágar,
Miðvágur
Hóskvøldið kl. 20 ungdóms-
møti.
Leygardagin kl. 16 bønarmøti.
Sunnudagin kl. 11.30 sunnu-
dagsskúli, kl. 16 møti.
Saron, Flatnavegur 7,
Vestmanna
Hósdagin kl. 19 Barnaarbeiði.
Sunnudagin - Evangeliskt
møti kl. 18.
Sí: www.saron.fo
Verið vælkomin.
Kollafjarðar Missiónshús
Bønarløta verður hóskvøldið
kl. 19.30.
Sunnudagsskúli sunnudagin
kl. 14, einki møti sunnu-
kvøldið vegna Missiónsviku í
Hósvík kl. 18.
Bíbiltími verður týskvøldið
kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónsvika í Hósvík
Fríggjakvøldið 29. feb. kl. 20
Møti í Bygdarhúsinum,
tala við John Myllhamar og
sangur úr Haldórsvík.
Leygarkvøldið 1. mars kl. 20
Møti í Bygdarhúsinum.
Tala við Emil Olsen.
Sangur við Hans Paula
Højgaard og Sigfred
Johannesen.
Sunnukvøldið kl. 18 Møti í
kirkjuni.
Tala við Torleif Johannesen
Sangur við Irenu og Tummas
Innsavning til Heima-
missiónina.
Øll eru vælkomin til møtini.
Drekkamuður verður aftaná
hvørt møti.
Aglow, Eysturoy
Kvinnumøti verður í Elim
í Søldafirði leygarkvøldið
1. mars kl. 19.30. Talari:
Sigrun Bolstad. Anja Hansen
syngur. Kristina Hansen leiðir
lovsang. Byrjað verður við
drekkamunni.
Verið hjartaliga valkomnar!:)
Missións- og
Ungdómshúsið á Glyvrum
Missiónsvikan 2008
24. februar til 2. mars
Mikukvøldið kl. 20 Føstu-
gudstænasta: Í Glyvra kirkju
v/Hanus Simonson
Hóskvøldið kl. 20 Møti:
Jógvan Højgaard talar
Sangur: Glyvra manskvartet
Fríggjakvøldið kl. 20 Møti,
Ung skipa fyri. Bogi Olsen
talar. Sangur: Bodil Tausen og
Jenny Høgnesen
Leygarkvøldið kl. 20 Møti,
Øssur Kjølbro talar.
Sangur: KFUM&K kórið
úr Klaksvík. Barnaansing í
kvinnufelagshúsinum
Sunnudagin kl. 11 Altar-
gangsgudstænasta: Í Glyvra
kirkju v/Meinhard Bjartalíð
Sunnudagin 2. mars kl. 17
Møti: Regin Høgnesen talar
Sangur: Glyvra streingjakór
Innsavnan. Sunnudagsskúli
og barnaansing í kvinnu-
felagshúsinum. Øll eru
hjartaliga væl komin.
Eydnan á Oyrarbakka
Sunnudagin 2. mars kl. 18
Møti, Margar Toftegaard
o.fl. tala og vitna. Manskórið
í Tabor syngur. Øll eru
vælkomin til møtini.
Lívsins Orð, Saltangará
Mikukvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Hósdagin kl. 18 Tim5.
Sunnudagin kl. 10.30 Møti.
Keldan, Skálafirði
Fríggjakvøldið kl. 21, bøn og
lovsangur.
Leygarkvøldið kl. 21, Awake
við Anniku Høj
Sunnudagin kl. 17, Møti
við Oddbjørg og Helga
Abrahamsen.
Barnamøti kl. 17.
Vælkomin í Kelduna
www.keldan.fo
Missiónshúsið í Rituvík
Mikukvøldið kl. 20
Bønarmøti.
Hóskvøldið kl. 19 Junior-
ringur.
Leygardagin 1. mars
Missiónsvika á Glyvrum
Sunnudagin kl. 16 Familju-
møti.
Siloa, Fuglafirði
Bøn, bíbliulæra og hugnalig
samvera við drekkamunni
verður í Siloa mikukvøldið
kl. 19.30.
Rúni Jacobsen talar. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Kfum og Kfuk, Klaksvík
Mikukvøldið kl. 20 hevur
Steen Palmqvist um evni
»Vreiði«. Øll eru vælkomin.
Soli Deo Gloria
Mikukvøld kl 20. hugnaløta
fyri ung.
Hóskvøld kl. 20 ungdóms-
møti.
Sunnukvøldið kl. 18 møti v/
Eyðunn Jacobsen.
Getsemane,
Stangaskákið 1
Fríggjakvøldið kl. 20.30 er
ungdómsmøti við Eivinn
Bringsberg, Rebekka
Heinesen syngur
Leygardagin kl. 10 morgun-
bøn.
Sunnudagin kl. 18 er møti við
Paula Høj. Lisa Frederiksberg
syngur. Barnamøti er sam-
stundis.
Hvønn gerandismorgun kl.
6.15 er morgunbøn.
Betania, Skopun
Mikudagin kl. 20 Bønarmøti.
Frelsunarherurin, Vágur
Hósdagin kl. 19 bøn, kl. 20
Streingjakórið.
Fríggjamorgun kl. 9.30 orðið
á borðið.
Betania, Porkeri
Kvinnumøti verður hós-
kvøldið kl. 20.
Fríggjakvøldið kl. 21 Ung-
dómsmøti.
Losjan í Havn
Tinghúsvegur 18
Fríggjadagin kl. 15 hittast
tilkomin og eldri til hugna.
Tilhaldið í Tórsgøtu 21
Opið er mánadag til
fríggjadag kl. 10.00 – 17.00
Teldupostur:
tilhald@torshavn.fo
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks
Hósdagin 28. nov.
10.00 – 10.30 Fimleikur v /
Grete Ellingsgaard
11.00 Lesibólkurin: Vit
lesa : »Når englene spiller
Mozart/Færø blues«, Lisbeth
Nebelong. Hittast 13. mars
14.00 – 16.00 Boccia í
kjallaranum Alma Poulsen
Fríggjadagin 29. nov.
10.00 - 13.30 Matgerð v/
Annu Grerhu Harlou
12.00 Døgurði
16.30 Kvøldseta
Á skránni verður brot úr
skaldskapinum hjá Steinbjørn
B. Jacobsen
Upplestur, sjónleikur, sangur
og yrkingar - Havnar Sjónleik-
arafelag
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum ikki
fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu kenna
seg vælkomin.
Dagtilhaldið í Nólsoy
hevur opið mánadag og
týsdag frá kl. 13-17 og
hósdag frá kl. 10-17.
Dagtilhaldið í Gøtubrá
tlf 441662.
Opið týsdag og hósdag kl.
15-18.
Dagtilhaldið Blákollan
á Oyri
Dagtilhaldið Blákollan á Oyri
og er fyri allar eldri í Sunda
Kommunu. Opið er hvønn
týsdag og hósdag frá kl. 14.00
til 18.00. Ymiskt ítriv, smíð
og teldufrálæra v.m.
Sunda Pensionistafelag
Hugnakvøldið verður
mánakvøldið 3. mars kl. 19
í dagtilhaldinum Blákolluni
á Oyri. Koyrt verður við
Bygdaleiðum.
Dagtilhaldið í Luffustovu
tlf. 737795.
Opið er týsdag, mikudag og
hósdag, kl. 15 til 18.
Øll eldri eru vælkomin.
Dagtilhaldið Fløvi á
Glyvrum
Í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum tlf. 448279.
Opið mánadag til fríggjadag
frá kl. 15.00 til 18.00. Allir
pensionistar hjartaliga
vælkomnir.
Hósdagur 28. februar:
Myndaveving v. Gretu Olsen.
Fríggjadagur 29. februar:
Boccia.
Hvønn dag er ein góður
drekkamuður at fáa. Bløðini
eru altíð til taks. Somuleiðis
kort og spøl. Ver vælkomin at
hava títt egna handarbeiði
við. Andakt verður lisin hvønn
dag.
Tilhaldið Hugnin í Sandoy
hevur opið mánadag og
mikudag frá kl 13 til 17.
Báðar dagarnar er drekka-
muður at fáa. Eisini eru
bløðini til taks.
Frá Dagtilhaldinum á
Strondum
Vit hava opið týsdag og
hósdag millum kl. 15 og 18,
vit eru byrjaði aftur.
Tilhaldið á Toftum,
tlf 448690
Opið er týsdag, mikudag og
hósdag kl 15 - 18.
Tilhaldið Sóljan
Klaksvíksvegur 35
Klaksvík · tlf. 459091
Teldupostur:
dagtilhaldid@post.olivant.fo
Opið er:
Mánadag og Mikudag
kl. 13.30 – 17.30
Týsdag og Hósdag
kl. 09.30 – 17.30
Hvønn dag er ein góður
drekkamunnur at fáa, eins og
bløðini eru til taks.
Møguleiki er at gera ymiskt
handarbeiði, spæla kort,
bobb, telva o.m.a.
Hvør dagur endar við andakt
og sangi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugs-
að tær at vita meira um felag-
ið ella at gerast limur, kanst tú
venda tær til, formannin: Frits
Jacobsen, tlf. 332053 ella ein
av nevndarlimunum.
Eldrahugni á Tvøroyri
Er á kafeteria í høllini í
Trongisvági hvønn onsdag í
líkaviku frá kl 15.00 til 18.00.
Bilur fæst til staðið við at
ringja 371069 eftir kl. 13.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Heilafelagið, felagið fyri
apopleksi- og afasirakt
Tlf. 321520 · t-postur:
heilaf@post.olivant.fo
Kunningarstovan,
Felagið Tórshavn
Vaglið 4, Postboks 379,
110 Tórshavn.
tlf. 302425
torsinfo@torshavn.foa
www.visittorshavn.fo
Opið er má-fr kl. 11-17, ley
kl. 10-13.
Sandoyar Kunningarstova
210 Sandur
www.visitsandoy.fo
tlf. 361836
Skrivstovan er opin mánadag
til fríggjadag kl. 13-16.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv
á vitjan ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
Rúslinjan hjá Bláa Krossi
Rúslinjan hjá Bláa Krossi,
tlf. 318586, svarar fríggja-,
leygar- og sunnukvøld
kl. 20 - 24.
Opin ACA-fundur
Tinghúsvegur 37, Havn
(Tilkomin hjá alkoholikarum
og vantrivnaður, dysfunktion-
ellum, familjum). Leygardag
kl. 11.00-12.00 á Tinghúsvegi
37 í Havn.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: Opin fundur
kl. 09-10, kl. 17.00–18.00.
Leygardag: kl. 22.30-23.30
AA-fundur.
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Heimasíða: http://heima.
olivant.fo/~aa-fo/
AA-fundir - (Big book
meeting)
Týsdag: kl. 20.00 Stóri
bókafundur er hvørt týskvøld
í Losjuni á Tinghúsvegi 18.
Inngongd frá Bøkjarabrekku.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at alko-
holikarum er hvørt hóskvøld
kl. 20 og týskvøld kl. 20 í Al-
Anon, Tinghúsvegur 37.
AA-fundir í Vestmanna
Í Skótahúsunum
Hósdag kl. 20 AA-fundur.
Sunnudag kl. 17 AA-fundur
(opin fundur).
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
Al-Anon
fundur fyri avvarðandi at
alkaholikkara er hvørt týs-
kvøld kl. 21, á Mýruvegi 22.
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 16.00 (á loftin-
um, inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
100 ára føðingardagur
Í mars og apríl runda vit tey fimti. Tað hevði glett okkum
at sæð familju, vinir og kenningar 19. apríl kl. 19.30 í B36
húsinum. Sigi frá á tlf. 315192 - 589450 áðrenn 1. apríl.
Kirstin og Per Simonsen
Brúdleyp
Leygardagin 8. mars kl. 14 giftast, í Kvívíkar kirkju, Tina
Debes Julsgart (Tvøroyri) og Johan Faulkner Mouritsen
(Stykkið). Eftir vígsluna verður døgurði fyri innbodnum kl.
17 Inni í Bø, á Stykkinum.
Leygardagin 15. mars kl. 14:00 giftast í Betesda, Anna
Hvidbro og Johan Berg. Opið hús verður í Skálanum
millum kl. 20:00 til umleið kl. 24. Øll eru hjartaliga
vælkomin!